Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 ítróttur líkkistuna hjá FC Suður­oy. Innlegg varð sent inn­fyri til Bartal Wardum, ið eirinda­ leysur skallaði bóltin í mál til 2-0. Verjan kostaði FC Suðuroy Í seinna hálvleiki royndi FC Suðuroy av øllum alvi at koma við aftur í dystin og skapa spenning, men hetta eydn­aðist ikki. HB stillaði seg aftur at verja borg, og hetta gav nakað meira av plássi til útiliðið. Størsti mál­møguleikin fall til Palla Augustinussen, ið varð spældur púra leysur, men hann var ov seinur at skjóta, áðrenn hann bleiv takklaður. FC Suðuroy hevði eisini eini fimm onnur skot á mál í seinna hálvleiki, men so at siga øll skotini fóru uppum - væl upp um eisini. Tað hendi ikki tað heilt stóra afturat í hesum av­ger­ andi dystinum, og tí er evro­ peiska plássið hjá HB stað­ fest, meðan FC Suðuroy enn eina­ferð til kenda legu, tá ið leygardagsfótbóltur bíðar teim­um í komandi kapp­ ingar­ári. Um hugt verður eftir hag­ tølum frá kappingar­árinum hjá FC Suðuroy, so sæst mill­ um annað, at nógv ov nógv mál eru farin ígjøgnum. FC Suðuroy hevur latið heili 68 mál inn, og tað er stutt og greitt alt í verðini ov nógv. Hin­vegin hevur FC Suðuroy skorað 39 mál í rætta enda­ num. TB og AB hava bæði skorað færri mál enn FC Suður­oy, so tað er ikki har, at trupulleikin hevur ligið hjá suður­oyingunum. Trupul­ leik­in hevur verið defensivi bul­urin á liðnum, ið ikki hev­ ur staðið royndina í bestu deildini. HB skal byggja upp aftur Sum kunnugt merkir sig­ur­in hjá HB, at felagið fær sínar obligatorisku evrope­isku milliónir, sum hava verið gerandiskostur á nær­um hvørjum ári. Hetta merkir tað, at felagið í nógv størri mun kann spíla seg út við­ víkj­andi styrki til kom­andi kappingarár. Vána úrslitini hava víst, at tað avgjørt ber til at betra um liðið. Tó skal eisini havast í huga, at HB hevur eitt hav av skaðum – helst fleiri skaðar enn nakað annað lið í deildini. Hetta hevur so eisini gjørt tað, at blaðungir leikarar sum Bartal Wardum og Adrian Justinussen hava átt fast pláss á liðnum ígjøgnum næst­an alt kappingarárið. Helst eru teir enn ov ungir at vera ein av avgerandi brikk­unum at lyfta HB upp aftur á ovastu rók, men teirra gjøgnum­brot vitna um, at felagið eigur nógv gott ungt fólk. Í samrøðu við Rás2 vísti for­maðurin í felagnum, Finnbogi Arge, á, at ung­ dóms­liðini eisini standa seg heilt væl, og at hesir leikarar skulu haldast framat í fram­ tíðini. Seinastu árini hevur felagið ikki megnað at hild­ið teimum ungu nóg væl fram­ at, og tað sæst millum annað aftur á tann hátt, at ein rúgva av uppruna HB-leik­ arum hava spælt við AB í ár. Nú skulu brikkarnir til komandi kappingarárið leggj­ast. Bæði HB og FC Suðuroy skulu spæla í kend­ ari tilveru. HB skal upp aftur á tindarnar, meðan FC Suður­oy vónar, at steðgurin í næst­bestu deildini ikki verð­ ur longri enn eina árið. neli@sosialurin.fo fótbóltur Nógv var upp á spæl, og tað sást aftur á avrikunum, sum liðini løgdu fyri dagin. Serliga í fyrra hálvleiki spældi HB framúr væl, og FC Suðuroy burdi eisini havt fingið okkurt mál, um suðuroyingarnir vóru neyvari, tá ið mest stóð á. Onkursvegna vóru bæði liðavrikini góð. Júst sum á Argjum fyri nøkrum vikum síðani, so kendi FC Suðuroy ikki sína vitjunartíð frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðnum. Hevði útiliðið skorað upp á brotssparkið, so hevði dysturin verið nógv meira spennandi fyri áskoðaran. 