mikudagur 4. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 145 - 4. august 2004
Nr. 145 - 4. august 2004
9
- Sjálvt teir bátar, sum
kundi verið tryggjað-
ir móti omanlopi,
verða nú umbygdir til
línuskip, sigur Heini
O. Heinesen, sum í
fleiri ár var limur og
eisini formaður í
vinnunevnd løgting-
sins. Hann heldur, at
hevði lógin um
vinnuligan fiskiskap
verið hildin, hevði
ikki verið neyðugt við
teimum skerjingum í
fiskidagatalinum,
sum verið hava, síðan
skipanin sá dagsins
ljós fyri átta árum
síðan
FISKIDAGAR
Vilmund Jacobsen,
vilmund@sosialurin.fo
Heini O. Heinesen, sum
hevur verið limur í vinnu-
nevnd løgtingsins í mong
ár, heldur ikki, at upp-
skotna skerjingin í fiski-
dagatalinum, sum lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum, Bjørn Kalsø, hevur
lagt fyri tingið, er nakað at
tosa um í mun til økta
veiðitrýstið, vit hava havt,
síðan vit fingu fiskidaga-
skipanina.
Hann vísir á, at í lógini
um vinnuligan fiskiskap
stendur, at veiðitrýstið skal
ikki veksa, men heldur
minka, tá ið útskiftingar
fara fram. Er trýstið vaksið,
sum vit øll vita, tað er, er
lógin brotin.
Trýstið økt
Fyrrverandi vinnunevndar-
limurin ásannar, at fyri at
kalla hvørja útskifting, ið
verið hevur, er veiðitrýstið
økt, og í fleiri førum er tal-
an um rættiliga stóra øking.
Haraftrat hevur umsetilig-
heitin økt um trýstið á
fiskastovnarnar.
- Upprunaliga var eg
ímóti umsetiligheit, men
seinni havi eg ásannað, at
skal vinnan rekast undir bú-
skaparligum treytum, sum
neyðugt er, er eisini neyð-
ugt við eini ávísari umseti-
ligheit.
Heini leggur tó alstóran
dent á, at bæði umsetilig-
heitin og útskifting av skip-
um og bátum skulu vera
innan karmarnar av lógini
um vinnuligan fiskiskap.
- Men, sum tíðin er liðin,
eru broytingar framdar í
lógini, sum heldur ikki er
fullfíggjað.
Hann torir ikki at leggja
høvdið á blokkin fyri, at
eingin sum helst skerjing
av fiskidøgum hevði verið
neyðug, um lógin varð
fylgd.
- Søla av fiskidøgum fer
fram, og fiskidagar verða
seldir frá skipum, sum ikki
hava verið í nakrari serlig-
ari vinnu, til skip, sum eru í
vinnu at kalla alt samdøgn-
ið.
Verri grundarlag
Heini heldur, at Fiskimála-
ráðið hevur sæð ímillum
fingrarnar við alt ov mong-
um viðurskiftum á økinum,
og ikki minst finst hann at
ráðnum fyri eitt nú at hava
latið trolarar umbyggja til
línuskip, sum fiska í bólki
4.
- Dømir eru um, at tveir
útróðrarbátar verða tiknir
út, og síðan verður ein um-
bygdur trolari settur inn í
staðin. Á henda hátt økist
veiðitrýstið - onkuntíð við
heili 100 prosentum, sam-
stundis sum grundarlagið
verður tikið undan útróðr-
arflotanum og línuskipun-
um, tí ov fáir dagar verða í
part.
Fyrrverandi vinnunevnd-
arlimurin heldur, at soleið-
is, sum lógin um vinnulig-
an fiskiskap hevur verið
umsitin, eru garðar niður-
brotnir, og næstan einki
mark hevur verið fyri, hvat
hevur latið seg gera.
Heini sat 19 ár á tingi, og
flestu av hesum árum var
hann eisini limur í vinnu-
nevndini. Nøkur ár sat hann
eisini sum formaður. Hann
hevur havt stóran áhuga
fyri fiskivinnuni og økis-
friðingarnar, sum vit fingu
í januar 1994, vóru í fyrsta
lagi hansara "barn". Í juni
1996 fingu vit so eisini
fiskidagaskipanina.
- Eg haldi meg tí kenna
fiskiveiðiskipanina
og
tankarnar aftanfyri hana
rættiliga væl, og eg haldi
meg eisini vita, hvussu
henda skipan átti at verið
umsitin.
Mark uppeftir
Hann sigur, at avleiðingar-
nar av skerjingunum, sum
Heini O. Heinesen:
Spekulantar hótta fiskidagaskipanina
Heini O. Heinesen heldur tað vera í tráð
við lógina um vinnuligan fiskiskap, at trý
loyvi verða løgd saman í tvey, soleiðis
sum eitt nú P/F Beta í Saltangará gjørdi,
tá ið felagið skifti tríggjar av gomlu kuba-
trolarunum út við tvey nýggj skip. – Men
tað átti ongantíð at verið loyvt at lagt trý
loyvi saman í eitt, heldur fyrrverandi
vinnunevndarlimurin.
Mynd: Vilmund Jacobsen
standast av, at lógin ikki
verður fylgd, í longdini fara
at ganga útyvir teir, sum
ikki hava keypt fiskidagar.
- Eg haldi, tað vera spell,
at fiskiveiðiskipanin nú
verður hótt av spekulant-
um, sum einki hava havt
við fiskivinnuna at gera. Tá
ið trýstið økist, verður
samlaða dagatalið skert, og
tað gongur í fyrsta lagi út-
yvir teir, sum kanska bara
hava eitt loyvi og ikki hava
keypt sær eyka fiskidagar.
