Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 4. august 2004 19 Um VB og NSÍ ætla sær at bíta seg fastan í oddastríðnum, er neyðugt at vinna dystin sínamillum í Vági í kvøld, og tí fara bæði liðini eftir øllum trimum stigunum. VB-NSÍ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt er upp til ein spenn- andi dyst í Vági í kvøld, tá ið runavíkingar koma suður á vitjan. Tá ið liðini hittust í Runavík við kappingar- byrjan, endaði tað við javn- leiki 1-1. Dystirnir millum VB og NSÍ eru ofta rættu- liga tættir, og í kvøld verður neyvan nakað undantak. Dalius kemur ikki aftur Hjá vágbingum sær tað gott út, nú farið verður undir seinnu hálvu. VB hevur verið á venjingarlegu í Danmark, og liðskiparin hjá VB, Eyðun Jacobsen, sigur, at venjingarlegan royndist stak væl. - Vit eru sera væl fyri, nú farið verð- ur undir landskappingina aftur, sigur hann. Tað er greitt, at annar litavin hjá VB, Dalius, ikki verður við aftur í ár. Hann gjørdist sjúkur fyrr í ár, og er ongantíð komin fyri seg. Síðani Dalius fyrr í summ- ar kom aftur til Litava, hevur hann enn einaferð verið innlagdur, og av tí at einki útlit eru fyri, at Dalius verður førur fyri at spæla fótbólt aftur í hesum kapp- ingarárinum, er gjørt av, at hann verður verandi í Litava. Danin Brian Andre- sen, ið var við á VB-liðnum tveir teir seinastu dystirnar undan summarsteðginum, er farin aftur til Danmarkar, og hann verður tí heldur ikki við á liðnum hjá vág- bingum. Somuleiðis verður Jákup Olsen heldur ikki við, tí at hann er skaddur. Jákup Emil skal aftur royna seg Hjá runavíkingum ræður tað nú um at reisa seg eftir ósigurin í steypafinaluni Ólavsøkudag. NSÍ noyðist tó at verða sín royndasta leikara, Jens Martin Knud- sen, fyriuttan, tí at hann fekk reyða kortið í finaluni. Avloysarin hjá Jens Martini í finaluni, Jákup Emil Hansen, sleppur tí enn einaferð at royna seg í málinum hjá runavíking- um, og so verður spennandi at síggja, um hann fer at standa seg eins væl sum í steypafinaluni. Ein av berandi kreftunum á miðvøllinum hjá NSÍ, Ian Højgaard, fekk ein skaða undir venjing mánakvøld, og hann verður neyvan við í Vági í kvøld. Hinvegin kunnu runavíkingar fegnast um, at sterki vongverjin í vinstra borði, Sjúrður Jacobsen, nú er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður tveir teir seinastu dystirnar. Óli Han- sen hevur eisini havt ein smásnudd, men hann verður væntandi við í kvøld. Ein av teimum yngru leikarunum hjá NSÍ, ið veruliga hevur gjørt vart við seg í ár, er Andy Olsen. Hann sigur, at sjálvandi eru runavíkingar vónbrotnir um steypaósigurin, men hann sigur tó, at teir nú bara hyggja frameftir, og teir fara til Vágs eftir øllum trimum stigunum. Tó held- ur Andy Olsen, at teir møguligani kunnu liva við einum javnleiki, hóast tað merkir, at teir óivað missa eitt lítið fet í oddastríðnum. Oddaliðið HB vil í kvøld hava hevnd fyri einasta ósigurin higar til í landskappingini, tá ið Skála kemur á vitjan í Gundadali til eitt veruligt oddabrak ODDABRAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt er upp til eitt ordans oddabrak í Gundadali í kvøld, tá ið oddaliðið HB fær vitjan av Skála, sum er næstfremt í føroysku lands- kappingini. Tá ið liðini bæði hittust í fyrsta lands- kappingardystinum á árin- um inni á Skála, vóru skálamenn heldur óvætnað við yvirlutan og vunnu 3-1 á føroyameistarunum. Hetta var tó einasti ósigurin hjá HB higartil í lands- kappingini, og einki er at ivast í, at nýklaktu steypa- vinnararnir ætla sær at hevna ósigurin í kvøld. Ivi um Paula Hjá skálamonnum er greitt, at teir noyðast at verða onkrar leikarar fyriuttan. Miðvallarin Julian Florescu er leikbannaður til dystin í kvøld, og harafturat er stór- ur ivi um liðskiparan hjá Skálamonnum, Paula G. Hansen, ið leingi hevur havt ein skaða at dragast við. Um so er, at Pauli ikki verður við, er tað ein sera stórur missur hjá skála- monnum, tí hann er ein lyklaleikari hjá teimum. Arnhold Berg vandi ikki mánakvøldi, tí hann hevði trupulleikar við nakkanum, men hann verður væntandi klárur til