mikudagur 4. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2004
15
15
14
Nr. 145 - 4. august 2004
Krabbagággan skrivar:
- Verðinsmenn her?
Móttøkan
vit
báðir
myndamaðurin fáa í ølstov-
uni undir Hotel Tvøroyri er
heldur skeptisk. Teir fýra,
sum her eru inni, hava allir
sitið um sama borð og prát-
að harðmælt. Men prátið
tagnar heilt, tá vit koma
inn.
Vit eru ikki verðinsmenn.
Vit eru havnarmenn.
- Hvat skulu tigor her?
Drekka eina øl, um tað
ber til.
Tøgnin er larmandi.
Teir fýra hyggja tigandi
uppá hvønn annan og av-
gera so eftir øllum at døma,
at vit eru góðir nokk.
- Jamen so komið og set-
ið tykkum niður, sigur ein
teirra og setir seg longur
inn á bonkin, so pláss verð-
ur fyri báðum "verðins-
monnunum".
So byrjar prátið aftur.
Menn eru blíðir og týðir, og
eftir stuttari løtu er sjálvt
seinasta sindrið av skepsis
ruddað av borðinum.
Eg eri farin út eitt leygar-
kvøld í størsta býnum í
Suðuroynni at uppliva Før-
oyar sum ferðamaður - eftir
at sólin er sett.
- Nú er síðsti kjansur, rópar
barrvørðurin. Vit stongja
klokkan ellivu.
Teir fýra brúka síðsta
kjansin, vit báðir mynda-
maðurin tøma okkara øl og
fara út á gøtuna aftur.
So var tað opinbart ikki
her, vit skuldu finna náttar-
lívið á Tvøroyri.
Klokkan er ellivu og her
er líka steindeytt sum á
fulla mánanum uppiyvir
okkum. Í so máta er Tvør-
oyri onki øðrvísi enn restin
av hesum landinum, her
gøturnar ofta eru stillari
klokkan ellivu leygarkvøld
enn í kirkjutíð. Best man
vera at fara heim aftur at
bíða til eftir midnátt.
Tveir tímar seinni standa
vit aftur á gøtuni á Tvør-
oyri. Her er líka manntómt
sum fyrr, men nú koyra væl
fleiri bilar. Uttan at vita ná-
greiniliga hvar nakað nátt-
arlív er, rætti eg tummilin
út í vón um, at onkur skal
sama veg.
Tíggju minuttir seinni
standa vit framvegis sama
stað. Vit hava enn ikki møtt
einari sál, sum kann siga
nakað um hvar náttarlívið á
Tvøroyri gongur fyri seg í
kvøld, og eingin bilur er
steðgaður, so nú má ein av
neyðsynjarhættunum nýt-
ast. Eg ringi eftir einum
taxa.
Vit skulu hartil, sum nátt-
arlívið á Tvøroyri er, sigi eg
við røddina í rørinum.
- Dansur er í Vági í
kvøld, so her hendir ikki so
nógv.
Jamen er so onki her?
- Tað er diskotek í TB-
húsinum.
Kanst tú so koyra okkum
til TB-húsið? Vit standa utt-
an fyri Telebúðina.
- So er tað nógv lættari
hjá tær at ganga! Far niðan
ímóti kirkjuni og halt so
bara fram at ganga beint
eftir nøsini.
Nógv havi eg upplivað á
ferðum ymsastaðni í heimi-
num, men ein taxasjaførur,
sum ræður fólki til at ganga
- tað er nakað nýtt. Gott
nýtt fyri eina krabbagággu
við klønum pengapungi.
Á vegnum niðan fer tumm-
ilin út aftur, og mín sann
um ikki ein bilur steðgar.
Glaðir fara vit inn, og so
avstað.
Nú rennur mær í hug tað,
sum ferðahandbókin Lone-
ly Planet sigur um at tumla
í Føroyum: "beware of
drunken drivers". Ungi
maðurin, ið situr við róðri-
num í hondini, men annars
hyggur
beint
aftureftir
ímóti okkum, er dýrandi
fullur og koyrir sum eitt
svakt.
- Eg havi stolið bilin, sig-
ur førarin fegin á málinum.
Tað vísir seg tíbetur, at
bilurin er hansara egni -
hann hevur bara stolið hann
frá "privatsjaførinum" hjá
sær hetta kvøldið.
