Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Tey sum hava áhuga og vitan eru best Pauli Trond Petersen Pauli er 41 ára gamal og býr í Vest­ manna. Er borgarstjóri í bygdini og hevur verið tað alt hetta valskeiðið. Hann hevur bankaútbúgving og er eisini marknaðar­ økonomur. Eitt skifti var hann í starvi hjá tryggingar­felagnum LÍV. Pauli er giftur við Barbaru brattaberg og tey eiga trý børn. Hann er limur í fíggjar­nevnd­ini og harvið eis­ini fram­søgu­ maður í fíggjar­málum fyri Tjóðveldi. Politisku uppgávurnar Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, ivast ikki í, at tað er best at tey, sum hava áhuga fyri politikki sleppa framat – tí eiga borgarstjórar eisini at stilla upp Árni Gregersen Tað voldir ikki nývalda ting­ mann­inum hjá Tjóðveldi, Paula Trond Petersen, teir stóru trupulleikarnar, at hann nú bæði situr í Løg­ ting­inum og er borgar­stjóri í Vest­manna. – Fyribils havi eg gjørt eina avtalu við býráðið í Vest­manna, at eg verði sit­ andi sum borgarstjori, tað árið, sum eftir er av komm­ unala valskeiðnum, sigur hann. – Tá ið valskeiðið so endar, so taka vit støðu til, hvat so verð­ur gjørt, sigur hann. Pauli T. Petersen hevur hetta valskeiðið sitið sum borgar­stjóri í Vestmanna. Í kjakinum um hvør skal sita hvar og hvør skal um­ boða hvønn, heldur borgar­ stjórin í Vestmanna, at tað er best, at fólk við áhuga fyri politikki og vitan um politikk sleppa á ting – Hetta heldur enn at velj­arin bert fær kend fólk at velja ímillum, so haldi eg, at tey við vitan og royndum eiga eis­ini at sleppa framat, sigur hann. Hann er upprunaliga fólka­floksmaður, men valdi at skifta til Tjóðveldi. – Tað vóru tað mangar orsøkir til, men fyrst og fremst tí eg fann útav, hvussu djúpt konservativur flokk­urin er. Eitt annað sum er ein av høvuðsorsøkunum er, at flokkurin á ongan hátt vil ganga viið til eina ný­skip­ an av føroysku fiski­vinn­uni. Tað er neyðugt og tað haldi eg er neyðugt at fáa gjørt nú, sigur Pauli T. Petersen. Pauli T. Petersen var numm­ar 10 á listanum hjá Tjóð­veldi við 218 atkvøðum á løg­tigns­valinum 1. sep­temb­ er. Tjóð­veldi hevði eina fram­ gongd í Vestmanna uppá eini átta prosent og persónliga fekk borgarstjórin í bygdini 148 atkvøður. 10. plássið á listanum hjá Tjóð­veldi gav ikki ein ting­sess, men tá ið ein fer burtur­av at røkja fólka­ting­ sessin hjá flokk­inum og trý fólk fara í landsstýrið, so var ting­sessurin vunnin. Fiskivinnan Tjóðveldi hevur í mong ár verið av teirri áskoðan, at skipanin við fiskivinnuni eigur at verða broytt, so fleiri sleppa framat fiski­ríki­døm­ inum so virðini verða eitt sindur øðrvísi býtt í sam­ felag­num. Pauli T. Petersen tekur fult undir við, at ein ný­ skipan verður gjørd av fiski­ vinn­uni. Tey punkt, sum Tjóðveldi hevur sett upp til broytingar í fiski­vinnuni, tekur hann und­ir við. – Vit mugu enn eina­ferð staðfesta í lóg, at fiska­til­ feingið er ogn Føroya fólks. Tað má ongantíð enda við, at onkur privatur skal fáa ognar­rættin til tað, sum svimur í føroyskum sjógvi, sigur hann. Tjóðveldi hevur sett sum fyrsta punkt í broytingunum til fiskivinnuna, at tað er um­ ráðandi, at alt sum vit veiða er burðardygt – bæði lív­frøð­ iliga og búskaparliga. – Beinanvegin eiga vit eis­ ini at steðga privatari sølu av veiðuloyvum. Tað kann á ongan hátt vera rætt, at tey sum hava fingið rættindini at gagnnýta ogn Føroya fólks, skulu sleppa at selja hesi rættindini fyri so at stinga peng­arnar í egnan lumma. Tað er ikki rætt og tí skal hetta steðgast beinanvegin, sigur Pauli T. Petersen. Hann sigur, at verður far­ ið undir at fyrireika eina ný­ skipan nú beinanvegin, so ber væl til at leggja uppskot á ting um broytingarnar á ólav­søku komandi. Fyrst skal sjálvandi eitt fyrireikandi arbeiði gerast av fakfólki og tá ið tað er gjørt, so skulu politikararnir framat at finna endligar semjur um, hvussu hetta skal set­ast saman. – Sjálvur vænti eg als ikki, at tað verður so tor­ført at gera eina slíka ný­skip­ an. Sum eg dugi at av­lesa signal­ini, so er vinnan ikki so av­vísandi. Hon krev­ur sjálv­andi at kenna fortreytir­ nar nøkur ár fram og tað er eis­ini rímiligt, sigur Pauli T. Petersen. Í teimum punktum, sum Tjóðveldi hevur sett upp, er millum annað, at allur fisk­ urin skal gagnnýtast og før­ oysk virkir skulu øll hava at­ gongd til fiskin, tá ið hann er veiddur. Fyribils havi eg gjørt eina avtalu við býráðið í Vestmanna, at eg verði sitandi sum borgarstjori, tað árið, sum eftir er av kommunala valskeiðnum