mikudagur 4. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 145 - 4. august 2004
Nr. 145 - 4. august 2004
11
Í ólavsøkurøðu síni kom løgmaður inn á spurn-
ingin um at varðveita og menna vælferðarsam-
felagið. Hann tosaði um at leggja tey menn-
iskjansligu virðini í politikkin, so at politikkurin
alla tíðina hevur sum mál at skapa eitt betri og eitt
tryggari samfelag - lata politikkin stutt og greitt
snúgva seg um menniskjuni. Løgmaður talaði um
tað góða samfelagi, sum vit skulu byggja í felag,
sum hann tók til við einum vælkendum Palme-
sitati.
Ítøkiliga merkir hetta, at landsstýrið hevur sett
sær fyri at betra um umstøðurnar hjá okkara
eldru. Tilboðini til teirra skulu samsvara við tørv-
in hjá tí einstaka. Tørvurin á røktarheimsplássum
er stórur, og í samstarvi við kommunurnar verður
arbeitt við at útvega fleiri pláss. Arbeitt verður
eisini við at gera eina føroyska forsorgarlóg, sum
skal koma í staðin fyri galdandi donsku lógina frá
sekstiárunum. Forsorgarlógin skipar grundleggj-
andi viðurskifti millum einstaklingin og tað
almenna. Løgmaður vísti á hetta, at vit fyri fyrstu
ferð fara at umrøða, hvat vit í Føroyum halda, at
skyldurnar hjá tí almenna eru fyri einstaklingin,
og skyldurnar hjá einstaklinginum eru fyri tí
almenna. Forsorgarlógin fer við hesum at vera
grundað á okkara egna samfelag. Arbeiðið er sera
víðfevnt og er tí skipað í stigum. Tað verður eftir
ætlan liðugt um trý ár.
Samgongan ætlar eisini at loysa eftirlønarmálið.
Avgjørt er at styrkja samhaldsfasta við at hækka
inngjaldið upp í 1,5 %. Við hesum verða betri
fyritreytir fyri at røkka einum góðum úrsliti við
eini pensjónsskipan, ið byggir á tríggjar súlur,
ávikavist fólkapensjón, samhaldsfasta og eina
eftirlønaruppsparing. Við fólkapensjónini og
samhaldsfasta verður tryggjað ein rímilig minsta-
pensjón.
Tað er at fegnast um, at vælferðin aftur er komin
á politisku dagskránna, og ásannast má, at hetta er
í tøkum tíma. Eftir at vit nú í seks ár hava havt eitt
týðandi om mangan fruktagott orðaskifti um
ríkisrættarligu støðu Føroya, eiga vit at taka upp
táttin at menna vælferðina hjá vanligum fólk, hjá
pensionistum og einsamøllum uppihaldarum.
Vónandi fara allir flokkar at taka væl ímóti hesari
útmelding og vónandi fara ítøkilig úrslit at spyrj-
ast burtur úr hesum góðu ætlanum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt gott samfelag
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Nina Dahl
Sad i et møde, da de
begyndte at snakke om den
nye gruppe af offentlige
ansatte: de forhenværende
timelønnede. Hvad lignede
det, at de kunne være hjem-
me hos syge børn med fuld
løn, mens de timelønnede
på filetfabrikkerne ikke
kunne? – Nu var det ikke
det, mødet drejede sig om –
så jeg kommenterede det
ikke – det vil jeg gøre her.
Når krisen kradser, og
der mangler penge i bud-
gettet, er det som oftest den
billige arbejdskraft, den
først rammer. De ufaglærte
er en sådan gruppe – det er
en bitter erfaring - . Det var
den
erfaring,
der
fik
Havnar Arbeiðskvinnufe-
lag til i 2001 at indgå en
overenskomst for ufaglært
timelønnet personale i det
offentlige, rengøringsfolk,
vaskeriarbejdere og køk-
kenhjælpere. – Fra at være
timelønnede blev de fast
ansat og fik nogle af de
samme rettigheder som
andre offentligt ansatte, bl.
a. 3 måneders opsigelse
efter 2 år og at kunne være
hjemme ved børns første
sygedag 10 dage i alt pr. År.
