Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 145 - 4. august 2004 Nr. 145 - 4. august 2004 13 Samskip kenna seg ikki hóttan, hvørki av Eimskip ella nógva tosinum um loftvegis fiskaflutning. – Føroyskur fiska- flutningur fer altíð at hava brúk fyri fleiri rutum, og vit eru komnir fyri at vera, sigur Niclas Niclasen, sølustjóri á Samskip FLUTNINGSVINNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað hevur hilnast væl hjá Samskip við farmaleiðini millum Ísland, Føroyar og europeiska meginlandið, sum byrjaði í april mánað. Undirtøkan hevur verið góð líka frá byrjan, og í løtuni verður bíðað eftir, at fesk- fiskaútflutningurin verður klárur um mánaðarskiftið august/september. Sølu- stjórin á Samskip, Niclas Niclasen, hevur sera góða vónir til hendan partin av útflutninginum, sum í løt- uni bara sær út til at vaksa. Skjótan feskfiskaflutning Samskip byrjaði nýggju farmaleiðina við einum skipi, Skaftafelli, men longu í juni varð neyðugt at seta eitt skip afturat inn í siglingina, og reiðaríið keypti tá skipið Akrafell. Við tveimum skipum á rut- uni varð ferðaætlanin sam- stundis broytt soleiðis, at nú verður sigt av Klaksvík hvørja viku í staðin fyri aðruhvørja. Broytingin hækkaði munandi um tæn- astustøði, serliga fyri fesk- fiskaútflutningin, tí farið verður úr Klaksvík mána- kvøld, og longu hósmorgun er fiskurin klárur at út- flýggja í Onglandi. Komnir fyri at vera Stutt eftir, at Samskip var byrjað flutningin úr Klaks- vík, fór Eimskip undir flutning á somu leið. Men sambært Niclas Niclasen fer hetta ikki at ávirka teir stórvegis, av tí at Eimskip siglir við plattum, meðan skipini hjá Samskip flyta full-load bingjur. Nógva tosið um loftvegis fiskaflutning fær heldur ikki sølustjóran at kenna seg hóttan, tí tær nøgdirnar koma at verða so smáar og lutfallsliga dýrar, at talan neyvan fer at verða um veruliga kapping. – Føroyski fiskaútflutn- ingurin fer altíð at hava brúk fyri fleiri rutum, men vit eru ein av teimum, sum er komin fyri at vera, sigur Niclas, sum í allar mátar hevur góðar vónir um fram- tíðina, ikki minst orsakað av góðu undirtøkuni. Longu frá byrjan hevur Samskip tikið sær av mest sum øllum fiskaflutningin- um úr Klaksvík, og rætti- liga skjótt komu eisini part- ar av Eysturoynni og Havn- ini við. Nakað kemur eisini úr Suðuroynni og í løtuni verður arbeitt við at fáa Vágoynna við. Gongur væl hjá Samskip Umframt Skaftafelli, røkir eisini Akrafell rutuna hjá Samskip millum Ísland, Føroyar og europeiska meginlandið Mynd: Jan Müller Leygardagin komu KÍ-smádreingirnir aftur av fótbólts- festival í Århus. Onkur hevði kanska ynskt sær eitt sindur betri kappingarúrslit, men sjálvur túrurin var eitt stórt upp- livilsi FÓTBÓLTUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað vóru nakrir troyttir, men sera væl nøgdir KÍ- smádreingir, sum komu aftur av altjóða fótbólts- festival í Århus seinasta leygardag. Fótbóltskappingin byrj- aði longu dagin eftir, teir vóru komnir, og KÍ-smá- dreingirnir spældu fimm dystir, har teir taptu tveir, vunnu tveir og spældu ein javnt. Hósdagin spældu teir so ein vinardyst, sum teir vunnu við ikki minni enn 12 málum móti einum. So sjálvt um onkur ivaleyst hevði sett nøsina upp móti einum betri úrsliti, so var samlaða avrikið avgørt ikki av leið. Íløga í framtíðina Hóast liðið ikki kom við í endaumfarið hesuferð, so ivast Hans Jacob Heinesen, ið er annar av venjarnum, ikki í, at dreingirnir hava lært sera nógv á túrinum. Ikki minst um liðmoral ella »team-spirit«. – Dreingirnir er komnir at kenna hvønn annan betri og tora tí uttan iva betri at siga tað, teir hugsa. Og betri teir kenna hvønn annan, jú størri ábyrgd føla teir fyri felags innsatsinum. Hetta er alt nakað, tú kanst byggja víðari á seinni, og tí síggja vit avgjørt ein slíkan túr sum eina íløgu í fót- bóltsframtíðina hjá dreingj- unum og harvið eisini í framtíðina hjá felagnum, sigur Hans Jacob. Festival-hugni KÍ-smádreingirnir vóru lidnir við kappingina miku- dagin, og tað gav teimum so mikið meir tíð til eisini at taka sær av løttum. Og teimum nýttist ikki at fara langt fyri at stuttleika sær. Økið, har teir hildu til, var skipað sum festivaløkið, har ein rúgva av undirhaldi og tiltøkum av ymsum slag vóru at fara til. Og onkran túr í Djurs Sommerland og Tivoli bleiv tað eisini tíð til, áðrenn leiðin gekk heim- aftur til Klaksvíkar. KÍ-smádreingir aftur av fóbóltsfestival: Ein super túrur – Klaksvíkingar skulu ikki vænta at síggja nógvar eysturoyingar til handils har norð- uri, fyri tað um tunnilin kemur, um ikki okkurt munagott skjótt hendir við handilslívinum í Klaksvík, sigur Eivind Jacobsen, handilsmaður av Strondum, sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum ANNA V. ELLINGSGAARD anna@sosialurin.fo – Verandi handilslív í Klaksvík er ikki nøktandi, og tí hevur tað stóran týdning at fáa eina handilsmiðstøð í býnum, sigur Eivind Jacobsen, sum sjálvur hevur roynt seg sum handilsmann í Klaksvík. Klaksvíkingar fara aðrastaðni – Sum eg síggi tað, so er tað eingin ivi um, at klaksvíkingar fara aðrastaðni at keypa, og við einum gjaldi uppá 200 krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, verður tað sera sjáldan, at eysturoyingar fara norður til Klaksvíkar at handla, sigur Eivind. Hann minnir samstundis á, at fólk sum oftast fara fleiri ferðir at hyggja, áðrenn tey keypa klæðir og líknandi, men við verandi handilslívi fara eysturoyingar ikki at koyra til Klaksvíkar fleiri ferðir at hyggja eftir vørum. Undir øllum umstøðum væntar Eivind, at handilslívið í Klaksvík fær tað sera trupult, um ikki handilsmiðstøðin verður bygd. Men hetta krevur samstundis, at leigugjaldið verður sømiligt, tí flestu handlar hava tað nóg trupult sum er, sigur Eivind Jacob- sen. Norðoyatunnilin – inngongd ella útgongd? KÍ-smádreingirnir saman við venjarum og foreldraumboðum Venjarnir, Finn Johannessen og Hans Jacob Heinesen fingu eisini tíð til annað enn fótbólt Kirstin Poulsen, Vatnsoyrar, 65 ár Hin 4. august verður Kirst- in Poulsen 65 ár. Kirstin er dóttir til Dánjal og Doru Nielsen og er elst av 4 systkjum. Hon er gift við Hans Elmar Poulsen og eiga tey 6 børn. Dorit, gift við Simon Marshall úr Onglandi; Sofus, giftur við Mariann Steinberg úr Grønlandi; Dánjal Pauli, giftur við Majbritt Garðalíð úr Vestmanna; Heðin, gift- ur við Marjun Holm-Jacob- sen úr Tórshavn; Guðrun, gift við Stig Elttør úr Klaksvík og Katrin, gift við Júst Vang úr Tórshavn. Ommubørnini eru 20 í tali. Kirstin er útbúgvin