Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Eitt veksandi tal av fólki liva í dag nógv longri, enn forsøgnin sigur, tá tey hava fingið sjúkugreiningina “ólekiligur krabbi”. Tað vísa nýggj hagtøl hjá norð­ ur­lendsku krabba­meins­skrá­set­ing­ ini, Nordcan. – Hetta merkir, at ólekiligur krabbi í størri mun skal takast sum ein kronisk sjúka heldur enn ein deyðadómur. Tað sigur yvirlæknin og fak­ligi blaðstjórin hjá Kræftens Be­kæmp­ else í Danmark, Jens Oluf Bruun Peder­sen. – Nógv smá frambrot eru á fleiri ymiskum økjum, og tað eru hesi, ið geva positiva gjøgnumbrotið, ið merkir, at sjúkuavgerð, skurðfrøði og medisinsk viðgerð eru vorðin betri, sigur hann. Nýggj tøkni Yvirlæknin vísir á, at nýggj tøkni og nýggir skanningarhættir eins og ílegugransking hava givið lækn­ unum betri amboð, tá teir skulu taka eina sjúkuavgerð og skulu finna fram til neyvu viðgerðina. Ikki minst skulu læknarnir vera førir fyri at velja eina aðra viðgerð, um fyrsta viðgerðin ikki virkar nóg skjótt. – Nýggju hagtølini vísa greitt, at hóast sjúklingurin ikki er vorð­ in viðgjørdur undir einum fyri sín krabba, er kortini nógv, sum kann gerast. Talan kann eitt nú vera um at broyta viðgerð ella royna nýggj evni, sigur Jens Oluf Bruun Pedersen, sum væntar, at fram­tíðin fer at hava eina røð av nýggjum, smáum gjøgnumbrotum, sum til­ sam­ans fara at gerast eitt stórt fram­stig í stríðnum móti krabba­ meini. Hann vísir á, at krabbamein snýr seg um fleiri enn 240 ymiskar sjúkur. Tí er tað ikki ein einstøk viðgerð ella heilivágur, sum lekir allan krabba. Heldur er tað soleiðis, at tað verða smáir træðrir í nýggjari vitan sum tilsamans fara at gera stóran mun. Betri møguleikar Eitt dømi er ein nýggj ensk gransk­ ingarverkætlan sum vísir, at tað er møguligt - tíðliga í tilgongdini - at staðfesta krabbamein í brisinum (búkspýttkertlinum), ið er ein av teimum heilt stóru vandunum. Trupulleikin er, at hetta slag av krabba er ógvuliga trupult at stað­festa, og ofta verður krabbin í bris­inum ikki staðfestur fyrr enn á triðja stigi. Men, nú kunnu læknarnir við framkomnari land­ roynd finna út av hesum slag av krabba longu á fyrsta stigi. – Hetta merkir samstundis, at møguleikarnir at yvirliva krabba­ sjúku í brisinum fara úr nøkrum heilt fáum prosentum upp í heili 60 prosent innan eitt ár, sigur yvir­ læknin og fakligi blaðstjórin hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark, Jens Oluf Bruun Pedersen. Vit stúra øll fyri at hoyra læknan siga: »Tú hevur ólekiligan krabba…« Men, anda nú djúpt og finn tín innara frið. Tað er nevniliga stórur møguleiki fyri, at boðini, tú hevur fingið, slett ikki eru tín deyðadómur HEILSA – Tú hevur ólekiligan krabba Just do it! Tann størsta forðingin, sum vit menniskju hava, liggur ikki framman fyri okkum, men inni í okkum. Negativir tankar um okkum sjálvi og óttin um, hvørjar tankar onnur hava um okkum, leggja eitt stórt lok á øll tey evni og alla ta orku, sum vellir innan í okkum. Um vit megna at knúsa hesar negativu tankar og fylgja okkara innastu dreymum, eru tað ongar royndir, eingi stopp-ur og ongar málstrikur, sum kunnu máta og rokna, hvussu langt vit megna at koma. Lat ikki tíni góðu evni og tína brúsandi orku fara til spillis - bara av negativum tonkum um teg sjálvan! Just do it – yes, you can! Kelda: www.fegin.fo - Framtíðin fer at hava eina røð av nýggjum, smáum gjøgnumbrotum, sum tilsamans fara at gerast eitt stórt framstig í stríðnum móti krabbameini, sigur Jens Oluf Bruun Pedersen, yvirlækni Trupult at staðfesta krabba í brisinum Tað kann vera trupult at finna fram til krabba í brisinum ella búkspýttkertlinum, sum kertilin eisini verður róptur Vilmund Jacobsen Sjúkueyðkennini vísa seg ofta seint, tí tey eru veik, og trupult kann vera at seta orð á tað, tú følir. Tí gongur ofta long tíð frá tí, at tú ert vorðin sjúk/-ur, til krabbin í brisinum verð­ur staðfestur. Ein annar trupulleiki kann vera, at kanningar, tá krabbaknúturin er lítil, ofta vísa, at alt er í lagi, tí ein lítil knútur kann vera trupul at staðfesta. Tí verður krabbi í brisinum ofta ikki avdúkaður, fyrr enn sjúkan, sum gjarna rakar eldri, hevur breitt seg. Sjúkueyðkennini eru ofta lík teim­um, tú hevur, tá tú dregist við góð­kynjaða sjúku. Tú kanst hava uppblástan maga eftir máltíðir, kvalma, magapínu, leyst lív og trekan maga yvir longri tíð, eins og tú kanst kenna troytt­ leika, sum tú ofta kennur í so nógv­ um øðrum førum eisini. Flestu av nevndu sjúkueyð­kenn­ um kunnu eins væl vera minni álvars­lig og slett einki hava við krabba­mein í brisinum at gera. Tað er tí trupult at gera eina neyva lýsing av, hvørji sjúkueyð­ kenni tú eigur at ansa eftir. Tó er altíð skilagott at ansa eftir nýggjum og varandi sjúkueyð­kenn­ um. Kelda: www.cancer.dk Tað er altíð skilagott at ansa eftir nýggjum og varandi sjúkueyðkennum