Heini heldur, at skal
veiðitrýstið minkast í mun
til tað, sum trýstið er økt,
síðan vit fingu fiskidaga-
skipanina,
hevði
verið
neyðugt við eini skerjing
upp á eini 25-30%.
- Hetta hevði so í fyrsta
lagi tikið grundarlagið und-
an teimum, sum ikki hava
tryggjað seg við at keypa
eyka fiskidagar, sigur hann.
Fyrrverandi
løgtings-
maðurin sigur, at uppruna-
liga ætlanin við fiskidaga-
skipanini var, at tú ongantíð
skuldi kunna leggja meira
enn tvey fiskiloyvir saman
– hetta til tess at umgangast
ov stórar broytingar í flota-
num av hesum.
Hann heldur, at tað átti at
verið eitt mark uppeftir,
hvussu nógvar fiskidagar,
eitt skip kann keypa.
- Eitt slíkt hámark vantar
í lógini, men hesar áseting-
ar kundi landsstýrismað-
urin gjørt við kunngerð.
"Nummarplátur"
Heini heldur tað vera nógv
fyri at síggja, hvussu fiski-
dagaskipanin hevur verið
umsitin í Fiskimálaráðnum.
- Vit hava brúkt einar 500
miljónir krónur til upp-
høgging
og
einar
25
miljónir krónur at fáa skitt-
fiskabátarnar út av grunni-
num. Tí er tað ógvuliga
harmiligt, at Fiskimálaráð-
ið ikki hevur umsitið lógina
betur.
Hann fer so vítt sum at
siga, at Fiskimálaráðið hev-
ur latið menn, sum hava
veiðiloyvi í bólki 5, selt
gamlar
"nummarplátur",
síðan
lógarbroytingar
vórðu framdar á økinum.
Hetta hevur eisini verið við
til at máað støðið undan
fiskidagaskipanini.
- Eg vísti í síni tíð á, at
henda broyting í lógini var í
stríð við grundlógina. Men
tá var ikki so stórur áhugi
fyri hesum bóki, og broyt-
ingin, sum vit fingu í 1995,
kom inn í lógina saman við
øðrum broytingum.
Heini heldur, at tað hevur
verið við til at máað støðið
undan fiskidagaskipanini,
at útróðrarloyvi eru løgd
saman til línuskip.
- Eg haldi, at Fiskimála-
ráðið í fyrsta lagi hevur
ábyrgdina av, at veiðitrýstið
er økt, tí ráðið hevur næstan
kunnað skipað viðurskift-
ini, soleiðis sum tey sjálvi
hava viljað. Í staðin fyri at
halda lógina, er eitt økt
veiðitrýst
"potað"
inn
gjøgnum bakdyrnar, og
politiskt er tað serliga
Fólkaflokkurin, sum hevur
hildið,
at
upprunaligu
karmarnir í lógini vóru ov
trongir.
Línuflotin veksur
Hann sigur, at tá ið lógin
um vinnuligan fiskiskap
varð smíðað, vóru 19 línu-
skip inni í skipanini, men
við verandi gongd fara hesi
skjótt at tátta í tey 30.
- Sjálvt teir bátar, sum
eins væl kundu verið
tryggjaðir móti omanlopi,
verða nú umbygdir til línu-
skip. Tveir "tøtlar" verða
koyrdir út úr flotanum, og
síðan verður ein trolari um-
bygdur og fær fiskiloyvi
hjá hesum bátum.
Fyrrverandi vinnunevnd-
arlimurin heldur, at mark
eisini átti at verið fyri,
hvussu leingi fiskidagar
kunnu seljast.
- At fiskidagar verða
seldir eitt ár í senn, er sínar
sakir, men verða fiskidagar
seldir forewer, sum Heini
tekur til, heldur eisini um-
setiligheitin uppat.
Heini O. Heinesen sigur,
at hann í sínum starvi sum
løgtingsmaður
stríddist
ímóti, at fiskidagaskipanin
fekk ta lagnu, sum hon
fekk.
- Men so hvørt, sum
fiskiloyvir meira at kallað
gjørdust til politiskt mutur
uppundir val, gleið eg líka-
sum meira og meira burtur
ímillum í hesum kjaki, sig-
ur
vinnunevndarlimurin
gjøgnum mong ár.
- Tað er spell, at fiskiveiði-
skipanin nú verður hótt av
spekulantum, sum einki hava
havt við fiskivinnuna at gera.
Tá ið trýstið økist, verður
samlaða dagatalið skert, og
tað gongur í fyrsta lagi útyvir
teir, sum kanska bara hava
eitt loyvi og ikki hava keypt
sær eyka fiskidagar, heldur
Heini O. Heinesen
- Vit hava brúkt einar 500
miljónir krónur til upphøgg-
ing og einar 25 miljónir
krónur at fáa skittfiskabátar-
nar út av grunninum. Tí er
tað ógvuliga harmiligt, at
Fiskimálaráðið ikki hevur
umsitið lógina betur, sigur
Heini O. Heinesen
- Tveir "tøtlar" verða
koyrdir út úr flotanum, og
síðan verður ein trolari
umbygdur og fær fiski-
loyvi hjá hesum bátum,
vísir Heini O. Heinesen á.
Myndin, sum Rúna Sivertsen
hevur tikið, er tilvildarlig