3 Kári Jacobsen Var prísgivin í samband við bæði málini. Serliga í fyrra hálvleiki hevði hann tó onkra góða bjarging. 4 Dánjal Godtfred Stóð seg sum heild væl í mongu tvídystunum. Eisini kom hann væl framvið onkrar ferðir. 3 Valerian Iobashvili Kom ofta væl ímillum og gagn­ nýtti sína kropsliga styrki, men hann hevur tó leikt betri dystir enn hendan. 3 Christian Ibeagha Gjørdi ein stóran feil, sum førdi til frían málmøguleika til HB. Avrikið var annars á góðari leið. Í seinna hálvleiki varð nigerianski miðverjin fluttur niðan á miðuna, og har lá partur hansara eiheldur eftir. 2 Heri Kjærbo Vánaligt avrik í fyrra hálvleiki, har Christian R. Mouritsen slapp at gera, sum honum lysti. Spældi seg upp í seinna hálvleiki, men heildarmetingin kortini ikki góð. 2 Høgni Madsen Hansara leikliga avrik á mið­ uni var fínt, og hann hevði eisini fleiri fínar deyðbóltar. Men tá ið tørv­urin var størstur á hansara fót­bóltsførleikum, í samband við brotssparkið, tá gav hann seg undir fyri trýstinum. Telur niður. 3 Palli Augustinussen Brendi ein sera stóran málmøgu­ leika í seinna hálvleiki, har hann hevði kunnað minkað um munin. Tók lut í nærdystunum og rann sera nógv, men har manglaði okkurt meir frá honum. 3 Salmundur Bech Setti seg væl ígjøgnum nakrar ferðir, men heilt avgerandi gjørdist hann ongantíð. Miðal avrik, ikki meir. 3 Mamuka Toronjadze Bjóðaði mangan av og rann fyri seg, men tað avgerandi manglaði. Ikki nóg vandamikil frammanfyri málinum. 2 Símun Samuelsen Fekk ikki stórvegis burturúr í og bleiv longu útskiftur í hálv­ leikinum. So fær man ikki meira enn 2. 2 Jón Krosslá Poulsen Fekk alt ov lítið burturúr, tí at hann ikki megnaði at renna nóg nógv fyri liðið. Eisini brendi hann fleiri stórar málmøguleikar. Ser­ liga í seinna hálvleiki, tá ið hann eini tríggjar ferðir var nærri við at skjóta bóltin niðan á tennisvøllin. 3 Búi Egilsson Kom inn í hálvleikinum. Rann eina rúgvu og hevði onkrar góðar møguleikar. Men rakti ikki málið, og tað hevur verið ein eyð­kendur trupulleiki alt kappingarárið. Tóki K. Mortensen Ov stutt inni at fáa eina meting spælarameting Frá hjálparvenjara til mótstøðuleikara Tá ið kappingarárið byrjaði var Símun Samuelsen leikandi hjálparvenjari hjá HB, men tá ið seinasti dystur varð spældur leygardagin, var hann leikari á mótstøðuliðnum hjá HB, FC Suðuroy. Ja, mangt broytist á mansins ævi. 1 til 6 HB - FC Suðuroy 2-0 (2-0) 1-0: Poul Ingason 7. 2-0: Bartal Wardum 43. Dómari: Alex Troleis HB: Teitur Matras Gestsson ■ – Jógvan Rói Davidsen ■, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen ■, Rókur Jespersen ■ (Daniel Johansen, 73.) – Christian R. Mouritsen, Adrian Justinussen ■ (Rógvi S. Holm, 82.), Poul Ingason ■ (Teit Jacobsen, 41.) FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánjal Godtfred ■, Christian Ibeagha, Valerian Iobashvili, Heri Kjærbo – Høgni Madsen ■, Salmundur Bech (Tóki Mortensen, 77.) – Palli Augustinussen, Mamuka Toronjadze, Símun Samuelsen ■ (Búi Egilsson, 46. ■) – Jón Krosslá Poulsen Páll Lervig fc Suðuroy Vit í FC.Suðuroy kláraðu akkurát ikki málsetninginum í ár sum var, at halda seg uppi í bestu deildini í ár tíverri. Vit muga tað tungu leiðina, niður í 1 deild at spæla aftur næsta ár. Tit koma sterkt aftur næsta ár.Góða eydnu til næsta ár. Takk fyri kappingarárið 2015. fjepparin