Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 145 - 4. august 2004 Nr. 145 - 4. august 2004 7 að tosaði um, at tiltakið er ein gamal dreymur hjá føroyingafeløgunum í Dan- mark. At skipa fyri kapp- róðuri í kanalunum í Keyp- mannahavn er ikki bara sum at siga tað, og hóast lovað varð, at havnarbuss- arnir skuldu sigla varliga, eydnaðist tað ikki heilt at halda óviðkomandi burtur. Hetta órógvaði róðurin eittsindur, men hetta mátti so takast við hesu ferð - vónandi finst ein loysn komandi ár. Tríggir róðrar vórðu. 6- mannafør við kvinnum, 6- mannafør við monnum og 10-mannafør, og vóru bæði føroyingar, danir og grøn- lendingar umboðaðir. Um- framt ólavsøkugestirnar á Bryggjuni vóru nógvir for- vitnir áskoðarir á Knippels- bro, har starturin var, eins og nógv fólk steðgaðu á at hyggja í Nyhavn, sum liggur beint yvirav Norður- bryggjuni. Um kvøldið kom lokala sjónvarpið, TV2 Lorry á vitjan og við eitt tóktist endamálið við Norðurbryggjuni at standa sera klárt - nevniliga at styrkja norðurlendska sam- leikan og markera okkum sum tjóð. Norðurbryggjan er umframt at vera ein karmur um okkara ment- unarlív uttan iva ein pallur í hjartanum í Keypmanna- havn, har vit kunnu sýna okkara mentan fram og kveikja áhuga fyri okkara landi. Afturvendandi tiltak Hóast føroyingar í Keyp- mannhavn halda ólavsøku, ger restina av býnum tað sjálvsagt ikki, og umframt trupuleikan við, at fáir før- oyingar eru niðri á ólav- søku, ávirkaði tað eisini tiltakið, at tað fall á tveir gerandisdagar. Fólk, sum skuldu rógva, kundu ikki, tí tey vóru til arbeiðis, eins og kvøldini endaðu tíðliga tí tey flestu skuldu til arbeiðis næsta dag. Tó var tiltakið væleydnað og verður uttan iva endurtikið, sigur Martin Fjallstein, dagligur leiðari av Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn, ið hevur verið ein drívmegi aftanfyri ólav- søkuhaldið á Bryggjuni. Úrslit frá róðrunum Menn: 1. Knørrur 2. Arkin (Neystið) 3. Grønland Kvinnur: 1. Knørrur 2. Kagså (Neystið) 3. SAS báturin, Danmark 10-mannafør: 1. Vágbingur (Neystið) 2. Tvørábáturin Skerpikjøt, , andaligt møti fyri summi, ein køld føroysk øl til onnur. Tað hoyrir ólavsøkuni til. Men fyrst og fremst hoyrir Havnin ólavsøkuni til - hon er ikki tann sama uttan. Hinvegin er ólavsøkan á Norðurbryggjuni eitt frálíkt høvi at vísa umheiminum hvørji vit eru, og er sera hugnalig at fara til ÓLAVSØKA Marjun Dalsgaard Føroyingar, ið eru burtur- staddir 28. og 29 juli munnu hugsa serliga nógv um klettarnar hesar báðar dagarnar. Men í ár vóru ráð fyri tí, um heimlongsulin gjørdist ov tungur at bera - í øllum førum, var tú stødd í danska høvðusstaðnum. Ólavsøka varð fyri fyrstu ferð í ár hildin við kapp- róðri, popkorni og midnátt- arsongi í Keypmannahavn. Tað var ikki tað sama uttan Havnina, men samanum- tikið eitt frálíkt tiltak, ið vónandi verður endurtikið. Tað var forkunnugt og vakurt at síggja føroysku kappróðrarbátarnir kappast í sólini við Nyhavn í bak- grundini. Á Bryggjuni var høvi at keypa ballónir, breyð við føroyskum við- skera og eina føroyska øl - eina tú kundi drekka úti - og ólavsøkuveðrið var nokk av tí besta, ein kundi ynskja sær. Kvinnur vóru í før- oyskum búna og Kristna- stova hevði sangløtu inni á Norðurbryggjuni. Kapp- róðurin úr Føroyum hoyrd- ist, frá einum hátalara og rættu-liga nærverandi gjørdist ólavsøkan, tá úr- slitini komu, og fólk, sum vóru komin saman á Bryggjuni, fegnaðust harð- mælt um vinnararnar í Før- oyum. Midnáttarsangurin, sum var 28. juli, endaði við einum stórsligum fýrverka- ríið og ólavsøkugestirnir hildu síðan inn á Bryggjuna at svinga til dansitónleik við BE4 við Kristinu Held- arskarð, Ian Onghamar, Jan Petersen og Axel Eystur- stein. 29. var konsert við Stan- ley Samuelsen, Sámal Ravnsfjall, Hanus G. Jo- hansen, Petersen-Olsen- Lawaetz trio og Týr. Fjølmentað ólavsøka Eftir at kappróðarbátarnir við føroyskum, íslendsk- um, grønlendskum og donskum fløggum høvdu róð uppvísiningsróður og lagt seg við bryggjuna til skotska framførslu av sekkjapípuspæli, helt leið- arin á Sendistovu Føroya, Tryggvi Johansen setunar- røðu, har hann millum ann- Á tann deiliga Keypmannahavn... Mennirnir á Knørri fáa handað gull Róðurin hjá kvinnum er júst startaður Elinborg Joensen, formaður í føroyingafelagnum í Ballerup og maður hennara, Sigmundur Joensen Hilda og Jørgen høvdu funnið sær føroyska búnan fram Hanus Johansen spældi til konsertina 29. Her fær hann sær eitt prát við Niels Salmony frá Neystinum, sum hevur verið formaður fyri ólavsøkubólkin í ár. Kvinnurnar leggja seg klárar at rógva C M Y K 7 6