Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen So er kappingarárið 2015 komið at enda. Vinnari av landskappingini bleiv B36. Teir blivu meistarar í stórum stíli. Teir hava verið greitt besta liðið í ár, men tað var ikki fyrr enn í summarsteðginum, at teir fingu stavnin framum NSÍ skútina. Síðani løgdu teir skógv millum seg og øll hini. Her skal eisini ljóða eitt til lukku til NSÍ, sum síðani 2012 hevur brotið upp úr nýggjum. Í ár bleiv tað til tvey silvurheiðursmerki. Eitt í steypakappingini og eitt í landskappingini. Tey mundu ikki vera nógv, sum høvdu væntað tað undan kappingarárinum í ár. Í so máta, so eru silvurheiðursmerkini hjá NSÍ ein sigur fyri felagið við Løkin. Í stríðnum um UEFA kekkin upp á 1,5 millión krónur, megnaði HB at halda KÍ aftanfyri seg. Hóast KÍ fekk fleiri møguleikar at yvirhála HB, so tóku teir ikki av. Tað endaði við. at HB fekk fjórða plássið – heldur enn at vinna tað. Í botnstríðnum stóð FC Suðuroy eftir við Svartaper. Teir skuldu vinna á HB í Havn, men brendu brotsspark og taptu. AB tapti á Argjum, og tí kundi FC Suðuroy havt tryggjað sær lívið í bestu deildini, um teir vunnu. Hóast spenningurin var burtur í FM stríðnum, so var spenningur um silvurheiðursmerkið, fjórða plássið og niðurflyting. Eisini hugaligt, at kappingini verður avgjørt í lutfaldsliga góðum fótbóltslíkingum. Nú skulu vit bara finna eina loys upp á íshokky dystirnar, sum vóru fyrst í árinum. Helst hava teir kostað nógvar fylgi-skaðar. Tað er ikki í ordan. Komandi tíðin verður nógv merkt av, at A-landsliðið skal spæla móti Ungarn og Rumenia, meðan U21 landsliðið í november fær vitjan av týska U21 landsliðnum. Annars fegnist eg um, at tað er við at koma rivalisering millum HB og B36 aftur. Tað hevur manglað í eina tíð. Eftir seinasta umfar, so skrivaði HB á máltalvuna 22-11. Hetta fyri at vísa á, at HB hevur vunnið 22 meistaraheiti, meðan B36 hevur vunnið 11. B36 hevur eisini argað HB onkuntíð. Millum annað við 6-0 sigrinum í 2006. Helt tað var fantastiskt at síggja grannadystin millum Everton og Liverpool, har tú sást hvussu nógv stóð upp á spæl. Nú vóni eg, at grannadystirnir í Gundadali eisini fáa nýtt lív í. Vit á ÍtróttarSosialinum ynskja B36, Lukasz Cieslewicz, Heidi Sevdal og øllum hinum til lukku! Til lukku B36 Ítróttar klumman Tróndur Arge Bárður Olsen á odda Bárður Olsen er nú á odda í FM kappingini í Dart. Um vikuskiftið var triðja umfar í hølunum hjá Team Sandoy Tróndur Arge Tað er tætt í oddinum í FM kappingini í dart hjá monn­ um. Um vikuskiftið vann Bogi H. Isaksen triðju FM kapp­ingini, meðan Bárður Olsen við sínum triðja plássi legði seg á odda í samlaðu støðuni. Undirtøkan til kapping­ ina var nakað minni enn fyrireikararnir høvdu vónað, men enn sær talið á kvinnum út at veksa. Tað vóru 24 lut­ tak­arar í einmasleikið hjá monn­um og 11 kvinnur. 16 pør í Tvímansleikið Her eru úrslitini frá kappingin: Einmansleikur, menn: 1. Bogi H. Isaksen, KDF 2. Hans Eivind Olsen, Team Sandoy 3. Jens Albert Simonsen, VDF 3. Bárður Olsen, HDF Tvímansleikur: 1. Henning Thomsen & Bárður Olsen, HDF 2. Jón Johansen & Monrad Mouritsen, VDF 3. Regin Enghamar & Jørgen Meitelberg, HDF Einmansleikur, kvinnur: 1. Gunnbjørg Dam, HDF 2. Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy 3. Birthe Bakateq Sikivat, HDF 3. Eyðna Olsen, Team Sandoy Hægstið útgangur: Menn: Bárður Olsen við 155 Kvinnur: Gunnbjørg Dam við 105 Tvímansleikur: Monrad Mourtisen & Jón Johansen við 111 Fagst pílar: Menn: Bárður Olsen við 17 Kvinnur: Gunnbjørg Dam við 23 pílum Tvímansleikur: Monrad Mouritsen & Jón Johansen við 18 pílum 4. Umfar verður í hølunum hjá Havnar Dartfelag, handan á 1 tann 24 okt. FM stigatalvan hjá monnum: 1. Bárður Olsen, HDF 40 2. Remy G. Hansen, Kongshavnar, 34 3. Bogi H. Isaksen, 34 trondur@sosialurin.fo Savnsmynd: Álvur Haraldsen ■ Takk fyri lívið HB ( AB-fjeppari ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: