Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Neli Heldarskarð HB megnaði at greiða sín lág­mark­ssetning fyri kapp­ ingar­árið, meðan FC Suðuroy enn einaferð má ta tungu leið niður í 1. deild. Hetta stend­ur greitt eftir seinasta leik­um­ far í Effodeildini í 2015, sum varð leikt leygardagin. Undan orrustini á nýggja og góða graslíkinum í Gunda­dali vóru báðir partar fullgreiðir um, at dyst­urin var altavgerandi fyri lagnu teirra í 2016. Teir á HB-lið­ num vistu, at um teir vunnu, so vóru teir við 100% vissu tryggj­aðir undan­kapp­ingar­ dyst til Europa League í 2016, sum eisini viðførir ein feitan penga­posa áljóðandi umleið 1,5 millión krónur. Setningurin hjá FC Suður­ oy var eins greið­ur, men tó høvdu suðuroy­ingar­nir ikki lagnuna í egnum hond­um. Undan dystinum visti bláa úti­liðið, at bara ein sigur kundi viðføra yvir­living í Effo­deildini. Bjargingar­ ætlanin var tó samstundis treyt­að av, at AB tapti sín heima­dyst ímóti NSÍ. Fyrsta málið er ofta avgerandi Byrjanin av dystinum í Gunda­dali minti um byrjan­ ina av dystinum ímillum Arsenal og Manchester United í gjár. Tí fyrstu løt­ una var bert eitt lið á vøll­ inum, og tað var HB. Fót­ bólts­spælið hjá heima­liðnum var sann­førandi, og funnu heimaleikararnir hvønn annan sera væl á vøll­inum. Hetta góða spælið gav eis­ ini fulla úrtøku eftir bara sjey minuttir, tá ið Poul Ingason púra ótarnaður slapp at skalla bóltin í mál eftir horna­spark. Nú var 1-0 til HB, og mótbrekkan hjá FC Suðuroy enn tyngri. Hetta skjóta leiðslumálið minti undirritaða um dyst­ in á Argjum ímillum AB og FC Suðuroy fyri nøkr­ um vikum síðani, har FC Suður­oy eiheldur hevði ráð at tapa. Tá hendi júst tað sama, tá ið AB eftir einum kor­teri legði seg á odda 1-0 eftir deyðbóltsstøðu. Tá ið tørvurin á sigri er ovur­ honds­stórur er tað eitt stórt skot fyri bógvin at koma aftur­um beinanvegin. Eftir leiðslumálið fót­aði FC Suðuroy sær eitt sind­ur, men tað var kortini heima­ liðið, sum framvegis var vanda­mikið frammanfyri mót­støðu­málinum. Millum ann­að bleiv Bartal Wardum púra leysur, men Kári Jacobsen í FC Suðuroy-mál­ inum vardi meistarliga fyri. If it works don’t fix it Fyrstu 20 minuttirnar sat HB á so at siga øllum, men stútt og støðugt megnaði illa sperda útiliðið at koma betri við í dystin. Tað eydn­ aðist tó ikki at koma til upp­ lagdar málmøguleikar, men eftir 35 minuttir fekk FC Suðuroy kortini eina lív­linju borðreidda á einum silvur­ fati. Deyðbóltur varð sendur innfyri frá Høgna Madsen og inni í brotsteiginum duttu nakrir mans. Tað var ilt at síggja, hvør hevði gjørt hvat, men dómarin, Alex Troleis, valdi at peika á brots­sparks­ blettin. Høgni Madsen varð settur at skjóta, men Teitur Gestsson bjargaði, og afturat tí rakti Høgni ikki retur­ bóltin. Bólturin end­aði síðani hjá Jón Krosslá Poulsen, sum smekkaði bóltin uppum. Eitt kent enskt orðatak ljóðar »if it works don’t fix it«. Undan dystinum leygar­ dagin hevði FC Suðuroy eisini vunnið sær brotsspark í tveimum teimum undan­ farnu dystum teirra. Í báð­ um teimum førunum skoraði Jón Krosslá Poulsen frá brots­sparksblettinum, men kortini var tað ikki topp­ skjúttin, sum slapp at halda áfram frá teimum 11 metru­ num. Høgni Madsen hevur hin­vegin onki mál skorað upp á brotsspark í ár, men varð hann kortini