Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 145 - 4. august 2004 Nr. 145 - 4. august 2004 5 Leygardagin skipa kunningarstovurnar í Suðuroynni aftur fyri tiltaki og ein áhuga- verdur gongutúrur stendur áhugaðum í boði. Gingið verður millum Hvalba og Tvøroyri og søgulig støð eru á leiðini GONGUTÚRUR Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Ferðavinnan í Suðuroynni við kunningarstovunum á odda hevur verið virkin í summar og mangir áhuga- verdir gongutúrar hava ver- ið, eins og túrar við slupp- ini Johonnu TG 326. Leygardagin verður aftur hildið avstað og stendur tað áhugaðum í boði at uppliva leiðina millum Hvalba og Tvøroyri, har mong søgulig støð eisini eru, umframt at náttúran er sera vøkur. Leiðin Gøtan byrjar á Fitjunum vestanfyri Nes í Hvalba. Gingið verður niðan á Lítla Hamar og víðari til Prest- gøtu, sum er steinløgd og her er vallað. Gøtan er breið, helst so tað ikki skuldi vera neyðugt hjá presti at fara av hestinum. Gøtan gongur niðan í Kára- gjógv, har Kári prestur segðist at detta oman. Upp gjónna er gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør at ganga. Tað tekur umleið ein hálvan tíma at koma upp á fjallið. Vit koma til ta fyrstu høvdina, sum er kallað "Lítli Íslendingur", og beint vestanfyri eru "Sigmundar- steinarnir". Teir eita Sig- mundur, Tórður og Einar. Søgnin sigur, at Sigmundur Brestisson hevur borið steinarnar niðan. Gongur tú millum teirrra, verður tú antin gamal í stundini, ella gongur tú ikki av árinum. Komin niðan á Íslending, er framúrskarandi útsýni. Hálva leið millum Hvalba og Mannagjógv, hevur tú einastandandi útsýni yvir Vatnsdal og Vatndalsvatn - her er nógvur fuglur. Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi av Tvøroyri til ávíkavist kunn- ingarstovurnar á Tvøroyri og í Vági. Latið bilin standa við kunningarstovurnar, tí tá bussur koyrur, er ikki neyðugt at hava egnan bil til gongutúrarnar. Soleiðis hevur gongufólk ikki høvuðbrýggj eftir loknan túr, at muga fara eftir bili- num við byrjanarstaðið fyri gongutúrin. Tekning og prísur Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin, men fyri børn er túrurin ókeypis. Bussur koyrir av Kunn- ingarstovuni í Vági kl. 10.00 og av Kunningarstov- uni á Tvøroyri kl. 10.30 til Hvalbiar. Bussurin koyrir út í Nes, Hvalba. Bindandi tekning til túrin skal gerast á kunningar- stovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningar- stovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Gott at hava við Havið heit og góð klæði, góðar skógvar ella styvlar, matpakka og ein drekka- munn við. Hevur tú kikara og eitt kort yvir økið, har gingið verður við tær, gerst túrurin óivað áhugaverdari. Úr Hvalba til Tvøroyrar til gongu C M Y K 5 4