mánadagur 5. oktober 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
ítróttur
endaði soleiðis. Hetta hevur
verið undarligt og frustrer
andi kappingarár. Vit hava
nógvar góðar spælarar, og
liðið átti at havt vunnið fleiri
av dystunum, sum endaðu
við javnleiki. At vit vunnu
3-1 í Klaksvík var avgerandi,
tí tá fingu vit vón og álit
um, at tað fór at eydnast,
sigur Sjúrður Holm, sum
hevur havt ábyrgdina av AB
liðnum í bestu deildini:
– Nú eru tíggju ár síðani,
at eg tók hesa uppgávuna
á meg. Eg fari framvegis at
hjálpa til, men eg fari ikki
at hava evstu ábyrgdina.
Her er gott fólk at taka við
uttanfyri vøllin, og vit hava
fleiri ungar og góðar spæl
arar. Okkum restar onkran
góðan álopsspælara. Um tað
eydnast, so fer at síggja gott
út. Eg ivist ikki í, at um tað
gleppur, og vit røkka millum
fýra tey fyrstu feløgini og
harvið fáa lut í europeisku
pengunum, so kunnu vit
lyfta okkum upp á støðið,
sum B36 og HB eru á, sigur
Sjúrður Holm.
Málmur í Eysturoy
NSÍ sigurin á Argjum bar
silvurkrónur
og
harvið
bestu endastøðu nakrantíð
– burtursæð frá FM sigrinum
í 2007. Tað smakkaði væl í
Runavík at vinna silvur í FM
kappingini:
Formaður er Sonni L.
Petersen:
– Vit endaðu hægri, enn
vit undan kappingarbyrjan
høvdu roknað við. Tað var
stórt, at vit rukku í steypa
finaluna, men størsta vón
brotið var, at vit taptu
steypafinaluna so dyggiliga.
Vit hava skorað tólv mál
fleiri enn B36, spælt álops
fótbólt og sett met í málum
við 73, men vit hava tapt
greitt ímóti B36 og Víkingi,
meðan vit hava verið væl
betri ímóti øllum hinum lið
unum. Framtíðin sær góð
út, tí vit hava vunnið FM í
bæði U18 og U16, og felagið
er
hampuliga
væl
fyri
fíggjarliga. Vit ætla okkum
at vinna FM. Spurningurin
er, nær tað verður, men vit
fara ikki at keypa okkum
meistaraheitið,
staðfestir
NSÍ formaðurin.
Víkingarnir vóru undan
steðginum spakir við Stórá
í Trongisvági. Tá var TB
omaná, og heimaliðið spældi
seg til fleiri málmøguleikar,
uttan at tað eydnaðist at
skora.
Beinanvegin
eftir
steðgin
skoraði
Víkingur
tvær ferðir. Í fyrra førinum
var talan um sjálvmál, og í
seinna førinum var tað 18
ára gamli Jákup Vatnhamar
Olsen, sum í sínum fimta
dysti á besta Víkinga liðnum
skoraði
fyrsta
málið
í
fremstu røð.
Víkinga
formaðurin
Brandur Jacobsen ásannar,
at felagið altíð strembar eftir
at vera millum tey fremstu:
– Vit hava vunnið steypa
finalurnar fýra tey síðstu
árini. Vit ætla okkum at
vinna FM. Tað eydnaðist
ikki í ár. Vit hava vunnið
fýra stig fleiri í ár, enn
vit gjørdu í fjør. Kortini
kenna vit tað soleiðis, at vit
ongantíð rættiliga vóru við í
FM stríðnum. Málið næsta ár
verður at vera við í stríðnum
um FM heitið heilt til kapp
ingarenda,
sigur
Víkinga
formaðurin, og hann heldur
fram:
– Serliga fyrstu umførini
gekk tað striltið. Nógvu javn
leikirnir vóru ampi fyri okk
um, og tað var orsøkin, at vit
í ár ongantíð vóru við í topp
stríðnum.
Ætla sær meiri
Bæði ÍF og TB taptu leygar
dagin, og bæði í Fuglafirði
og á Tvøroyri ætla teir sær
størri úrtøku og betri enda
støðu.
Undan kappingarbyrjan
ætlaðu fuglfirðingar sær
at vera við í kappingini um
fjórða plássið, og teir hildu
seg hava orsøk til tað, tí eitt
nú var álopsparturin styrkt
ur:
– Hjá bæði HB og KÍ hevur
tað ikki gingið so væl, men
vit tóku ikki av møguleik
anum at leggja teir aftur um
okkum. Ætlanin var at betra
endastøðuna, sum í fjør var
sjeynda pláss. Vit endaðu á
sætta plássi, men tað eru vit
ikki nøgdir við, og næsta ár
ætla vit okkum longri fram á
stigatalvuni. Jógvan Martin
Olsen verður venjari næsta
ár, og vit rokna við, at tað
í november verður greitt,
hvørjir fara at manna liðið
næsta kappingarár, sigur
ÍF formaðurin Leif André
Eliasen.