20 dage, hvis der er mere
end tre børn under 10 år.
Det lyder roserødt, men
alt har sin pris. Før 2001
fik de timelønnede i det
offentlige samme %-satser
for merarbejde som i den
private overenskomst, 65%
i lørdagstillæg, 100 % i
søndagstillæg – mange ar-
bejdede i faste weekend-
vakter, hvis man kan tale
om timelønnede og faste
vakter – det faldt altsam-
men væk og blev i stedet
erstattet af faste tillæg, der
var langt mindre, og af-
spadsering for søn og
helligdagstimer– for nogen
var det en løntilbagegang.
Til gengæld fik alle del i
nogen sosiale goder, som
hidtil kun havde været for
funktionærgruppen.
Der var ingen cham-
pagnepropper, der sprang,
da overenskomsten blev
underskrevet, og mange
mente vel, at dem, der
underskrev den, ikke var
helt velforvarede.
Mange har vel haft deres
del i den, men havde for-
kvinden i Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag, Vígdis Jo-
hannesen, ikke sat alt ind,
også sin egen stilling som
forkvinde, var den over-
enskomst aldrig kommet i
hus. Da overenskomsten
blev underskrevet, var øko-
nomien god, og der var
arbejde til næsten alle, men
hun vidste af bitter er-
faring, fra sit daglige ar-
bejde, at næste gang øko-
nomien var i en bølgedal,
ville de første, der fik en
fyreseddel, være de time-
lønnede. Man bliver nødt til
at se tingene i et langtids-
perpektiv. Det er altså
forklaringen på, hvorfor de
ufaglærte offentlige ansatte
kan være hjemme hos syge
børn i modsætning til de
ufaglærte på det private
arbejdsmarked – men der er
altså betalt!!!
Súni í Hjøllum
bygdaráðslimur í Nes
kommunu
Av og á verður tú sum
bygdaráðslimur spurdur av
borgarum um mál, sum tú
als onga ávirkan hevur á. Í
hesum føri eri eg spurdur
um eitt mál av einum
hjúnum, sum eru komin
upp um tey 80 árini. Málið
snýr seg um heimarøktina.
Í skrivi dagfest 18. juni
skrivar
økisleiðarin
til
teirra: "Vegna nógv økta
arbeiðsbyrðu, serliga nú í
summar,
umframt
at
starvsfólkini hjá okkum
fara í summarfrí, mugu vit
tíverri siga frá, at vit ikki
verða før fyri at veita
tygum reingerð í juli og
august mánaða í ár."
Halda tygum, at hendan
tænastan er nøktandi?
Eisini loyvi eg mær at
spyrja, um tað er rætt skilt,
at eldrasambýlini eru so
undirmannaði við starvs-
fólki nú, at neyðugt er at
biðja tey avvarðandi hjálpa
til?
De nye offentlige ansatte
Heimarøktin – ein spurningur til Hans Paula
Strøm, landsstýrismann
Føroyskir útisetar í
øllum aldri vóru
farnir á konsert á
Bryggjuni á Ólav-
søku. Fyrireikararnir
høvdu fingið kendar
sangarar og bólkar úr
Føroyum at spæla í
glæsiligu hølunum á
Bryggjuni. Hetta
kvøldið spældu nøvn
sum Hanus G.
Johansen, Týr, Sámal
Ravnsfjall, Stanley
Samuelsen og onnur
KONSERT
Kim Simonsen
Rættuliga nógv fólk var
samankomið hetta kvøldið.
Millum føroyingarnar hetta
kvøldið vóru kanska flest
eldri útisetar. Tey ungu
lesandi eru mest í Føroyum
um hetta mundið. Útisetar-
nir í Keypmannahavn hava
teirra egna útisetasamfelag.
Sjálvandi halda føroyingar
uttanlands eisini ólavsøku.
