mikudagur 4. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 145 - 4. august 2004
Nr. 145 - 4. august 2004
3
Hóast Kirkjubøar og
Tórshavnar komm-
una ikki alment
leggja saman fyrr enn
1. januar 2005, so
leggja heimasíðurnar
hjá kommunum
saman í dag
KUNNINGARTØKNI
Tíðindaskriv
Tórshavnar kommuna og
Kirkjubøar kommuna hava
longu framt ein part av
kommunusamanleggingini
– tær hava lagt saman
heimasíðurnar
www.torshavn.fo og
www.kirkjubo.fo
Alt tað, sum fyrr lá á
www.kirkjubo.fo er nú
vorðið
ein
partur
av
torshavn.fo. Soleiðis ber nú
til at lesa: frásagnir av
gomlum bygdarráðsfund-
um undir býráðsarbeiði,
hagtøl fyri fólkavøksturin
undir Tórshavn í tølum og
um skúlabarnakoyringina í
Kirkjubøar kommunu undir
bussleiðini. Kunngerðir og
fundarskráir hjá bygdaráð-
num framyvir verða eisini
lagdar á torshavn.fo
Samanlegging á alnótini
Sunnudagin 8.
august kl. 17:00
skipa Meginfelag
Føroyskra Studenta
og Altjóða Skriv-
stovan fyri kunn-
andi fundi á Plat-
form, ætlaður
teimum, ið fara
undir hægri lesnað
uttanlands
PISUDAGUR
Tíðindaskriv
Nógvir eru spurningar-
nir, ið stinga seg upp, tá
ið flytast skal av land-
inum í lestrarørindum,
og
fundurin
fer
at
snúgva seg um prakt-
isku,
fíggjarligu
og
sosialu viðurskiftini, ið
eru hent at hava greiðu
á, áðrenn farið verður
undir eitt nýtt lestrarlív.
Av hesum kunnu nevn-
ast íbúðar- og skatta-
viðurskifti, stuðulsskip-
anir og lestrarbyrjan sum
heild.
Umframt umboð fyri
MFS og ASK, vera før-
oysk lesandi frá ymsum
donskum býum, Norður-
londum, Stóra Bretlandi
og USA við á fundinum,
og høvi verður at seta
teimum spurningar um
lestrarlívið í ávísa land-
inum.
Eftir kunnandi partin
verða luttakararnir býttir
upp í smærri bólkar, eftir
lestrarstaði, har høvi
verður at seta spurningar
og at hitta onnur, ið ætla
sær til sama land ella bý.
Pisudagurin er eitt
afturvendandi tiltak, ið
plagar at vera væl vitjað,
siga MFS og ASK í
tíðindaskrivi.
Pisudagur
á Platform
Koyrdi á hann
Ein grind upp á 30 hval
legði beinini á Tvøroyri
leygardagin
klokkan
13:15. Grindin var upp á
370 skinn, og býtt varð
til Tvøroyrar kommunu.
-hkm
Ein ferðsluvanlukka við
minni
persónsskaða
hendi á Sandoynni um
vikuskiftið. Ein maður
datt av einum prutli og
kom fyri ein bil. Førarin
av prutlinum fekk okk-
urt smærri beinbrotið.
Óhappið hendi á Høvda-
heygavegnum.
-hkm
Grind sunnanfyri
Í blaðnum í gjár høvdu vit
eina grein um sangin og
føroyska dansin á Vaglinum
á ólavsøku. Tíverri vóru
nøvnini á myndini komin
skeivt fyri. Hesi eru røttu
nøvnini. F.v.: Katrin Holm,
Tóri í Hoyvík, Herluf
Joensen, Petur Olivar í
Hoyvík og Regin og Vilbjørg
Eikhólm
Mynd: Rúna Sivertsen
Rætting
Ferðslutrygd hartar
sjónvarpið fyri ikki at
súkkla við hjálmi
FERÐSLUTRYGD
Tíðindaskriv
Í sendingini »Hátrýst«, sum
verður send saman við
»Dag
og Viku«,
varð
mánakvøldið 3. august
greitt frá um ferðamøgu-
leikarnar á súkklu í Sandoy.
Í sendingini sást verturin í
sendingini súkkla uttan
hjálm.
– Tað, at greitt verður frá
um
møguleikarnar
at
súkkla í Føroyum, er sera
gott. Í veruleikanum er land
okkara nógv betri at súkkla
í, enn tey flestu geva sær
far um. Og høvdu tey, sum
gera vegir, hugsað um
súkklararnar
eisini,
so
hevði verið enn betur. Og at
súkkla er sunt fyri bæði
likam og sál, sigur Ferðslu-
trygd í tíðindaskrivi á
heimasíðuni.
– Tað at sjónvarpið í ein-
ari annars áhugaverdari
sending í bestu senditíð
ikki kann verða meira
umhugsið enn so, at syrgt
verður fyri at hjálmur verð-
ur nýttur í hesum sam-
bandi, er ikki nóg gott.
Ferðslutrygd kann tí ikka
geva sendingini Hátrýst
annað enn lágtrýst fyri
hetta lýtið, sigur Ferðslu-
trygd.
Eir í Ólavstovu, verður í
sendingini »Hátrýst« í SvF,
fær dumpikarakterin Lág-
trýst frá Ferðslurygd, tí hon
var so óumhugsin ikki at
nýta súkkluhjálm
(Myndin er klipt av SVF
á netinum)
Hátrýstið fær lágtrýst
frá Ferðslutrygd
Teir 21 tingmenninir
megnaðu at halda
somu takt, tá ið við-
gerðin av løgmans-
røðuni byrjaði
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Í Gundadali vann andstøð-
an 6-4 móti samgonguni í
fótbólti. Tá vóru ellivu móti
ellivu á vøllinum. Á polit-
iska stríðsvøllinum á Før-
oya løgtingi hevur sam-
gongan 21 tingmenn, og
andstøðan hevur bert ellivu
í sínum parti. Alt annað líka
eigur hetta at geva sam-
gonguni ein fyrimun. Og so
var eisini týsmorgunin, tá
viðgerðin av løgmansrøð-
uni byrjaði. Teir 21 ting-
menninir funnu til tíðir
okkurt at vera ósamdir um,
men tað var sjáldan meira
enn longdini á flogvalla-
breytini í Vágum.
Samfelagsfrøðingurin
Jóannes Hansen helt í
Útvarpi Føroya fyri, at
hveitibreyðsdagarnir ella
hunangsmánaðurin
hjá
samgonguni var ikki meira
enn akkurát liðugur.
Og tað hevur kanska
heldur ikki verið so nógv
tíð at finna ósemjur. Tá 21
tingmenn eru so samdir, var
tað eisini so sum so at vera
eygleiðari hendan týsmorg-
unin.
Politisku framsøgufólkini
hjá
samgonguni
róstu
hvørjum øðrum dúgliga, og
flokkarnir tóktust eisini at
nærkast hvørjum øðrum í
sjálvstýrisspurninginum.
Harður kritikkur
Fremsti kritikkarin og tann
mest ósamdi við orðingarn-
ar í løgmansrøðuni var ikki
heilt óvæntað Høgni Hoy-
dal. Hann helt ógvuliga
lítið um ætlanirnar hjá sam-
gonguni. Flestu orðini í
løgmansrøðuni
passaðu
ikki væl til hugsjónirnar hjá
Høgna Hoydal. Hann segði
millum annað, at løgmans-
røðan var lítið ítøkilig, var
á skeivari kós í fullveldis-
málinum og breiða semjan
hevði sett í »frígear«.
Var Høgni Hoydal harður
móti samgonguni, so fekk
hann minst líka nógv aftur.
Tá samgongutingmenn ikki
innanhýsis hava so nógv at
vera ósamdir um, so duga í
øllum førum at vera samdir
um at vera ósamdir við
Høgna Hoydal. Fyrstu tím-
arnir av viðgerðini var eitt
langt
orðastríð
millum
Høgna Hoydal og hansara
nærmastu
móti
breiðu
semjuni. Stríðið byrjaði
longu, tá ið Høgni Hoydal
fanst at, at Jóannes Eides-
gaard ikki var møttur upp,
tá viðgerðin byrjaði. Síðani
gekk tað slag í slag við
politisku orrustini.
Í fleiri dagar
Fólk, sum ikki fingu fylgt
við
týsmorgunin,
hava
einki at vera bangin fyri.
Viðgerðin av løgmansrøð-
uni heldur á í fleiri dagar
afturat. Edmund Joensen,
løgtingsformaður,
hevur
sett viðgerðina av løgmans-
røðuna á skránna fram til
fríggjadagin.
Viðgerðin
verður avbrotin hósdagin,
tá ætlanin er at byrja við-
gerðina av fiskidøgunum.
Fyrstu løtuna týsmorgun-
in var ikki líkt til, at við-
gerðin fór at gerast serliga
drúgv, men royndu politik-
ararnir á tingi rokna kortini
við, at tað verður drúgt,
hóast áhugin fyri at gera
viðmerkingar ikki tykjast at
vera serliga stórur.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður,
heldur ikki, at sjón-
varpsstjórin hevur
heimild at senda
Danmarks Radio
óviðgjørt i heyst
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Síðsta orðið í málinum um
Danmarks Radio og Sjón-
varp Føroya er ikki sagt
enn.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður við ábyrgd av
SvF, heldur ikki, at sjón-
varpsstjórin
Mikkjal
Helmsdal hevur heimild at
seta Danmarks Radio óvið-
gjørt á skíggjan.
