mikudagur 4. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • mikudagur • 4. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Komandi vikuskifti
kemur eitt av
heimsins sterkastu
kvinnuhondbólts-
liðum, Ikast Bording,
til Føroya á vitjan,
har liðið skal spæla
tveir dystir móti
ávíkavist kvinnu-
landsliðnum og
føroyameistarunum
úr Stjørnuni
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Danska kappingin er óivað
sterkast kappingin í heim-
inum, tá ið tað ræður um
kvinnuhondbólt. Hetta sást
eisini aftur í europeisku
kappingunum í fjør, tí
donsk lið vunnu allar
tríggjar kappingarnar. Mill-
um annað vann Ikast Bor-
ding sonevndu Cup Win-
ners Cup, so tað er lagt upp
til kvinnuhondbólt í heims-
flokki, tá ið Ikast Bording
um vikuskifti vitjar í Før-
oyum.
Føroysku kvinnurnar
fyrireika seg væl
Ikast Bording kemur til
Føroya hósdagin, og longu
fríggjakvøldið er fyrsti
dysturin á skránni. Tá skal
danska liðið til Klaksvíkar,
har tær skulu dystast við
føroyameistararnar
úr
Stjørnuni. Tann dysturin
verður í KÍ-høllini fríggja-
kvøldið klokkan 19.30.
Dagin eftir verður dystur
í Havn, tá ið føroyska
kvinnulandsliðið, sum stóð
seg so væl í Italia fyrr í ár,
fer at bjóða donsku gestun-
um av.
Venjarin hjá bæði Stjørn-
uni og føroyska kvinnu-
landsliðnum, Rógvi Niels-
en, sigur, at liðini hava fyri-
reikað seg væl til spennandi
avbjóðingarnar um viku-
skiftið. Bæði landsliðið og
Stjørnan hava vant tvær
ferðir um vikuna leingi,
hóast kappingin hevur ligið
still, og seinastu tríggjar
vikurnar hevur verið vant
tríggjar ferðir.
Fyri at fáa eitt sindur av
dystarvenjing
í
beinini
undan vitjanini fara Stjørn-
an og kvinnulandsliðið at
spæla tveir venjingardystir
sínamillum í vikuni. Fleiri
leikarar á liðnum hjá
Stjørnuni eru eisini á
kvinnulandsliðnum, og tí er
avtalað, at í fyrra dystinum,
sum verður í Klaksvík í
kvøld, spæla hesir við
Stjørnuni. Í annaðkvøld, tá
ið dystur verður í Havn,
spæla hesar so við lands-
liðnum,
greiðir
Rógvi
Nielsen frá. – Á henda hátt
fáa bæði liðini roynt seg við
sterkastu manning í hvør
sínum dysti, sigur hann.
Í mun til kappingina í
Italia verða tveir leikarar á
landsliðnum ikki við til
dystin móti Ikast, og eru
tað tær báðar, Lív Sørensen
og Anna Maria Káradóttir,
ið báðar eru burturstaddar.
Hinvegin verður unga Ása
á Neystabø úr Neistanum
við. Føroyski landsliðshóp-
urin verður tí hesin: Mál-
verjar Helena Dam Pouls-
en, Tomma Petersen, Fríða
Petersen. Útileikarar Nico-
lina Eyðbjørnsdóttir, Anna
Kristina Samson, Katrin á
Neystabø, Annika Ljós-
stein, Joan M. Djordjevic,
Simona Hansen, Gurið
Mortensen, Bára Skaale
Klakstein,
Una
Olsen,
Gunnleyg
Berg,
Heidi
Maria Akselsen og Ása á
Neystabø.
Nú kemur Ikast til Føroya
Hóast eingin ivi tykist
vera í, at atgongu-
merkini til avgerandi
uppgerð ímóti
Monaco fara at verða
vunnin, so tekur FCK
uppgávuna í kvøld í
stórum álvara
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Europeiska ævintýrið hjá
føroysku feløgunum er lið-
ugt fyri hesa ferð. Úrslitið
var so soltið, sum tað plag-
ar at vera. Tølini eru ógvu-
liga soltin. Undantakið er
sjálvandi glæsiliga avrikið
hjá HB á heimavølli.
Hóast føroysku feløgini
eru fokin, so eru framvegis
tveir føroyingar við í kapp-
ingini. Annar teirra er Juli-
an Johnsson, sum saman
við ÍA framvegis er partur
av UEFA kappingini. Teir
skulu ikki í eldin fyrrenn
seinni í hesum mánaðinum.
Hin føroyingurin er Todi
Jónsson, sum saman við
liðfeløgunum
í
FCK
seinnapartin í gjár fór undir
seinastu fyrireikingarnar til
heimadystin kl. 20 í kvøld
ímóti
slovenska
NK
Gorica. FCK vann útidystin
2-1.
Hóast FCK hevur gott
útgangsstøði, so vísir dags-
skráin, at Hans Backe og
hinir í FCK taka uppgávuna
í kvøld sum stóra avbjóð-
ing. Klokkan 16.30 í gjár
var venjing á skránni hand-
an stongdar dyr í Parkini.
