Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Í dag, mikudagin 7. oktober, fer Tórbjørn Jacobsen á Langa­nesi á Glyvrum um 60 ára mót­ið. Hann er fyrrverandi løgtings­maður, lands­ stýrismaður og fólka­tings­mað­ur. Nú er hann havnarmeistari, og á nýggjárinum verður hann borg­ar­ stjóri í Runavíkar kommunu, har hann hevur verið býráðslimur síð­ ani 2013. Tórbjørn er uppvaksin í Syðru­ gøtu – millum áirnar sum hann plag­ar at taka til – og á Glyvrum. Hann kennir seg bæði sum glyvra­ mann og syðrugøtumann, og tað er merkisvert, at komandi borgar­ stjórin í Runavíkar kommunu er íðin viðhaldsmaður hjá Víkingi. Foreldrini eru Arnbjørg og Joen Jacob F. Jacobsen á Glyvrum. Hon er úr Syðrugøtu – dóttir Suffíu og Joen Elias Gregersen – og hann er av Glyvrum – sonur Suffíu og Napoleon Jacobsen á Glyvrum. Tórbjørn er elstur av fýra systkjum. Hini eru Valgerð í Klaksvík, Brand­ ur í Gøtu og Birna, sum býr í høv­ uðsstaðnum. Uppvøksturin var í sjómanna­ heimi og í umhvørvi, sum var eyð­kent av reiðaravirksemi og hand­ilsskapi og tí, sum hongur uppií. Pápin var í langfarasigling, og abbin, Glyvra Poli, setti við sín­ um virksemi og verumáta dám á umhvørvið á Glyvrum og á abba­ sonin. Mynstringarnar í danska hand­ ilsflotanum vóru langar. Tí kom tað ofta fyri, at konur og børn vóru við umborð. Soleiðis var tað eisini hjá Arnbjørg og Joen Jacobsen, og hetta var orsøkin til, at Tórbjørn tíðliga ferðaðist á heimshøvunum og kring mest sum allan knøttin. Tvey tey fyrstu skúlaárini vóru við Gøtugjógv, so á Glyvrum og 1972-1975 gekk Tórbjørn í Hoy­døl­ um, har hann lærdi at kenna og gjørd­ist kendur við javnaldrar kring alt landið. Í 1975 fór 60 ára føð­ingar­dags­barnið til sjós, og hann var sjó­maður í næstan eina fjórð­ings­øld. Hann rakk trý ára siglings­tíðina sum dekkari um­borð á Norðvíkingi, sum abbin og pápin áttu saman við øðrum, og sum pápin førdi. Eitt stutt skifti, áðrenn hann eftir ársskiftið í 1979 fór upp á skúla, var hann fiskimaður – nakrar snellutúrar við Vørðukletti í Leirvík, sum Ólavur Olsen førdi, og síðani við Kjølbro trol­ ar­an­um Sjúrðarbergi, sum Bjørn Justinussen, sáli, á Glyvrum førdi. Tá ið Tórbjørn undan jólum í 1981 var liðugur við skúlagongdina, fór hann av sjómansskúlanum við besta próvnum í tí flokkinum. Árini á sjónum vóru í familjufyritøkuni. Um sumrarnar var rutan norður við vesturstrondini á Grønlandi. Tað valdaðist ísviðurskiftini, men sum oftast eydnaðist tað eina ella tvær ferðir at røkka norður til Thule og smáu bygdirnar har á leið. Vetrarsiglingin var fyri tað mesta millum Grønland og Dan­ mark, og so varð kósin við­hvørt sett suðureftir, eitt nú í frukt­ sigling millum marokkansku býir­nar Casablanca og Agadir og europe­iska meginlandið – serliga Frak­land. Úr Florida og umvegis Dur­ban og norður til Saudi Arabia og haðani aftur inn á eurpopeiska megin­landið. Teir munnu vera fáir, sum sein­ astu nógvu árini hava havt so stórt innlit í sigling við farmaskipi í Grøn­landi, sum Tórbjørn hevur havt tað. Tørnini á brúnni vóru long, og tað var ikki tespuligt at liggja og brótast í ísinum. Serliga minn­isrík var ferðin í 1982, tá ið Tórbjørn 4. juni og í himmalsins ódnar­veðri kendi seg noyddan at seta Norðvíking á land norðanfyri Borgs­havn. Orsaka av ísi var skipið farið at leka. Hvussu tað gekk fyri seg, tá ið teir sjálvir fingu skip­ ið tætt aftur, er væl greitt frá í 14. bindi av Siglingarsøguni. Har hevur Tórbjørn eisini meistarliga lýst eftirspælið. Tað endaði við hand­tøku og rættarsókn í Nuuk, áðrenn myndugleikin