mánadagur 5. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Lukasz og Heidi
ársins spælarar
Lukasz Cieslewicz úr B36 og Heidi Sevdal úr HB eru ársins spælarar í føroyskum fótbólti 2015. Tað
bleiv avdúkað í Ársins Spælari sendingini á Rás2 í gjár. Bæði vunnu rímiliga greiðar sigrar
Myndir: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Fótbóltskappingarárið 2015
er um at koma at enda.
Landskappingin hjá monn
um endaði leygardagin, með
an ein dystur er eftir í lands
kappingini hjá monnum.
Í gjár var so Ársins Spæl
ari tiltakið, sum Miðlahúsið
og Rás2 skipaðu fyri í sam
starvi við FSF. Her bleiv mill
um annað avdúkað, at Heidi
Sevdal úr HB og Lukasz
Cieslewicz úr B36 eru ársins
spælarar. Tey hava bæði
vunnið heitið fyrr.
Á
málmanspostinum
er tveir nýggir vinnarar.
Ana Ivanov, sum kom til KÍ
hetta kappingarárið, vann
greitt hjá kvinnunum, með
an Tórður Thomsen úr B36
hevur yvirhálað Teit M.
Gestsson úr HB.
Aðrastaðni vann Jóannes
Bjartalíð úr KÍ heitið sum
ársins ungi spælari. Hetta
í harðari kapping við lið
skiparan á U21 landsliðnum,
Andrias H. Eriksen úr B36.
Meðan Heidi Sevdal enn
eina ferð vann ársins spælari
og ársins áleypari, so mundi
Maria K. Thomsen úr KÍ blíva
mest bilsin á kvøldinum. Hon
bleiv ársins ungi spælari og
ársins miðvallari. Umframt
tað, so fekk hon handað gull
skógvin.
Kanska størsta sigurin
vann Odmar Færø í bólkinum
ársins verjuspælari. Hann
hevur
verið
ein
sannur
brandur í verjuni hjá B36.
Hjá kvinnunum vann Rakul
Magnussen úr EB/Streymi/
Skála.
Ársins venjari hjá monn
um bleiv Eyðun Klakstein úr
B36, meðan venjaratoymið
hjá
KÍ,
Rannvá
B.
Andreasen, Tove Sólheyg,
Bára S. Klakstein og Ragna
Patawary, fingu heiðurin hjá
kvinnum.
fótbóltur
Ársins málverji
Kvinnur: Ana Ivanov, KÍ
Menn: Tórður Thomsen, B36
Ársins verjuspælari
Kvinnur: Rakul Magnussen, EB/S-S
Menn: Odmar Færø, B36
Ársins miðvallari
Kvinnur: Maria K. Thomsen, KÍ
Menn: Lukasz Cielsewicz, B36
Ársins áleypari
Kvinnur: Heidi Sevdal, HB
Menn: Klæmint A. Olsen, NSÍ
Ársins dómari
Kvinnur: Áron Sofús Vest
Menn: Lars Muller
Ársins venjari
Kvinnur: Venjaratoymið hjá KÍ
Menn: Eyðun Klakstein, B36
Ársins ungi spælari
Kvinnur: Maria K. Thomsen, KÍ
Menn: Jóannes Bjartalíð
Ársins spælari
Kvinnur: Heidi Sevdal, HB
Menn: Lukasz Cieslewicz, B36
Vinnararnir 2015
Frá vinstru; Thora Augustinussen (Hotel Føroyar), Lukasz Cieslewicz (B36), Klæmint A. Olsen (NSÍ), Odmar Færø (B36),
Høgni Eysturoy (B36), Tórður Thomsen (B36), Hans Pauli Samuelsen (B36)