Umboð fyri mótstøðuliðið
og umboð fyri donsku og
útlendsku pressuna høvdu
tískil ikki møguleika út frá
venjingini at gera sær met-
ingar um, hvussu FCK liðið
fer at síggja út í kvøld.
Átjan spælarar eru í FCK
hópinum. Todi Jónsson tel-
ist millum hesar. Hann
kappast við tríggjar aðrar
um tvey álopspláss. Hinir
eru Álvaro Santos, Jesper
Bech og Peter Møller. Tann
fyrst nevndi tykist vera
fastur fúsur á liðnum.
Um tað gongur, sum tað
kann roknast við, og FCK í
kvøld spælir seg víðari til
triðja og avgerandi innleið-
andi umfarið, so skal FCK
næstu vikurnar spæla tvær
ferðir ímóti Monaco. Fyrri
dysturin verður í Parkini
um eina viku.
Møguleiki verður klokk-
an 18.30 í kvøld at fylgja
við á TV3+ rásini, sum fer
at senda úr Parkini ein
hálvan tíma undan dystar-
byrjan (klokkan 19 før-
oyska tíð).
Málverjin á føroyska kvinnulandsliðnum Fríða Petersen fær óivað nógv at gera, tá ið føroysku hondbóltskvinnurnar skulu royna
seg móti einum av heimsins bestu kvinnuliðum, nevnliga Ikast Bording úr Danmark
mynd: Jens Kr. Vang
FCK í Parkini í kvøld
Todi Jónsson og liðfelagar hansara úr FC Keypmannahavn
skulu í kvøld í 2. umfari av Champions League undankapp-
ingini enn einaferð basa Nova Gorica úr Slovenia í Parkini,
áðrenn teir í næsta umfari skulu dystast við Champions League
finalistarnar frá í fjør úr Monaco.
17
16
Nr. 145 - 4. august 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Sita ov leingi í varðhaldi
Plásstrotið í teimum donsku fongslunum er so stórt,
at nógvir fangar noyðast at sita fleiri mánaðir í varð-
haldi, áðrenn teir kunnu sleppa í eitt fongsul at sita
dómin, sum teir hava fingið.
Tøl hjá myndugleikunum vísa, at tað eru serliga
fólk, sum eru dømd fyri siðamisbrot, sum bíða leingi
eftir at sleppa inn at sita dómin. Flemming Solberg,
sum er formaður hjá teimum, sum arbeiða í donsku
varðhaldshúsunum, segði við Jyllandspostin í gjár, at
hann veit um ein mann, sum noyddist at sita 20 mán-
aðir í varðhaldi, áðrenn pláss var fyri honum í einum
fongsli. Annette Esdorf, sum er varastjóri í Kriminal-
forsorgini, sigur við blaðið, at viðurskiftini eru ikki
nøktandi. Hon hevur kortini eina vón um ein bata, tí
í løtuni verða tvey donsk fongsul útbygd.
Men verjarnir vænta ikki, at útbyggingarnar loysa
trupulleikan. Teir vísa á, at stjórnin hevur hert revs-
ingina fyri ymisk lógarbrot uttan at geva sær far um,
at herd revsing krevur drúgvari kanningar, og at fólk
tí noyðast at sita longri í varðhaldi enn fyrr.
Funnu fleiri hópgravir
Myndugleikarnir í Fílabeinsstrondini eru komnir
fram á fleiri hópgravir, og higartil eru minst 99 lík
grivin upp.
Starvsfólk hjá ST, sum arbeiða í Fílabeinsstrondini,
siga, at hópgravirnar eru funnar í einum øki har
norðuri í landinum, og sum uppreistrarmenn hava
ræðið á. Talsmaðurin hjá ST-fólkunum sigur, at í
teimum flestu førunum eru fólk skotin í høvdið, men
eygnavitni hava eisini greitt frá, at fleiri vórðu kvald,
áðrenn tey vórðu jarðað í hópgravunum.
Sambært ST vórðu hópgravirnar funnar í sambandi
við nakrar samanbrestir ímillum tveir uppreistrar-
bólkar fyri einum góðum mánað síðani. Enn er ikki
greitt, at fólkini í gravunum eru hermenn, ella um
sivilfólk eisini eru jarðað har.
Hugagóður svimjari
Tann 50 ára gamli slovenin Martin Strel hevur sett
nýtt heimsmet. Seinasta fríggjadag kom hann til
Shanghai eftir at hava svomið allan vegin oman eftir
teirri 4.600 kilometrar longu Yangtze-ánni.
Tað tók slovenanum 50 dagar at svimja tann langa
teinin. Hann sigur við blaðið Shanghai Daily, at tann
størsti trupulleikin á ferðini var tann nógvi hitin. At
hann kortini valdi at svimja eftir ánni um summarið
komst av, at tá er áin rættiliga stríð, og tí er tað lættari
at svimja oman eftir henni tá enn aðrar tíðir á árinum.