Leygarkvøldið
varð
tað kunngjørt, at 45 ára
gamli Robert Roelofsen úr
Hollandi
verður
nýggjur
venjari hjá TB. Tað verður
hildið, at vánirnar eru góðar
fyri, at tað skal eydnast at
lyfta liðið uppaftur hægri
enn í ár og helst fram á
fjórða plássið:
– Vit hava yngsta hópin
í EFFO deildini, og vit
síggja góðar møguleikar í
ungu monnunum, sum fara
at samstarva við nýggja
venjaran, ið hevur nógvar
royndir eitt nú úr Hollandi
og Týsklandi, sigur TB for
maðurin Fróði Olsen.
TB
endaði
á
sjeynda
plássi. Tað er formaðurin ikki
so misnøgdur við:
– Málið var at varðveita
plássið í bestu deildini, og tað
eydnaðist. Vit høvdu møgu
leika at vinna í hvussu so er
eitt stig ímóti Víkingi, men
tað eydnaðist ikki. Um vit
høvdu megnað tað, so hevði
endastøðan
verið
sætta
plássið.
Europa hvarv
Talan var um størsta sigur
á árinum, tá ið KÍ á heima
vølli vann 6-1 á EB/Streymi.
Eyðsýndasti
KÍ
spælarin
var Jóannes Bjartalíð, sum
skoraði tvær ferðir og legði
upp til fleiri av hinum mál
unum. Tað kom eisini væl
við, at Páll A. Klettskarð, sum
fyri fyrstu ferð eftir skaða
steðgin var við frá dystar
byrjan, var væl upplagdur
og skoraði tvær ferðir. Hini
málini
skoraðu
Hjalgrím
Elttør og Heðin Klakstein,
sum saman við Jóannesi
Bjartalíð hevur verið eyð
sýndasti maður á KÍ liðnum.
Trivaligi sigurin var nóg
stórur at røkka europeiskum
plássi, um FC Suðuroy megn
aði at taka stig frá HB. Tað
eydnaðist HB at vinna fulla
úrtøku, og harvið fór europe
iska hurðin aftur fyri nøsini
á klaksvíkingum, sum undan
kappingarbyrjan søgdu, at
málið var at røkka europe
iskum plássi.
Fram ímóti kappingar
enda hevur málið sagt at
verið nátt, nú KÍ megnaði
at vera við í kappingini um
europeisku plássini:
– Tað hevði verið hugalig
ari at vunnið fjórða plássið
heldur enn fimta plássið,
men hetta skeiklar ikki fyri
reikingarnar undan næsta
kappingarári. Liðið hevur
vunnið fimm stig fleiri enn
í fjør, og vit byggja víðari á
tað, sum vit hava nátt, sigur
KÍ
formaðurin
Tummas
Lervig.
Mikkjal
Thomassen
verður venjari í Klaksvík í
tvey ár aftrat. Tað er greitt,
at Heðin á Lakjuni og Kenan
Hajdarevic ikki halda fram í
KÍ.
Sáttmálar
eru
undir
skrivaðir
við
Jonas
Flindt Rasmussen, Páll A.
Klettskarð, Heðin Klakstein,
Jóannes Bjartalíð, Jóannes
K.
Danielsen,
Jákup
B.
Andreasen, Ísak Simonsen
og Tórur Justesen. Sáttmáli
er eisini undirskrivaður við
málverjan Kristian Joensen,
og tað er greitt at verjuspæl
arin Mayowa Alli verður
aftur í Klaksvík eftir árs
skiftið.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
Effo-deildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
27
18
7
2
60
25
+35
61
2
NSÍ
27
16
6
5
73
37
+36
54
3
Víkingur
27
15
8
4
68
35
+33
53
4
HB
27
11
10
6
43
31
+12
43
5
KÍ
27
11
8
8
50
41
+9
41
6
ÍF
27
5
12
10
44
56
-12
27
7
TB
27
4
14
9
36
47
-11
26
8
AB
27
4
12
11
34
42
-8
24
9
FC Suðuroy
27
6
4
17
39
68
-29
22
10 EB/Streymur
27
2
5
20
27
92
-65
11
TB - Víkingur 0-2 (0-0)
0-1: sjálvmál 55.
0-2: Jákup Vatnhamar Olsen 58.
