Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 145 - 4. august 2004 Týskvøldið 27. juli skipaði Tórshavnar súkklufelag fyri súkklukappin fyri børn og vaksin. Súkkla var á Hálsi. Málið var uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele á Heykavegi. Teinurin var Heykavegur - Starvegur - Falkavegur - Tjaldursvegur- Heykaveg- ur. Kappast var í býar- koyring. Teinurin runt er uml. 600 m. Tað vóru fleiri luttakarar við sum ikki fyrr hava verið til súkklukappingar sum TSF hevur skipa fyri, og vóna vit at síggja meir til hesar seinni. Menn, unglingar og børn kappaðust og úrslitini vóru hesi Gentur ´96 og yngri Súkklaðu 2 umgangir 1 Birita Dam 2 Maria Jakobsen 3 Kristina Jakobsen 4 Hildur Poulsen Dreingir ´96 og yngri Súkklaðu 2 umgangir 1 Kristian Johansen 2 Tóri Nielsen 3 Martin Olsen 4 Rói Johannesen Dreingir árg. ´93 - ´95 Súkklaðu 4 umgangir 1 Finnur Mellemgaard 2 Beinir Højgaard 3 Jóanis Albert Nielsen 4 Jens Pauli Johansen 5 Trúgvi Jakobsen Gentur árg. ´90 - ´92 Súkklaðu 6 umgangir 1 Sára Olsen Dreingir árg. ´90 - ´92 Súkklaðu 6 umgangir 1 Rúni Bláfoss 2 Niels Christiansen 3 Kári Joensen Unglingar árg. ´87 - ´89 35 min + 1 umg. 1 Torkil Veyhe Vaksin árg. ´86 og eldri 35 min + 1 umg. 1 Bogi Kristiansen 2 Eli J. Christiansen 3 Esmar Joensen 4 Beinir Rasmussen 5 Christian Guttesen 6 John Joensen 7 Geyr Gilsteinson 8 Ásbjørn Nattestad Anelka vil til Monaco Franski framherjin hjá Manchester City, Nicho- las Anelka, tykist verða á veg aftur til heim- landið hjá sær. Champ- ions League-finalistar- nir úr Monaco vilja fegnir hava fyrrverandi landsliðsframherjan, og sambært enskum miðl- um hevur Anelka hótt við at fara í verkfall, um Manchester City ikki loyvir honum at fara til Monaco fyri einar 140 milliónir krónur. Real bjóðar 220 milliónir fyri Vieira Tað ljóðar fyri vist, at Real Madrid týsdagin bjóðaði ensku meistar- unum Arsenal 220 milliónir fyri liðskipara teirra Patrick Vieira. Hetta boðið er tó helst ov lágt, tí vætandi vil Arsenal hava í minsta lagi 300 milliónir fyri miðvallaran. Venjarin hjá Real Madrid, Jose Camacho, sigur, at hann vil hava Vieira innan hósdagin, tí tá er seinsta freist at melda spælarar til triðja umfar í Champ- ions League, har Real Madrid antin skal hitta banamenninar hjá HB, FC Wit, ella polska liðið Wisla Krakow. Bobby Fischer biðið um frið- skjól í Japan Fyrrverandi heims- meistarin í talvi, amerikumaðurin Bobby Fischer, hevur søkt um politiskt friðskjól í Japan, meðan hann stríðist fyri at sleppa undan at verða sendur aftur til heimlandið USA. Fischer hevur verið eftirlýstur síðani 1992, tá ið hann breyt handils- banni móti Jugoslavia við at spæla ein upp- vísingsdyst móti gamla arvafígginda sínum, Boris Spasski, í Sveti Stefan. Tyson skurð- viðgjørdur Fyrrverandi heims- meistarin í tungvekts- boksing, Mike Tyson, bleiv mánadagin skurð- viðgjørdur í tí eina knæ- num, tí at hann oyðilegði sær meniskin í dystinum móti eingilskmanninum Danny Williams leygar- kvøldið. Eftir eina góða byrjan upp á dystin end- aði Tyson í gólvinum í fjórða umfari, eftir at hava fingið eina rúgvu av sløgum frá Williams. Læknin, sum skurðvið- gjørdi Tyson, segði, at hann var ovfarin av, at Tyson megnaði at boksa trý umfør við skaðanum, og at hann megnaði at ganga úr ringinum. Baggio um- hugsar come- back 37 ára gamli italiumað- urin, Roberto Baggio, sum í fleiri ár taldist millum heimsins bestu fótbóltsspælarar, um- hugsar nú at gera come- back á fótbóltsvøllinum, eftir at hava verið "pen- sionistur" í bara tveir mánaðar. Baggio hevur fingið tilboð frá tveim- um av gomlu feløgunum hjá sær, Fiorentina og Bologna, og hann sigur tey verða sera freistandi. Ein av orsøkunum til, at Baggio legði skógvarnar á hillina, var annars, at hann var sera nógv darv- aður av skaða seinnu árini. Føroyingur við í danskari landsliðsbók Herfyri kom ein bók út við profilum av teimum 2198 leikarunum, sum seinastu mongu árini hava umboðað tey ym- isku donsku fótbólts- landsliðini. Bert ein av hesum mongu leikarum hevur umboðað tvinni lond í sínari fótbóltstíð, og tað er føroyingurin Oddmar Færø, sum hevur spælt á danska unglingalandsliðnum, og seinni leikti hann á føroyska A-landslið- num. Tá ið Oddmar Færø leikti á danska unglinga- landsliðnum, var hann liðfelagi við so mætar leikarar sum Peter Schmeichel og Michael Laudrup. Oddmar flutti eftir hetta til Føroya, har hann gjørdi vart við seg á bestu liðunum hjá ávíkavist B68 og B36. Í Danmark leikti Oddmar Færø við Glostrup IC. tn Súkkling á ólavsøku 2004 Veteranurin Bogi Kristiansen vann súkklukappingina hjá teimum vaksnu á ólavsøku savnsmynd Ólavsøkan byrjaði, sum vanligt, við at Bragdið skipaði fyri Ólavsøkurenn- ing á Skálatrøð týskvøldið. Luttøkan var metstór og í alt komu 269 rennarar í mál. Í fjør luttóku 180 rennarar. Sam Vang og Rigmor N. Joensen úr Bragdinum gjørdust vinnarar hjá ávika- vist monnum og kvinnum. Sí úrslitini hjá nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum niðan- fyri. Umstøðurnar at renna vóru sera góðar og stór mannafjøld, umleið 1000 fólk, hugdu at og stuðlaðu rennarunum sum runnu ávikavist 5 km, 1200 m, og 600 m teinar. Allar kappingarnar í ár hava sett met í luttøkutali og ikki kann sigast annað enn, at frælsa ítróttin er í stórari menning. Fyrr í juli var ein lítil hópur til stóra altjóða ungdómskapping "Øresundspelen" í Svøríki og úrslitini hjá umboðum okkara vóru sera góð. Tað er tí at fegnast um, at Tórshavnar Kommuna í løtuni arbeiðir við ítøkilig- um ætlanum til frama fyri frælsu ítróttina í Havn. Úrslit frá ólavsøkurenningin 2004 Menn 5 km Bólkur Navn felag Tíð 1 Sam Vang, Bragdið 16:42 2 Regin Zachariassen, Bragdið 16:47 3 Guttormur Sørensen, Treystið 17:02 Menn Veteranar 5 km 1 Óli Olsen, Bragdið 19:33 2 Steindór Hjaltalin, Bragdið 19:46 3 Tummas Joensen, Treystið 20:09 Kvinnur 5 km 1 Rigmor N. Joensen, Bragdið 19:50 2 Jana Jacobsen, Frælsi 22;31 3 Brynhild Absalonsen, Bragdið 22:36 Kvinnur veteranar 5 km 1 Jóngerð Høgnesen, Bragdið 23:08 2 Durita Rasmussen, Frælsi 27:49 3 Anna R. Jacobsen, Bragdið 28:36 Dreingir 17 1200 m 1 Jóan Karl Joensen, Bragdið 3:39 2 Ólavur F. Christiansen, Treystið 3:49 3 Robin Jønsson, Roysnið 3:49 Gentir 17 1200 m 1 Marin í Dali, Bragdið 4:22 Gentir 13 1200 m 1 Bjørg Herup Olsen, Bragdið 4:21 2 Vár Gregersen, Frælsi 4:29 3 Rebekka Fuglø, Treystið 4:37 Dreingir 13 1200 m 1 Ari Johannesen, Bragdið 4:15 2 Gilli Rólantson 4:18 3 Eli Falkvard Nielsen, Frælsi 4:19 Gentir 10 600 m 1 Kristin-Lív Jónsdóttir 2:14 2 Gurðið Eystberg, Bragdið 2:14 3 Annika Højgaard Povlsen 2:22 Dreingir 10 600 m 1 Rúni Seloy, Bragdið 2:01 2 Sølvi Egilsson, Frælsi 2:07 3 Ragnar Khaliqhay, Frælsi 2:07 Gentir 7 600 m 1 Margret Petersen 2:46 2 Ása Egilstoft Nielsen, Frælsi 2:51 3 Katharina Dalsgaard-Jacobsen 2:53 Dreingir 7 600 m 1 Betuel Hansen, Roysnið 2:22 2 Beinir Johannesen, Treystið 2:24 3 Steingrím Hallsson, Bragdið 2:34 C M Y K 20 Nr. 145 - 4. august 2004 21 PEUGEO T 307 grønur árg. 2002 km. 39.000 21