defektrisa og arbeiddi á Tjaldurs Apotekinum í 9 ár, inntil hon fekk fyrsta barn- ið. Hóast Kirstin hevur ver- ið heimagangandi síðani, hevur hon tikist við ymiskt uttan fyri heimið. Saman við manninum byrjaði hon Vatnsoyra Snikkaravirki pf. í 1968 og tíggju tey fyrstu árini hevði hon bókhald og avgreiðsluna um hendur. Hon hevur altíð verið dugnalig til hendurnar, bæði at binda og seyma, og hevur undivíst á kvøldskúla í handarbeiði. Kirstin verður, saman við familjuni, burturstødd á føðingardegnum. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 4. august. Dominicus, deyður í 1221. Hann var úr Spaniu, og er fram um alt kendur sum maðurin, ið stovnaði eina munkaskipan, ið fekk navn hansara og skjótt kom víða um lond. Navnið dominicanes kann eisini verða týtt Harrans hundar, sum fólk róptu teir. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi, ið varð sýnt okkum, tá ið okkara elskaða mamma, unnusta, dóttir, systir, svigarinna og svigardóttir Elsi Petersen so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Elsi til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til øll, ið mintust hana við blómum, kransum og peningagávu til sonin. Takk øll somul. Familjunnar vegna Ólavur, Rógvi, Súsanna, Hansy og Krista Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gjørdu 80 ára føðingardag mín ógloymandi. Ein serlig tøkk til samkomuna í Elim og tykkum øll, sum fyrireikaðu dagin so fyrimyndarliga, gjørdu matin, bakaðu og øll, sum hjálptu til í Elim bæði áðrenn og aftaná. Stóra takk til gestirnar, bæði úr bygd og bý. Takk fyri gávur, blómur og telegramm, bæði innanlands og uttanlands. Takk fyri vøkur orð og sangir. Hjartaliga takk øll somul. Maria Berg Jacobsen Søldarfjørður Ein vælkendur klaksvíkingur fyllir hálvthundrað ídag, mikudagin 4. august. Ásmundur Gudjónsson. Ásmundur hjá Stóra og Sigrið, sum norðoyingar vanliga plaga at kalla hann. Ímillum vinir hevur hann oftast verið sammettur við Jákup Sverra. Hetta kemst av hansara stóra áhuga fyri fiskifrøði og øllum tí sum í havinum livir, og bendir aftur á tíðina, tá ið hin navnframi fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joen- sen var ímyndin av øllum, sum hevði við slík viðurskifti at gera í Føroyum. Ásmundur vaks og mentist sum flestu klaksvíkingar. Gekk í barna- skúla og realskúla og fekk tíðliga áhuga fyri viðurskiftunum rundan um seg og í samfelagnum sum heild. Spældi hondbólt og var skóti, og hevði longu í realskúlatíðini urtagarð. Eftir fólkaskúlan fór hann til skips, sum nógvir unglingar tá á døgum, og hann var við hina minniligu ferðina á vári í 1972, tá ið Kjølbro-trolarin "Sundaberg", fyrr- verandi "Jóannes Fonsdal", gekk burtur á heimleið úr Nýfunnalandi. Tað munna vera mong sum hava hoyrt hin framúr góða sangin hjá Annfinni hjá Sigbjørg um ta ferðina, tá ið ein av stoltu skútunum á vánni ikki vann upp land aftur og sakk í Norðurhøvum við fullari last av saltfiski. Av skipsdekkinum gekk leiðin til hægri nám. Í Hoydalar. Tá mett sum reiður fyri vinstrahallari rekruter- ing. Alt gekk sum eftir ánni. Hug- aður sum altíð kom hann spælandi ígjøgnum studentatíðina, tó við ongum prógvi, tá ið hann saman við fleiri øðrum noktaði fyri, at skivliga uppgávan í lívfrøði varð umsett