Dómari: Páll Augustinussen
TB: Ivan Stojkovic – Eirikur M. Ellendersen, Martin Tausen, Teitur Olsen,
Andri Freyr Björnsson (Ragnar Joensen, 46.) – Heine Mortensen,
Jonas Gejel Hansen ■ (Carl Mikkjal Bech, 81.) - Rógvi Joensen,
Kofi Appiah, Patrik Johannesen (Arthur D. Poulsen, 66.) – Albert Adu
Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen
(Hanus Jacobsen, 46.), Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig ■
– Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Jákup Vatnhamar Olsen
(Fannhard Skoradal, 85.), Heðin Hansen ■, Magnus Jarnskor
(Páll Mohr Joensen, 69.) – Andreas Lava Olsen
AB - NSÍ 0-1 (0-1)
0-1: Árni Frederiksberg 21.
Dómari: Petur Reinert
AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen,
Dmitrije Jankovic ■, Magnus Egilsson ■ – Kári Nielsen, Tróndur Jensen
(Dan í Soylu, 77.) – Álvur F. Christiansen, Rógvi Poulsen,
Kristin R. Mouritsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 71.)
– Nicolaj Eriksen (Karstin Højgaard, 81.)
NSÍ: Andras Gango ■ – Johan Jacobsen, Jens Joensen,
Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv (Jónhard Frederiksberg, 46.)
– Michal Przybylski (Jonleif Højgaard, 68.), Hákun Edmundsson
(Petur Knudsen, 79.) – Árni Frederiksberg ■, Pól Jóhannus Justinussen,
Jann Martin Mortensen – Klæmint A. Olsen
ÍF - B36 1-3 (0-1)
0-1: Eli Falkvard Nielsen 25.
0-2: Jákup á Borg 59.
1-2: sjálvmál 63.
1-3: Hanus Thorleifsson 71.
Dómari: Lars Müller
ÍF: Fríði Sigurðsson – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen ■,
Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni
(Kristoffur Jakobsen, 78.), Karl Løkin ■, Frank Poulsen ■, Andy Ó. Olsen
■ (Nenad Saric, 89.) – Adeshina Lawal, Clayton Soares
(Ari Ó. Ellingsgaard, 71.)
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen,
Odmar Færø ■, Jónas þór Næs – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen
(Gestur B. Dam, 88.) – Jákup á Borg ■, Lukasz Cieslewicz,
Hans Pauli Samuelsen (Alex Mellemgaard, 85.)
– Philip Lund (Hanus Thorleifsson, 33.)
KÍ - EB/Streymur 6-1 (2-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 6.
2-0: Jóannes Bjartalíð br 39.
3-0: Hjalgrím Elttør 65.
4-0: Páll A. Klettskarð 67.
5-0: Heðin Klakstein 76.
5-1: Leif Niclasen 90.
6-1: Jóannes Bjartalíð 92.
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen,
Ndende Adama Guéye, Ísak Simonsen (Jóannes K. Danielsen, 90.)
– Hjalgrím Elttør (Heðin á Lakjuni, 88.), Jákup B. Andreasen – Sani
Tahir, Jóannes Bjartalíð, Heðin Klakstein (Kenan Hajdarevic, 83.)
EB/Streymur: Símun Jóhan Wolles – Árni G. Olsen (Hanus Olsen, 61.),
Andras Olsen ■, Rói H. Olsen ■, Ragnar Danielsen ■ – Brian Olsen ■,
Rógvi Egilstoft Nielsen ■ (Hans H. Ejdesgaard, 65.)
– Jónstein Magnussen (Leif Niclasen, 46.), Niels Pauli Danielsen,
Jan á Høgaryggi – Arnar Dam
Rógvi Dam
EB/Streymur
Ikki okkara dagur í dag. Tillukku
við FM B36. Silvur NSÍ og Bronsu
til Víking. Vit síggjast aftur um 2
ár. Saman standa vit sterk
fjepparin
hagtøl 27. umfar
Sæbjørn Leiti
íf
Tað gekk heldur ikki í dag, men
enn einaferð tillukku við FM B36
og silvur til NSÍ og bronsu til
VÍKING síggjast í effo næsta ár
fjepparin
Jan B. Antonioussen
nsí
Silvur í landskappingini, silvur
í steypakappingini, mest
skorandi liðið í bestu føroysku
mannsdeildini NAKRANTÍÐ, og
toppskjúttan (ið suverent vann)
triðja árið á rað. Hetta árið
kann ikki sigast at vera væl og
virðiliga góðkent! Eisini hava
yngri deildirnar klárað seg væl,
so man kann ikki siga annað enn
at framtíðin sær sera bjørt út!
Takk fyri í ár! Góðir, góðir, góðir!
fjepparin
Kristian Joensen
kí
Takk fyri í ár. Næsta ár verður
tað! Tillukku við FM B36.
Vælkomin í fína klubban Skala
og B68. FC Suðuroy og EB/Str
vit síggjast
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Takk fyri í ár. Vit síggjast
komandi ár. Bronsa bleiv tað
til og gull í steypakappingini,
eitt góðtikið úrslit. Vit endaði
kappingina við einum sigri, eisini
goðtikið. WLYV
fjepparin