Stutt er til TB-húsið - ser-
liga tá man koyrir skjótt -
og vit koma heilskapaðir
fram. Harða uppbremsingin
gongur út yvir tey fýra
dekkini. Fýra vinfólk hjá
bilføraranum náa akkurát at
flyta seg, áðrenn uppbrems-
ingin eisini gongur út yvir
tey.
Hvat f... hugsar tú fyri
tær? fái eg stamað fram.
Og hvar er politiið?
- Teir koyra runt onkra-
staðni her, men teir gera
ongum nakað.
Bilførarin er komin væl
og virðiliga úr bilinum aft-
ur. Hann fær nakrar væl-
meintar átalur frá vinfólk-
unum, og styrkir seg við
einum munni av onkrum úr
fløskuni. Vit fáa eisini ein
tiltrongdan styrk burturav.
Takk fyri túrin. Tú vart
tann einasti, sum tímdi at
taka okkum uppí.
- Einki problem! Sig
endiliga til, um tit skulu
koyrast onkrastaðni aftur.
Jú takk, tað fer nokk ikki
at vera neyðugt.
- Har er politiið, sigur
bilførarin og peikar á sivil-
an løgreglubil, ið kemur
koyrandi framvið TB-húsi-
num.
So teir eru altso úti í
kvøld.
Afturímóti at lata heili 80
krónur í part við billet-
lúkuna sleppa vit inn í eitt
meira enn hálvtómt TB-
hús, har ein tómur DJ-pult-
ur stendur og spælir tónleik
av sær sjálvum. Í barrini
verður selt veðraøl úr ein-
um ølkassa á gólvinum.
- Nú. Hvussu følist tað at
vera yngst her inni? spyr
unga gentan aftan fyri
diskin syngjandi sarkastisk,
tá eg biði um tvær øl.
Er tað veruliga so týðu-
ligt hugsi eg eitt sindur illa
við, og lati eyguni fara ein
túr ígjøgnum rúmið.
Ja, er niðurstøðan, tá tað
mesta eg síggi eru 15 ára
gamlar gentur í evarska
smáum ternutum niðurdeil-
um og smádreingir, ið
ganga mær til armholuna.
Bilførarin, sum koyrdi okk-
um, vísir seg vera ein sera
fyrikomandi maður. Sum
fleiri av hinum lokalu, vit
hava møtt her í oynni, er
hann sera gestablíður og til
reiðar at gera næstan alt
fyri, at vit skulu hava tað
gott. Hetta kvøldið gerst
hann okkara party-guide út
í náttarlívið á Tvøroyri, og
hóast ytru umstøðurnar ikki
eru av teimum bestu júst
hetta kvøldið, fær hann
bjargað støðuni, og vit fáa
eitt útmerkað kvøld.
Einki er óført hjá honum.
Eg sigi meg hava hoyrt, at
dansigólvið inni í TB-húsi-
num eigur at blunka sum
eitt livandi talvborð, og áðr-
enn eg veit av hevur hann
funnið tann burturstadda
DJ'in fram og kommander-
að hann at tendra ljósini í
gólvinum.
Tað ber tó tíverri ikki til.
Ljósini í gólvinum sigast
ikki at rigga longur.
Tá klokkan er farin um
tey trý rigga vit heldur ikki
longur, biðja fryntliga fulla
bilføraranum farvæl, og
ganga út í ta ljósu náttina
oman í nýggja gistingar-
húsið Undir Heygnum, har
ein góð song bíðar.
- Kom aftur eitt kvøld tá
tað er dansur her. Tá er lív -
annars er tað steindeytt, eru
seinastu orðini eg fái við
frá okkara party-guide.
Krabbagágga í egnum landi:
Krabbagággurutan:
Tvøroyri
Hóast Tvøroyri hevur hægsta íbúgvaratal í Suðuroynni, er
hendan yvirvaksna bygdin lítið áhugaverd sum annað enn
eitt millumlið millum norðaru og sunnaru helvt av oynni.
Um tú gongur oman og niðan høvuðsgøtuna og leitar eftir
onkrum at gera til næsti bussur kemur, kann eg ikki mæla
til annað enn ein gongutúr á keiini. Um tað ikki riggar, so les
eina góða bók ella forkela teg við einari máltíð á hotellinum
(um tað er opið).
Lonely Planet
um Tvøroyri
Náttarlív
á Tvøroyri?
Myndir: Høgni Heinesen
Kjallarin undir Hotel Tvøroyri
Suðuroyingar
í TB-húsinum
Okkara party-guide
á dansigólvinum
C
M
Y
K
14