til danskt mál, áðrenn hon varð vigað. Studentatíðina búði hann í einum kjallara uppi í Varðagøtu saman við m.a. Sámali Ravnsfjall, Birni á Heygum og Tórbirni Jacobsen. Bú- felagsskapurin varð vanliga kall- aður fyri "kollektivið í Varðagøtu", og her varð ein savningardepil fyri viðgongdar politiskar hugsanir. Og onkuntíð skrivaði kollektivið les- arabrøv í bløðunum, sum gjørdu vart við støðuna hjá teimum, sum ikki livdu og sólaðu sær á lívsins sólsíðu. Frælsis- & kollveltingar- hetjan Che Guevara stardi niður yvir bólið hjá Ásmundi, og haðani fór hann niður á flatlond at nema sær frøði í lívfrøðini og innan okk- ara høvuðsvinnu, fiskifrøðina. Eisini í útlegd var hann virkin í politiskum felagsskapum. Orðið radikalur er ikki nøktandi, orðið revolutionerur er meira hóskandi. Men tað bleiv ikki politikkur, ið gjørdist hansara høvuðsáhugi. Tvørturímóti, biologiin, lívfrøðin, gjørdist hansara lívsleið. Liðugur sum fiskifrøðingur kom hann heim- aftur og varð í 1984 starvssettur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum deildarleiðari og ein av teimum, sum stóðu í fremstu røð. At fáa feskari fisk á land var eitt av stóru áhugamálunum hjá honum. Tað var Ásmund, sum gekk undan, tá ið royndir við íssjógvi í kørum ella útróðrarprojekið umborð á eitt nú Háenni varð sett í verk, og tá ið løggildingin av føroyskum virkjum og skipum skuldi fáast undir land. Tað hevur kanska ikki altíð verið so spennandi at staðið sum vitameist- ari ímóti tí ómetaligu konserva- tismu, sum føroysk vinna meira enn nakað annað hevur útstrálað. Skrásikkur og við dyggari barlast í ástøðini, sum hann hevði ognað sær á lærdum háskúlum, vann hann sær virðing og gjørdist við tíðini somikið pragmatiskur, at virkisleið- arar og skiparar, sum tíðin leið, fóru at dáma henda fryntliga klaks- víkingin. Hann giftist Gunnvør Holm Jacobsen. Tey ættleiddu Monicu og Dánjal, sum Gunnvør, av illari sjúku, doyði frá í 1993. Seinni gift- ist hann við Rakul Petersen, sum í hjúnarlagið hevði við sær tríggjar dreingir: Elias, Helgi Daniel og Mathias. Síðani hava tey bæði fingið tvíburðarnar Sigrið og Gurið. Ásmundur og Rakul hava serligan áhuga fyri føroyskari útoyggja- mentan. Harvið búðu tey saman við børnunum úti í Svínoy í eitt ár, og bæði í skrift og í talu hava tey gjørt vart við ringu støðuna hjá útjaðar- anum og víst á loysnir, sum kunna bjarga tí, ið er eftir av føroysku bygdamentanini. Fyri tveimum árum síðani av- gjørdi landsstýrið, at nakrir gransk- ingardeplar skuldu setast á stovn undir Fiskimálaráðnum. Áhugaður í gransking søkti Ásmundur starvið sum samskipari, og tað kom ikki óvart á nakran, sum kennir hann, at hann fekk hetta starvið. Alt kom væl í lag. Deplarnir liva sítt egna lív, men samskiparin fleyg úr reiðrin- um, tá ið boð vóru eftir honum uttanlands. Norðurlendska Ráð- harraráðið søkti eftir einum kapasi- teti, sum kundi virka og ráðgeva um fiskifrøði og umhvørvi í Norður- høvum, og Ásmundur varð 1. mars í ár settur í hetta starvið, sum hevur til húsa í umsitingini hjá ráðharra- ráðnum í Keypmannahavn. Tí er hann staddur í Danmørk, nú ið hann fer um hálvthundrað ára gáttina. Vinmenn tínir í Føroyum heilsa tær av heilum hjarta. sr, tj, báh Ásmundur Guðjónsson 50 C M Y K 13 12