Til ólavsøkuna hoyrir eisini
tónleikurin til slíkt veitslu-
lag. Nøvn sum Hanus G.
Johansen og Sámal Ravns-
fjall skaptu rætta veitslu-
dámin hetta kvøldið. Týr
settu lív í at enda, sjálvt um
hetta er eitt vánaligt or-
kestur. Hesir mennirnir eru
nærum óviljaðir skemti-
ligir.
Tað var eitt sindur spell
at fara innandura hetta
kvøldið. Vit sótu á stóru
caféini Luftkastellet, ið er
granni at Bryggjuni. Har
var óført av fólki komið
saman. Hetta er kanska ein
av teim smartastu caféun-
um í Danmark, ið bert ligg-
ur eitt fótafet frá Bryggjuni,
men á Bryggjuni var tóm-
ligt uttanfyri. Tað kemur at
taka eitt stórt arbeiði hjá
hesum stað at kappast við
øll tey hundravís av til-
boðum í Keypmannahavn.
Hesin býurin, ið herfyri
bæði varð valdur sum ein
hin dyrasti býurin í heim-
inum, men eisini ein av
teim liviligastu. Veðrið var
av tí fagrasta, sum yrkjarin
tók til :
"og kenni regnið og hoyra
stormin
og havið duna
og verða burtur í
summarsælu
og vætubruna"
Ricard Long
Uttan fyri vóru telt, á
Molanum hevði matstovan
Noma sett borð kring lista-
verkið hjá Tróndi Paturs-
son. Í mun til Luftkasstellet
var tómligt á Noma. Hetta
kvøldið var heldur løgi at
traðka inn í eitt føroyskt
hátíðarhald. Sjálvum hevði
mær dámt nógv betur at
kunna sitið uttandura, men
so høvdu fyrireikararnir
ikki kunna fingið peningin
aftur fyri stóra og dýra
tiltakið. Veðrið í ár hevur
heldur ikki verið so gott. Tá
fleiri hundrað fólk koma
saman í einum stórum
veitsluhøll gerst heitt og
slavið. Eg haldi ikki, at
hetta hølið var so vælegnað
sum konsertstað. Ein helvt
av salinum hoyrdi tónleik-
in, meðan hin helvtin drakk
øl, prátaði og hugnaði sær.
Sum so minti hetta tiltakið
um eitt meiri óformelt
cafékvøld í Føroyahúsin-
um. Eg havi verið til kon-
sert fyrr á Bryggjuni bæði
við Teiti og Enekk, ið rigg-
aðu nógv betri og vóru
eisini
heldur
stuttari.
Kanska programmið var ov
stórt. Fólk hava hug at
heilsa upp á kenningar og
vinir eitt slíkt kvøld, ið
skapar ein róm, ið ikki
riggar við stillar og inni-
ligar sangarar sum Hanus
G. Johansen og Sámal
Ravnsfjall. Tá Týr koma
fram at sum teir seinastu
megnaði hesin hartspæl-
andi bólkurin tó at spæla
gjøgnum allan salin.
Við at seta so nógv ymisk
nøvn á skránna høvdu
fyrireikarnir roynt at geva
bæði yngri og eldri hvat tey
vilja hava, men tað er enn
ein stórur munur á Stanley
Samulsen og Týr. Hetta er
sum at seta Sunnleif Ras-
mussen og 200 at spæla
sama kvøld. Annars spældu
Bo Liengård og Petersen-
Olsen-Lawaetz trio eisini.
Fólksangur á høgum
støði
"Eg leit í tíni eygu -
og skelvandi eg sá:
øll heimsins dýrd og tregi
í dýpi teirra trá"
Richard Long
Tað var ikki minni enn eitt
bragd, Hanus G. Johansen
gjørdi, tá hann fór undir at
tulka
yrkingarnar
hjá
hargarskaldinum.