– Mín tulking er, at sjón-
varpsstjórin ikki hevur
heimild at senda Danmarks
Radio, sum hann ætlar, sig-
ur Jógvan á Lakjuni.
Lamdsstýrismaðurin ætl-
ar sær at fara á fund við
sjónvarpsstjóran í næstum
um støðuna viðvíkjandi
ætlaðu samsendingini hjá
SvF við DR. Jógvan á Lakj-
uni fjalir ikki útyvir, at
hann er harðliga ímóti, at
latið verður upp fyri Dan-
marks Radio í Sjónvarpi
Føroya á henda hátt.
Landsstýrismaðurin sigur
seg vera greiðan yvir, at eitt
tílíkt mál er viðbreki. Ikki
minst tá einki er ímillum
sjónvarpstjóran og lands-
stýrismannin. Men sjón-
varpsstjórin og landsstýris-
maðurin hava hvør sína
tulking, hvat sjónvarps-
stjórin kann heimilda sær at
senda.
Landsstýrismaðurin
heldur ikki, at sjónvarps-
stjórin kann kalla tað sína
programábyrgd, tá sent
verður beinleiðis á henda
hátt frá Danmarks Radio.
– Hetta er eitt øgiliga
prinsipielt mál. Sjónvarpið
skal senda føroyskt tilfar og
vera ein týðandi táttur í at
styrkja mentanina. Tí er tað
eitt løgið stig bara at senda
Danmarks Radio á henda
hátt, sigur Jógvan á Lakj-
uni.
Landsstýrismaðurin fer
at halda fram við at kanna,
hvørjar heimildir sjón-
varpsstjórin hevur.
Hevur hetta nógva stríðið
um sjónvarpið ikki skatt
stovnin og virðingina fyri
mentanarøkinum?
– Tað havi eg onga við-
merking til. Stríðið er nak-
að fjølmiðlarnir finna uppá,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Sambært
kringvarpslógini
Mikkjal Helmsdal hevur
allatíðina, síðani málið
gjørdist alment kent, sagt,
at hann hevur heimild at
taka eina tílíka avgerð sum
at senda Danmarks Radio.
Hetta endurtekur hann í
Dimmalætting í gjár. Við
blaðið sigur sjónvarpsstjór-
in eisini, at hann er ikki
bangin fyri at missa starv
sítt. Hann metir seg hava
programábyrgdini sambært
orðingunum kringvarpslóg-
ini, og tað er við støði í
hesum – og fyri at sleppa
undan uppsagnum – at
hann hevur tikið nógv um-
røddu avgerðina um at
senda Danmarks Radio
óviðgjørt og beinleiðis í
heyst.
Tað er í løtuni óvist, nær
samsendingin við Dan-
marks Radio byrjar, men
ætlanin um at senda Dan-
marks Radio stendur við.
Ætlanin er, at føroysku
sendingar skulu sendast í
einum blokki hvørt kvøld.
Aðrar tíðir verður samsent
við Danmarks Radio. Men
tað er ikki heilt greitt enn,
um hesin leisturin verður
valdur ella redigerað verður
so ella so í tilfarinum frá
DR.
Meira fyri minni
Í feskastu ársfrágreiðingini
hjá Sjónvarpi Føroya verð-
ur sagt, at nøgdin av før-
oyskum tilfari fer at minka
komandi ári. Orsøkin er
vantandi fíggjarlig orka til
at framleiða meiri føroyskt
tilfar. Frá farna landsstýrið
fekk Sjónvarp Føroya játtað
eina økta inntøku við fýra
hundrað krónum netto fyri
hvønn hyggjarar. Men nú
verður framleitt enn minni
– Eg haldi tað vera heilt
ótrúligt, at sjónvarpið klár-
ar at framleiða minni fyri
meira. So nógv eru lønar-
útreiðslurnar ikki voksnar,
sigur Jógan á Lakjuni
Men landsstýrismaðurin
vil ikki gera nakrar við-
merkingar til, um hetta fær
nakrar fylgjur fyri sjón-
varpsstjóran.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður:
Sjónvarpsstjórin fer út um sína heimild
Breiða semjan helt tørn
Tað er ikki tað sama at sita í andstøðu. Sum andstøða bar væl til at kritisera, men kritikkurin
heglaði eisini á Tjóðveldisflokkin í tinginum týsmorgunin
Mynd: Maria Olsen
Tað var langt frá fyrrverandi samgongustríðum í tinginum
týsmorgunin. Um smílini vera eins »breið« eftir komandi
ólavsøku, skal ikki verða sagt her
Mynd: Maria Olsen
Jógvan á Lakjuni heldur ikki, at sjónvarpsstjórin hevur heimild
at senda Danmarks Radio óviðgjørt og beinleiðis ætlanin er
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
3
2