týsdagur 6. oktober 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit vilja hervið hjartaliga takka øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði
Haldor Christiansen
doyði og varð jarðaður.
Vit vilja takka Landssjúkrahúsinum, Lágargarði og
øllum, sum vóru um Haldor og vitjaðu hann, meðan
hann var sjúkur.
Eisini vilja vit takka Mariukirkjuni, sangarum, Hera
Joensen presti og øllum, sum fylgdu og vóru við at
gera jarðarferðina so hátíðarliga.
Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við
ervinum, og fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Mariukirkjuna.
Hjartaliga takk øll somul.
Familjunar vegna,
Maria
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Sigrid Poulhilda Mikkelsen
Skála
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningargávur til
sambýlið hjá tí elsta soninum. Tøkk til Asbjørn
Mikkelsen fyri fløvandi orð á Eldrasambýlinum
á Skála. Tøkk til Símin P. Jacobsen prest,
kirkjutænarar, sangarar og øll tykkum, sum hjálptu
til við jarðarferðini og ervinum.Tøkk til tykkum,
sum vóru um hana í Eldrasambýlinum.
Tøkk til tykkum, sum komu at fylgja henni til
hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Herbert, Sverri, John, Sóley, Eyðleyg og Marit
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaði bróðir, mammu- og pápabeiggi
okkara
Ivan Veyhe
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri góð og
troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, berarar og
gravarar.
Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðarferðini og ervinum. Takk til
starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á
Landssjúkrahúsinum. Takk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Porkeris kirkju.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Margith, Herborg, Jona og Birgir
Takk fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra mamma,
vermamma, omma og langomma
Brynhild Lamhauge Rituvík
f. 14.12-21 – d. 21.07-15
andaðist og varð jarðað.
Takk til prest, kirkjutænarar og øllum tykkum, sum
á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini.
Takk til starvsfólkini á ellisheiminum,sum vóru um
hana, meðan hon búði har.
Takk fyri blómur, kransar og heilsarnir.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Meinhard, Ingolf, Jóni, Jónsvein, Rannvá
og Gunhild
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri
bróðir
Oddur Holm
føddur 3.2.47 – deyður 13.2.15
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og kransar, tøkk til Marjun
Bæk fyri góð orð í kapellinum og til Jens Mortan
Mortensen fyri vakra gravartalu. Tøkk til øll, ið
hjálptu til við jarðarferð og ervið.
Tøkk til øll, ið komu í kapellið og tykkum mongu,
ið komu at fylgja Odduri til hansara seinasta
hvíldarstað.
Systkini
Hjartans tøkk fyri samhuga og hjálpsemi, tá maður
mín, pápi, verfaðir og abbi okkara
Leivur Grækarisson
doyði og varð jarðaður.
Serstakliga takka vit Annu Torsteinsdóttur, sum
legði alt til rættis, og kvinnunum, sum bakaðu alt
til ervið.
Auðbjörg, Leivur Grétar, Conni og Gustav