Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 20 Sosialurin Løgmansskrivstovan Vit sóknast eftir einum dugnaligum og nærløgdum fólki at gerast fastur par- tur av føroyska starvsliðnum í London. Starvið Søkt verður við hesum eftir skrivara/fulltrúa til sendistovu Føroya í London frá 1. november 2015 at rokna, ella skjótast gjørligt. Sendistovan røkir føroysk áhugamál í Stórabretlandi og Írlandi. Skipanarliga eru sendistovan og ut- tanríkistænastan í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum ein og sami myndugleiki. Uppgávur Tann, ið sett/ur verður, verður partur av dagligu arbeiðsgongdini á sendistovuni. Sendimaðurin leiðir sendistovuna og er di- plomatiska umboð Føroya til Stórabretland og Írland. Umframt skrivaran/full- trúan er vanliga ein starvslesandi knýttur at sendistovuni. Starvið fevnir millum annað um telefonmóttøku, bókhald, skjalaskráseting, skrivligt samskifti, innkeyp av skrivstovuútgerð og annan dagligan rakstur av sendistovuni, umframt samskipan av tiltøkum og vitjanum. Stundum verður talan um at luttaka vegna sendimannin á fundum og tiltøkum eftir tørvi og at skriva frágreiðingar og annað kunnandi tilfar í hesum sambandi. Førleikakrøv Umsøkjarar eiga í minsta lagi at hava hóskandi útbúgving á bachelorstigi. Dentur verður lagdur á viðkomandi praktiskar arbeiðsroyndir og góðan mál- kunnleika, bæði í skrift og talu, serliga føroyskt og enskt. Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera nærlagdir, hjálpsamir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Starvsstaðið Starvsstaðið verður Sendistova Føroya í London, ið leigar hølir frá donsku sen- distovuni í 55 Sloane Street, SW1X 9SR, London. Setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv og er skipað samsvarandi teim reglum, sum eru gal- dandi í donsku uttanríkistænastuni fyri lokalsett starvsfólk. Útreiðslur í sam- bandi við flyting, eins og bústaðarviðurskifti annars, eru ábyrgd umsøkjarans. Sendistovan er til reiðar, eftir førimuni, at veita ráð um praktisk viðurskifti á staðnum. Nærri kunning um starvið Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Áka Johansen, sendi- mann í London, á telefon (+44) 20 7333 0227 ella (+44) 77 7027 3213 (fartele- fon) ella telduposti akij@tinganes.fo Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívrensli eiga at verða sendar til: Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Postrúm 377, Tinganes, 110 Tórshavn ella við telduposti til: vmr@vmr.fo Umsóknir skulu verða Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í sei- nasta lagi 18. oktober 2015. SkRiVaRi/FULLTRÚi Á SenDiSToVU FøRoya Í LonDon MentaMálaráðið Í sambandi við at Bogi Bech Jensen tók við starvinum sum rektari í Skúladeplinum við Marknagil tann 1. august 2015, verður almenn móttøka í Skúlaheiminum fríggjadagin 9. oktober kl. 15.00-17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin Móttøka Broytingar í Byggisamtyktini fyri sands kommunu Sambært § 6 í løgtingslóg nr 13 frá 21 mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at kommunustýrið á Sandi, á fundi 28.09.2015 sam- tykti broytingar í byggisamtyktini fyri Sands kommunu. Ætlaða broytingin er: 1. At broyta kortskjalið fyri almennu byggisamtyktina soleiðis, at alt matr. nr. 292, verður broytt til øki B Almennir stovnar. 2. At ásetingin fyri øki B, Almennir stovnar eisini kemur at umfata Ítróttarendamál. Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi á kom munuskrivstovuni frá 07.10.2015 til 28.10.2015 í vanligari avgreiðslutíð. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at lata Sands kommunu skrivliga, í seinasta lagi 18.11.2015. Mørkin Mikla 3 | | FO-210 Sandur | Tlf. 361034 | www.sandur.fo Proklama Búgvið eftir Ragnhild Mortensen, fødd 13. september 1922 – deyð 15. februar 2015, ið búði Boðanesheimið Yviri við Strond 100 Tórshavn (áður Tinghúsvegur 71, 100 Tórshavn) og áðurdeyða hjúnaðafelaga Eli Mortensen, føddur 4. oktober 1908 – deyður 20. oktober 1990, er sambært § 75 í skiftilógini latið arvingunum til privat skifti. Í hesum sambandi vera møguligir kravánarar biðnir um innan 3 mánaðir frá tí at henda lýsing hevur verið í blaðnum at senda undirritaða fráboðan um krav teirra viðlagt skjølum, ið prógva rættleikan av krøvum teirra ávísandi j.nr. 2371502 Tikið er við skuld. TóRShavn, Tann ________ PETuR EvEn DjuRhuuS,aDvokaTuR YviRi við STRonD 4 PoSTSMoga 359 Fo-100 TóRShavn