settur at skjóta hetta avgerandi skotið. Tað er sjálvandi lætt at eftirsnarin, og ongin hevði sagt eitt orð, um Høgni hevði skorað upp á straffið. Men undir øllum umstøðum burdi tað verið meiri skilagott at latið toppskjúttan skotið eitt somikið umráðandi brots­ spark. Ofta er tað eyðsæð í fót­ bólti, at um tað eina liðið ikki kennir sína vitjunartíð, so slær hitt liðið til í hinum endanum. Og júst hetta hendi eftir 43 minuttir, tá ið HB smíðaði síðsta seym­in í fótbóltur H E S A V I K U N A 4 Teitur M. Gestsson Hevði í veruleikanum ikki so nógv at gera, tí at mótstøðuliðið ikki dugdi at raka málið. Men brots­ sparks­bjargingin var ómetaliga týdningarmikil, so tað trekkir sjálvandi upp. 3 Jógvan Rói Davidsen Trygt, javnt og gott avrik á høgra bakki. Kom tó ikki líka nógv framvið, sum hann hevur gjørt í øðrum dystum. 3 Jóhan Troest Davidsen Fínt avrik, kom ongantíð í trupulleikar. 3 Gunnar Haraldsen Onkuntíð sparkaði hann bóltin burtur, tá ið tað ikki var neyðugt, men heildarmetingin er kortini á góðari leið. 4 Alex José dos Santos Var sera góður á bóltinum, og kom hann eisini væl framvið nakrar ferðir. 4 Bartal Wardum Ein leikari, sum hevur verið í rívandi menning ígjøgnum alt kappingarárið. Avrikið á sentrala miðvøllinum var gott, og eisini mundi hann økt til 2-0 tíðliga í dystinum. 4 Fróði Benjaminsen Stríðsavrikið var framúr, og vann hann sera nógvar nærdystir. 4 Rókur av Fløtum Jespersen Eitt tað besta avriki hjá Róki, síðani hann kom aftur til barndómsfelagið fyrr í ár. 4 Christian R. Mouritsen Spældi framúr væl í fyrra hálvleiki, har hann legði upp til seinna málið. Brendi tó tveir risastórar møguleikar, ið høvdu kunnað avgjørt dystin í fyrra hálvleiki. 4 Adrian Justinussen Var lívligur allan dystin á tamb og við eitt sindur av hepni hevði hann bæði kunnað skorað og lagt upp til mál. 4 Poul Ingason Var bert inni í 40 minuttir, men hann gjørdi stóran mun í hesum lutfalsliga stutta tíðarskeiðnum. Skoraði málið til 1-0 og hevði eisini aðrar vandamiklar atsóknir. Var sum heild ein støðug hóttan. 3 Teit Jacobsen Kom inn fyri Poul. Avrikið var ókey, men so heldur ikki meira enn tað. Átti lut í onkrum góðum kontraálopi há HB í seinna hálvleiki. Daniel Johansen Ov stutt inni at fáa eina meting Rógvi S. Holm Ov stutt inni at fáa eina meting spælarameting Endin á føroyska fótbóltskappingarárinum gjørdist tann væntaði. HB vann sær týdningarmiklu evropeisku milliónirnar í lumman, meðan FC Suðuroy – enn einaferð – skal spæla í næstbestu deildini FC Suðuroy innistongt í elevatori Felagið úr sunnaru helvtini úr Suðuroynni hevur ilt við at finna støðufesti í bestu deildini. Síðstu ferð tað eydnaðist FC Suðuroy at yvirliva í fremstu fótbóltsdeildini var í 2006, og tá æt felagið eisini VB/Sumba. Síðani tá hevur felagið verið umboðað í bestu deildini fýra ferðir, og hevur niðurflyting eisini verið fastur táttur í øllum hesum fýra kappingarárunum. Tað man sigast at vera ein sonn elevatortilvera. 1 til 6 HB fær evropeisku milliónirnar í lumman Allan Enghamar hb Ongin ivi í Gundadali, tíverri gekk tað so út yvir hálva vágbingin í mær - FCS kemur skjótt upp aftur. Skuffandi ár hjá okkum, men komandi ár verður væntandi betri! Tað skal tað, vit eiga at spæla við um meistaraheitið og steypakapping! Takk fyri í ár. fjepparin