gjørdi av, at danska sjó­verjan og serliga danska løgreglu­valdið, hevði leikað ov nógv í. Talan var um storm í vatnglasi, sum endaði við lítlari bót heldur enn við frádøming av pappírunum, sum ákæruvaldið hevði kravt. Tórbjørn hevur altíð verið polit­iskt áhugaður. Blaðungur var hann upptikin av frælsishetjum kring knøttin, sum ofraðu seg fyri tjóðar­frælsið, og hann er framvegis upptikin av teimum. Tíðliga í tíð­ini varð hann organiseraður í Tjóð­ veldisflokkinum, og undan løtings­ valinum í 1984 varð heitt á hann um at stilla upp. Ta ferðina endaði hann aftanfyri Signar á Brúnni og Petur Reinert, sála, sum hann helt ógvuliga nógv av. Tórbjørn er sum tikin úr leikum sum greinskrivari og røðari. Ferð­ irnar kring knøttin hava brent nógv­ar upplivingar í sinnið, og frí­ vakt­irnar bóru høvi við sær at lesa eina rúgvu. Tórbjørn hevur ikki bara lisið. Hann arbeiðir við bókum, tíðarritum og greinum. Tað hoyrist og sæst, tá ið hann tosar og skrivar, at har er nógv at oysa av. Tað osar av einum forvitnum lyndi. Eftir løgtingsvalið í 1998 varð Tór­bjørn tingmaður fyri Signar á Brúnni, sum var landsstýrismaður í mentamálum. Seinni býttu teir um, og frá 2002 og fram til løg­ tings­valið 2011 var Tórbjørn løg­ tings­maður. Hálvt triðja ár var hann fólkatingsmaður – ikki sørt líkur Johan Nielsen, sála, tá ið hann røddi. Í stutta skeiðnum hjá CHE samgonguni í 2008 var Tór­bjørn fiskimálaráðharri. Hann orð­aði tá uppskot til nýggjan fiski­vinnu­ politikk og víðfevndar broytingar. Sjey ár eru liðin síðani turbolenta tíðar­skeiðið í fiskimálaráðnum. Hóast tað ikki fekst semja um broyt­ingarnar og samgongan skrædn­aði, so er orðaskiftið nógv litað av tí, sum tað fyri sjey árum síðani varð spælt út við. Í starvinum sum havnarmeistari í Runavík sá Tórbjørn stórar møgu­ leikar, og fyri fýra árum síðani valdi hann at taka seg úr landspolitikki. Síðani hevur hann nýtt alla sína tíð til at vera havnarmeistari og loðs­ur. Ferðslan inn og út av fjørð­ inum er fleirfaldað, og havnar­ meistarin mundi eiga ein fingur við í spælinum, tá ið tað í august í fjør eydnaðist at fáa fyrsta olju­ bori­platt­formin inn um Saltnes­ grynn­una til umvælingar. Í starv­ in­um á havnarlagnum hevur hann tikið ábyrgd fyri fleiri, sum tað annars ikki er pláss fyri á arbeiðs­ markn­aðinum, og tað riggar fyri- myndarliga væl. Á býráðsvalinum í 2012 rakk Tórbjørn næstflestar atkvøður í Runavíkar býráð. Hann varð vald­ ur næstformaður og formaður í teknisku nevnd. Á nýggjárinum fer Magnus Rasmussen úr for­ mans­starvinum, og tá verður Tór­ bjørn borgarstjóri. Hann hevur lagt stóra orku í at syrgja fyri fleiri íløgukrónum í havnarlagið, og hann hevur spent seg fyri at fáa svimji­høll bygda í Runavík. Tað hevur verið sagt um abban, Glyvra Pola, at hann skuldi vera gløggur, karismatiskur, harður og treytaleysur tjóðskaparmaður, og at hann ikki ræddist fyri at siga sína meinging líka mikið hvør, ið annars stóð fyri. Hjá teimum, sum hava fylgt politisku telvingini - bæði innanfloks í Tjóðveldinum og uttanfloks - er skjótt at staðfesta, at havnarmeistarin og komandi borgartsjórin á Langanesi er ikki ólíkur abbanum! Hann man vera ein teirra, sum Óli Petersen oftast broderar yvir, og Tórbjørn kundi ikki droymt um at verið fornermaður. Heldur tekur hann eygleiðingarnar hjá Óla P sum herðaklapp og stóra list! Akkurát sum ein av størstu politisku fyri­ myndunum, Finnbogi Ísakson, sáli, gjørdi tað. Politikkurin fyllir framvegis nógv. At analytisku evnini eru góð, sást eitt nú í fínu sjón­varps­send­ ing­unum