dystin í kvøld. Somuleiðis er greitt, at málverjin, Bjarni Igor Kostic, ið meiddi sær hondina í fyrru helvt, nú er klárur aftur, og tí verður hann væntandi millum stengurnar í kvøld. Pauli G. Hansen sigur, at út frá dystinum ólavsøku- aftan, tá ið Skála vann sannførandi 5-1 á KÍ, eru vónirnar góðar undan dyst- inum í kvøld, men hinvegin hevur tað ikki gingist so væl í øðrum venjingardyst- um. Somuleiðis heldur lið- skiparin hjá Skála, at tað er ein ógvuliga trupul upp- gáva í kvøld, tí HB tykist verða í stórformi, og teir eru ikki lættir at syfta í Gundadali, sigur hann. Spurdur um Skála ætlar at leggja seg aftur á vøllin og bíða eftir møguleikanum fyri at sláa kontra, sigur Pauli G. Hansen, at tað væntar hann ikki. - Tað liggur ikki til okkum at spæla verjukent, tí vit hava allir so góðan hug til at leypa á, sigur hann. Eingin Hallur Hjá HB eru vónirnar góðar undan dystinum í kvøld. Greitt er, at veteranurin Hallur Danielsen ikki verð- ur við, tí at hann er leik- bannaður. Væntandi verður liðið tí umskipað eitt vet, soleiðis at Jan Dam kemur inn í miðverjuna, meðan Vagnur M. Mortensen glíð- ur út á høgra bakkplássið, sum Hallur vanliga røkir. Jákup á Borg var ikki við í finaluni á ólavsøku, men hann verður allarhelst á beinkinum í kvøld. Ivi er eisini um leikandi venjaran, Heine Fernandez, men sum skilst verður hann allarhelst við í oddabrakinum. Jákup á Borg, sum sjálv- ur ikki var við, tá ið HB tapti á Skála, sigur, at teir eru ógvuliga uppsettir upp á dystin í kvøld. - Vit sóu Skála spæla ólavsøkuaftan, har teir smurdu KÍ av, og teir eru ikki nummar tvey av ongum, sigur landsliðs- maðurin og leggur afturat, at teir hava sera stóra virðing fyri skálamonnum. Tó heldur Jákup á Borg, at HB eigur at basa Skála í kvøld, og undir teimum báðum venjingunum, sum HB hevur havt síðani steypafinaluna, hava menn tosað óført um dystin í kvøld, og tað er greitt, at menn eru ógvuliga uppsett- ir upp á hevnd, sigur Jákup á Borg. Havnarmenn vilja hava hevnd Bæði fara eftir sigrinum Tað er stórur missur hjá skálamonnum, um teir noyðast at verða sterka liðskiparan, Paula G. Hansen, fyriuttan, tá ið teir í kvøld skulu spæla oddadyst móti HB í Gundadali. mynd: Álvur Haraldsen Tað kemur væl við hjá runavíkingum, at sterki vongverjin í vinstra borði, Sjúrður Jacobsen, nú er aftur á liðnum, eftir at hann hevur verið leikbannaður tvær tær seinastu ferðirnar Dystaryvirlit 04.08.2004 19.00 HB-Skála Dómari: Lassin Isaksen 04.08.2004 19.00 VB-NSÍ Dómari: Birgir Sondum 19 18 Nr. 145 - 4. august 2004 Í Fótbóltssamband- inum hava teir gjørt av, at Írland og Ísrael skulu spæla í Havnini og Sveis og Kypros á Toftum LANDSDYSTIR Jóannes Hansen Tað hevur leingi verið greitt, at tá ið Frakland kemur henda vegin miku- dagin 8. september, so skal tað ganga fyri seg í høvuðs- staðnum og á Tórsvølli. Dysturin ímóti Fraklandi verður tann einasti HM undankappingardysturin á heimavølli í ár. Tríggir úti- dystir eru á skránni. Tann fyrsti verður leygardagin frammanundan heimadyst- inum ímóti Fraklandi. Leygardagin 4. september skulu føroyingar til Sveis. Leygardagin 9. oktober skulu Føroyar spæla á Kyp- ros, og mikudagin 13. okto- ber er Írland í Dublin á skránni. Í hesum mánaðinum er ein vinardystur á skránni. Sambært tíðindablaðnum hjá FSF, sum var givið út til Ólavsøku, so er ætlanin, at heimadysturin ímóti Malta mikudagin 18. august skal spælast á Svangaskarði. Føroyar og Malta hava eina ferð áður dystast á Svangaskarði. Tað var sunnudagin 8. juni í 1997. Tann dysturin var minnis- ríkur á so mangan hátt. Før- oyar vunnu 2–1, og Uni Arge og Todi Jónsson gjørdu málini. Ikki minst Jan C. Dam minnist iva- leyst fyri sjey árum síðani, tá ið hann beinanvegin í 2. hálvleiki sá reytt, tí dómar- in metti, at hann á strikuni hevði bjargað við arminum. Eitt annað, sum tann dysturin er minnisríkur fyri, er, at áskoðarafjøldin ta ferðina var so mikið stór, sum hon hvørki hevur verið fyri ella síðani. 