Hetta er ikki tað fyrsta metið, sum Martin Strel
hevur sett. Fyri tveimum árum síðani setti hann
heimsmet, tá hann svam 3.800 kilometrar eftir
Missisippi-ánni í USA. Hann kom eisini í metbókina
hjá Guinness, tá hann svam 3.004 kilometrar eftir
Donau í 58 dagar. Hann eigur eisini eitt met, sum
hann setti í 2001, tá hann svam 504 kilometrar í 84
tímar á Donau uttan at seta fótin á land.
Tað vakrasta orðið
Í Týsklandi hevur tann almenna málnevndin biðið
fólk koma við uppskotum um, hvat er tað vakrasta
orðið í tí týska málinum.
Sambært BBC hevði nevndin fingið ein hóp av
uppskotum, tá freistin var úti mánadagin. Málnevnd-
in sigur, at hon hevur fingið fleiri stuttlig uppskot,
men at summi veruliga hava gjørt sær ómak við at
finna tað vakrasta orðið. Einføld orð sum eitt nú
»Liebe« (kærleiki), »Sehnsucht« (longsul) og
»Lebenslust« (lívsgleði) hava fingið nógvar atkvøð-
ur, sigur nevndin.
Málnevndin fer at lata ein bólk taka støðu til tey
nógvu uppskotini, og úrslitið kemur ætlandi í okto-
ber. Tann, sum vinnur, fær eina ferð til frítíðaroynna
Mauritius.
Ákæruvaldið í Para-
guay hevur skuldsett
seks fólk í sambandi
við handilseldin
sunnudagin, sum
higartil hevur kravt
meiri enn 360
mannalív
ELDSBRUNI
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í gjár var talið á deyðum
aftan á tann ógvusliga eldin
í einum stórum handilshús-
um í Paraguay sunnudagin
komið upp á 364, men
myndugleikarnir søgdu seg
vænta, at fleiri av teimum
umleið 500, sum liggja á
sjúkrahúsi, fara at doyggja.
Fólk, sum sluppu livandi
frá eldinum, hava greitt
løgregluni frá, at tey sluppu
ikki út, tí at vaktarmenninir
stongdu dyrnar. Rafael Fer-
nandez, ákæri, segði í gjár,
at kanningar hjá løgregluni
hava prógvað, at onkur
hevði stongt dyrnar, og tí
verður nú kannað, hvør gav
boðini um at steingja tær.
Rafael Fernandez segði,
at eftir øllum at døma fingu
vaktarmenninir boð um at
steingja allar dyrnar í
handilshúsunum, tá eldurin
kyknaði, tí onkur bar ótta
fyri, at fólk fóru at rýma
uttan at gjalda tað, tey
høvdu keypt.
Ákæruvaldið hevur fyri-
bils skuldsett Juan Pio
Paiva, sum átti handilshús-
ini, og fimm onnur fólk í
sambandi við eldin. Ein av
teimum skuldsettu er sonur
eigaran. Tey eru skuldsett
fyri morð, og myndugleik-
arnir siga, at fleiri fólk
afturat verða skuldsett.
Verða
tey
skuldsettu
funnin sek, kunnu tey fáa
upp í 25 ára fongsul, skriv-
ar DPA.
Vanlukkan sunnudagin
verður mett at vera tann
ringasta í paraguay síðani
kríggið ímóti Bolivia í
tríatiárunum, og Nicanor
Duarte Frutos, forseti, hev-
ur lýst landasorg í tríggjar
dagar.
George W. Bush,
forseti, hevur av og á
eitt gult armband um
vinstra arm. Nú
hevur John Kerry
eisini fingið sær eitt
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tríggjar teir seinastu mán-
aðarnar hava amerikanarar
keypt meiri enn sjey milli-
ónir gul armbond. Tey
kosta ein dollara, og teim-
um standa orðini »Live
Strong«.
Tað er stovnurin Lance
Armstrong
Foundation,
sum stendur aftan fyri til-
takið. Lance Armstrong er
amerikanskur súklari og
vann herfyri kappingina
Tour de France sætta árið á
rað. Hjá mongum er hann
tann stóra ímyndin av, at
tað ber til at vinna á álvars-
somum sjúkum, tí Arm-
strong var illa sjúkur av
krabbameini fyri nøkrum
árum síðani.
Inntøkurnar av tí gula
armbandinum fara til ar-
beiðið ímóti krabbameini,
og hjá teimum báðum for-
setaevnunum er tað sjálv-
andi umráðandi, at tey taka
undir við einum tílíkum til-
taki. John Kerry hevur
fleiri ferðir havt tað gula
armbandið um vinstra arm,
tá hann hevur hildið polit-
iskar røður í seinastuni, og
talsmaðurin hjá Hvítu Hús-
unum, Mitch Stoller, sigur
við tíðindastovuna AP, at
George W. Bush, forseti,
hevur eisini keypt sær eitt
av teimum gulu armbond-
unum.
Fólk vórðu stongd inni
í brennandi handli
Bush og Kerry ganga við armbandi
Juan Pio Paiva (vm.) átti handilshúsini, sum brunnu í grund sunnudagin. Nú er hann
skuldsettur fyri morð. Eisini sonur hansara, Victor Daniel Paiva (hm.). er skuldsettur
C
M
Y
K
16