Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 meldurin Sosialurin Flokkurin vil eisini hava, at allur fiskur kemur uppá land í Føroyum, so hann kann virðisøkjast og skapa ar­beiði á landi. Flokkurin sigur eisini, at tað bert eru føroysk skip við mann­ingum, sum verða lønt­ar eftir føroyskum sátt­ mál­um, sum yvirhøvur eiga at sleppa framat fiski í før­ oyskum sjógvi – ella fram­at føroysku kvotum í fremm­ and­um sjógvi. Pensjónsnýskipan Pauli T. Petersen hevur eis­ ini stóran áhuga fyri, at pen­sjóns­nýskipanin verður gjørd liðug, so vit fáa skil á fram­tíðar livikorunum hjá til­komn­um fólki í Føroyum. Ein stórur partur av skip­ an­ini er gjørd, men nakað er eftir, sum politisk semja eis­ ini skal fáast um. Hann vísir á, at skattingin av pensjónunum er vorðin nógv harðari síðani vit fingu flat­skattin og forskattingina av pensjónunum. – Tað fer at hava við sær, at vit fáa ein ógvusligan stættar­mun millum pen­ sjonist­ar um nøkur ár. Tað má okkurt gerast við, so vit fáa meira samhaldsfesti inn í pen­sjónirnar, sigur hann. Pensjónsskipanin hongur eisini saman við haldførinum í búskapinum. – Tað máa fáast uppá pláss, tí vit skulu eisini hyggja longur fram enn bert eitt ella tvey valskeið. Hald­ føri í búskapinum má fáast uppá pláss, sigur borgar­ stjór­in í Vestmanna, sum altso eisini er tjóð­veldis­ting­ maður. Útbúgvingar Pauli T. Petersen heldur, at tað er avgerandi, at vit syrgja fyri, at vit sum fólk hava góð­ar útbúgvingar á øllum økjum. Bæði handaliga vinnan og kreativa vinnan eigur at styrkj­ast og útbúgvignar­ møgu­leikarnir eiga at betrast. – Vit mugu eisini skipa so fyri, at tilkomin fólk sleppa at útbúgva seg á ymsum økj­ um. Hetta sum eitur vaksna­ manna­lærlingar eiga vit at stuðla meira, tí sjálvandi ber tað ikki til hjá fólki, sum hava sett búgv og fingið børn at fara í læru við lærlingaløn. Her má tað almenna hjálpa til, sigur Pauli T. Petersen. Hann leggur afturat, at sjálvandi skulu umstøðurnar á Fróðskaparsetrinum eisini gerast betri. – Har eru nógvar góðar út­búgv­ingar sum er, men vit eiga sjálvandi at fáa nakrar afturat, men eins týð­andi er tað, at vit skapa eitt lestrar­ um­hvørvið, so ungu fólkini verða verandi í Føroy­um, held­ur hann. post@sosialurin.fo Føroyar eitt valdømi Skal politiskur og fólkaræðisligur áhugi varðveitast í Føroyum, so er neyðugt at umskipa valdømini aftur Fleiri tingmenn hava tosað um møguleikan at fara frá, at Føroyar eru eitt valdømi, tá ið val er til Løgtingið. Tey meta at vansarnir eru ov nógvir í mun til gomlu skip­an­ina, tá ið vit vóru býtt sundur í sjey valdømir. Ein teirra, sum eisini held­ur, at vit eiga at fara til gomlu skipanina aftur – við til­lag­ingum – er nývaldi ting­ mað­urin fyri Tjóðveldi, Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna. – Eg eri sannførdur um, at politiska undirtøkan fer at fána, um vit ikki skjótt venda aftur til at býra landið sund­ur í sjey valdømir, sigur hann. – Nýggja skipanin hevur so nógvar vansar við sær, at áhugin fyri at virka í poli­ tikki og at luttka í politskum ar­beiði fer at vikna meira og meira heldur hann. Hann vísir á ein av trupul­ leikunum sum er, at fer eitt tingfólk í landsstýrið, sum til dømis er valt í Suðuroy, so er ongin trygd fyri at eyka­maðurin á tingi kemur úr Suðuroy. – Við núverandi skipan er tað nógv meira sannlíkt, at eykatingmaðurin til dømis kem­ur úr Suðurstreymoy og tað gevur ongan meining, held­ur hann. Pauli T. Petersen heldur, at kanska var tann gamla skip­anin ikki tann besta, men hon kann takast í nýtslu aftur, verður hon broytt og nú­tímans­gjørd. – Tað kann standa í lógini, at øll valdømini hava ein ella tveir umdømisvaldar og kunnu hini tingfólkini býtast eftir, hvar atkvøðrunar falla. Tað er ein máti, men hetta má loysast. Pauli T. Petersne sigur seg vilja arbeiða fyri, at val­døm­ ini verða broytt, so vit fara aft­ur til eina skipan, sum eira líkist tí gomlu, heldur enn teirri vit hava í dag. post@sosialurin.fo Vaksnmannalærlignur – Tað eigur at gerast soleiðis, at tilkomin fólk eisini kunnu fara í læru. Her má tað almenna hjálpa til, sigur Pauli T. Petersen Savnsmyndir