6.642 áskoðarar vóru eygnavitni. Hetta er framvegis áskoð- aramet í Føroyum. Á Malta hava teir longu sent boð eftir 27 spælarum, sum teir vilja hava at vera við í fyrireikingunum til vinardystin í Føroyum og serliga til fyrsta HM undan- kappingardystin, sum Malta skal spæla á heima- vølli ímóti Svøríki 4. sep- tember. Frá 7. og til 15. august skal maltesiska landsliðið á venjingarlegu í Sveis. So tað kann ikki roknast við øðrum, enn at maltesararnir vera væl trimmaðir, tá ið teir koma beinleiðis úr Sveis og henda vegin. Tveir á hvørjum staðnum Næsta ár verður í landsliðs- høpi størri ferðsla her á landi, enn hon verður í hes- um árinum. Fýra HM undankappingardystir á heimavølli eru á skránni, og FSF ætlar, at tveir skulu spælast á Toftum og tveir í høvuðsstaðnum. FSF ætlanirnar eru, at Írland og Ísrael skulu spæla á Tórsvølli, og at Sveis og Kypros skulu spæla á Svangaskarði. Sveis skal vitja á Svanga- skarði leygardagin 4. juni, og mikudagin 8. juni fer Írland at spæla á Tórsvølli. Mikudagin 17. august skal Kypros spæla á Toftum, og mikudagin 7. september skal Ísrael spæla í Havnini. Tann einasta av hesum fýra fótbóltstjóðunum, sum ikki hevur vitjað í Føroyum áður, er Írland. Kypros, Sveis og Ísrael hava áður verið í Føroyum. Ísrael og Føroyar spældu 1-1 í venj- ingardysti í morgin fyri tólv árum síðani, Kypros vann 2-0 16. juni í 1992, og Sveis vann 2. juni í 2001 1-0. Hesir tríggir dystirnir vórðu allir spældir á Svangaskarði. Landsliðið skal komandi ár spæla tveir HM undan- kappingardystir á útivølli. Tann fyrri verður í Frak- landi leygardagin 3. sep- tember, og tann seinni verð- ur á útivølli ímóti Ísrael leygardagin 8. oktober. Um tann dysturin verður í Ísrael ella onkra aðra staðni verð- ur neyvan greitt fyrrenn eina ferð næsta ár. Fyri Ísrael er tað sjálvandi ynskiligt, at tað verður spælt á heimavøllinum hjá teimum. Nógvu tey sein- astu árini hevur tað verið soleiðis, at FIFA og UEFA orsaka av spentu politisku støðuni hava flutt dystir úr Ísrael og til aðrar vallir. Tvær ferðir í hvørjum staðnum Men tað hjálpti lítið hjá landsliðs- spælaranum, sum legði rygg til trivaligt tap á útivølli í fyrsta umfarinum ÚTISETI Jóannes Hansen Hann kom sum eitt skot á føroyska fótbóltskortið fyri meiri enn einum ári síðani. Men seinastu tíðina hevur lítið verið at hoyrt til hans- ara, og spurningurin er nú, um hann yvirhøvur er inni í landsliðshitanum. Tað fer ivaleyst ábending at fáast um heilt skjótt. Tað er Christian Lam- hauge Holst, sum hetta snýr seg um. Álopsmaðurin við føroyskari mammu er fram- vegis í Lyngby, sum eisini er felagið, har landsliðs- venjarin, Henrik Larsen, hevur sína dagligu gongd. Lyngby er í triðju bestu donsku deildini í Danmark. Teir fóru í vikuskiftinum undir nýggja kappingar- árið. Lyngby var í Odense, har teir hittu gamla stórfel- agið B 1913, sum fyrr í summar flutti niður. Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir noyddust til hús aftur sum av torvheiðum. Heimaliðið vann 4-1. Einsamalla málið hjá Lyngby skoraði Christian Lamhauge Holst stutt undan steðginum. Tá gjørdist støðan 1-1, men áðrenn teir fóru at hvíla seg, hevði B 1913 lagt seg framum aftur, og í 2. hálv- leiki skoraðu teir tvey mál afturat. Umboð fyri norður- lendsku fótbóltssam- bondini fara á fundi í Føroyum hósdagin í komandi viku at hava fund í Føroyum. Fundast verður serliga um gras- líki, og tað kann verða rættuliga áhugavert hjá føroyingum at hoyra, hvussu tað verður við tí sonevnda »3. generati- óns« graslíkinum, sum er á fleiri vøllum í Føroy- um. Bæði FIFA og UEFA hava viðgjørt hetta slagið av graslíki, og væntandi gongur ikki long tíð, áðr- enn tað verður loyvt fel- øgum at spæla sínar dystir á slíkum grasi. FSF hevur tí bjóðað øll- um teimum føroysku fót- bóltsfeløgunum og av- varðandi kommunum við á fundin í FSF-húsinum, har tey kunna frætta nærri um hetta evni. tn Norðurlendskur fót- bóltsfundur í Føroyum Christian skorar framvegis Føroyska landsliðið, sum her venur í Týsklandi, sleppur í komandi ári at royna seg tvær ferðir á Svangaskarði og tvær ferðir á Tórsvølli í HM-undankappingini savnsmynd C M Y K 18