Vikan og valið. Tórbjørn er giftur Ann Ellefsen úr Havn. Í fyrra hjúnalagnum eig­ur hann fýra børn: Arnbjørg, sum býr á Skála, og Kristiannu og tvíburarnar Jóan Jákup og Hjørdis. Tær báðar eru á flatlondum, og einkarsonurin gongur í fótasporunum hjá páp­an­ um, abbanum, langabbanum og oldur­abbanum. Hann er sjómaður og skips­førari. Hóast hann arbeiðir ógvuliga nógv, so røkir Tórbjørn mongu og fjølbroyttu áhugamálini og frítíðar­ ítrivini. Sosialu sambondini eru nógv og spenna víða – innanlands og uttanlands og á sosiala stiganum. Tórbjørn syngur í kórinum í Glyvra kirkju, har hann eigur fastan sess, heldur røður og undirheldur, spælir sjónleik, ítróttinum fylgir hann væl við í, og fyri stuttum keypti hann deksbátin Høgna Jákup frá Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi. Leygarkvøldið helt Tórbjørn føð­ingardag í skótahúsinum á Mýr­unum í Runavík. Fyri seksti árum síðani stóð vøggan í Marstal, har pápin gekk upp á skúla. 60 ára føðingardagin er hann aftur á flatlondum, har hann hóskvøldið fer á konsert hjá Bob Dyllan, sum er ein av mongu sangarunum og tónleikarunum, ið hann heldur nógv av. Hjartaliga til lukku og takk fyri gott vinarlag í mong ár. Jóannes Tórbjørn Jacobsen 60 ár NØVN Helgi Abrahamsen Fríggjakvøldið bar Útvarpið tey tíðindi, at landskassin fær bara umleið helv­ tina inn av peng­ un­um, sum ætl­an­in var at fáa frá grunnum og part­ afeløgum í ár. Ein av grunn­unum sum noktar at gjalda lands­kass­an­ um part av vinninginum er Real­ urin. Kristina Háfoss, landsstýris­ kvinna við fíggjarmálum var tí end­urgivin fyri at siga, at hon fer at kalla Realin til ein fund, sum skal greina ósemjuna, og eisini segði hon, at tað er hennara vón, at lands­ kassin fær pengarnar. Landsstýriskvinnan kúvend Sigast má, at landsstýriskvinnan og eisini onnur í samgonguni hava gjørt eina løgna kúvending í hesum málinum. Tá Jørgen Niclasen legði upp­ skot­ið fyri tingið, sum skuldi gera tað møguligt hjá landskassanum at fáa hesar pengarnar, tók táverandi minniluti í fíggjarnevndini (Krist­ ina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) ikki undir við uppskotinum. Tey vístu millum annað á, at hetta fór at gera tað fíggjarliga tyngri fyri feløgini, sum annars skuldu vera eitt alternativ til privatu tænasturnar frá bankunum. Eisini søgdu tey, at rokningin fór at enda hjá teimum sum fingu fígging frá millum øðrum Realinum. Sama skilið í tingsalinum Tá uppskotið fekk fyrstu viðgerð í løgtinginum, segði Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna fyri Tjóðveldi, at hon dugdi slett ikki at síggja, at uppskotið var skilagott, og Rigmor Dam kallaði tað ”make up store” hjá landsstýrinum, har endamálið var at sminka fíggjarlógina. Sjálv hevði Kristina Háfoss hug at flenna at uppskotinum, tí hon helt at tað í veruleikanum gekk ímóti endamálinum. Henrik Old tók eisini orðið. Hann segði, at hann sá fyri sær eina mynd av Jørgeni Niclasen, lands­ stýrismanni, sum í myrkri koyrdi runt í einum Ferari rasarabili – konto av konto, grunn av grunni, fyri at ræna tað sum var at finna har. Skulu nú hava pengarnar Tað er løgið, at nú hesi somu fólk­ ini eru í samgongu, og flestu teirra hava fingið ein fjálgan lands­stýris­ sess, nú er alt um ”make up store”, Ferrari rasarabilar og aðrar trupul­ leikar við uppskotinum gloymt. Sjálvt landsstýriskvinnan, sum flenti eftir uppskotinum, fer at kalla Realin inn til fundar, tí hon vónar at landskassin fær peng­ arnar. – Ja rætt hevur orðatakið: Ofta etur hundur tað, hann havnar. Samgongan er snarað 180 stig