Hanus G. Johansen
Hanus G. Johansen kenna
øll sum ein fínan tolkara av
Poul F. Joensen, Hans
Andreas Djurhuus, Richard
Long, T. N. Djurhuus,
Bernhard
Brim.
Hetta
kvøldið sang hann eisini
onkra yrking eftir Omar
Khajjam, ið doyði í 1122.
Hanus upptraðkar við ein-
um serligum hugtakandi
eymleika, ið skapar eina
smittandi lívsgleði. Hann
velur mangan beiskar og
sorgarbundnar vísur, men
sangurin er júst merktur av
einum serligum pathos, ið
ger at hann er rørandi.
Hanus torir at siga okkum
okkurt og ger tað fegin.
Váð(g)averk
"Bygdin her hjá okkum hon
er full av originalum
inn millum sløðist onkur
hendinga normalur (…)
S. Ravnsfjall
Vágamaðurin
Sámal
Ravnsfjall hevur eitt serligt
sound, ið kann verða torført
at skilja. Tað er sum um eg
hómi eitt ekkó av øllum frá
Bob Dylan, Neal Young og
Tinganest. Her er bæði
fólkatónleikur og serligir
dansitónar
vit
mangan
hoyra í Føroyum. Hann
dugir væl at standa á einum
palli. Tekstirnir hjá honum
eru mangan stuttligir og
absurdir. Teir bestu eru teir,
hann sjálvur hevur skrivð
sum "Á trappuni hjá Lenu"
og "Eftir bygdagøtum".
Hvør bygdadrongur skilir
ikki:
"Ja…67 var herviligt hjá
okkum bygdasviskum
tá roykurin frá pípunum
hekk yvir San Francisco
tað kendist nokkso undar-
ligt tað mugu vit væl siga
at vera til ein happening
í neystinum hjá Dia"
Í sanginum endar høvundin
við niðurstøðuni, at tey á
bygd, ella í Føroyum: "sita
jú enn á trappuni hjá Lenu
meir og minni". Sámal hev-
ur sjálvur ferðast víða um
heimin og hevur sæð annað
enn trappuna hjá Lenu.
Hetta er eisini ein tanki, ið
mangan stingur seg upp, tá
eg vitji aftur í Føroyum, at
alt á ein hátt er sum tað var
í 1975, ella í 1981. Men
millum tey yngru eru góð
nøvn komin fram sum
Teitur, Eivør, Gestir og
Enekk. Føroyar er í eini
broytingartíð millum trapp-
una hjá Lenu og stórbýarlív
í Keypmannahavn. Vón-
andi gloyma vit ikki trapp-
una hjá Lenu, tí tað er har
tey flestu av okkum byrj-
aðu.
Hvíldarløta
Tað er mangan nakað ser-
ligt fyri ein útiseta at koma
saman við føroyingum. Har
sær man kend andlit og
minni kend. Gjørligt er at
drekka føroyskar øl. Haldi
at Black Sheep er ein heilt
góð øl, ið langt frá smæðist
burtur millum aðrar góðar
øl. Jú hatta var ein góð
ólavsøka í Keypmanna-
havn.
Konsert á Bryggjuni
Tá poppurin úr Liverpool tók land á fyrsta sinni
sótu vit á trappuni hjá Lenu meir og minni
ímillum belj og hundagoyggj vit hoyrdu nýggja ljóðið
sum haraftrat varð álað sundur av transistorskróvi
"Á Trappuni hjá Lenu", Sámal Ravnsfjall frá Váð(g)averk.
Tá Týr koma fram at sum teir seinastu megnaði hesin hartspælandi bólkurin tó at spæla
gjøgnum allan salin
Hanus G. Johansen kenna øll sum ein fínan tolkara av Poul F.
Joensen, Hans Andreas Djurhuus, Richard Long, T. N.
Djurhuus, Bernhard Brim. Hetta kvøldið sang hann eisini
onkra yrking eftir Omar Khajjam, ið doyði í 1122
Nógv fólk vóru á konsertini á Bryggjuni á ólavsøku
C
M
Y
K
11
10