Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge – Budapest Aldurin, hugurin, gleðin og raðfestingin spæla inn, nú Christian L. Holst gevst á føroyska landsliðnum. Hann hevur spælt 49 landsdystir og skotið fýra mál. Nú hevur hann bara tveir møguleikar, at leggja afturat tí. Til venjing týskvøldið á Puskas leikvøllinum kunn­ gjørdi Christian L. Holst, at hetta verða hansara sein­astu dystir fyri føroyska lands­ liðið. Hann vil heldur finna hurðina, meðan hann fram­ vegis klárar at fylgja við. – Eg havi verið ótrúliga glaður fyri tíðina á lands­lið­ num, men nú er tíðin komin til at siga stopp, áðrenn onkur ger tað fyri teg, sigur Christian L. Holst, sum til dagligt spælir við Fremad Amager í triðj bestu deildini í Danmark. Hann hevur sáttmála fram til í summar, og tað er eisini um reppið, at róligi maðurin við góða bólt­før­ leik­anum gevst sum fótbólts­ spælari. Tað sær út til, at hetta kann verða endin á míni yrkis­leið í fótbólti. Eg havi sáttmála til í summar, og so er líkt til, at tað verður tað, sigur Christian L. Holst. Lívið er annað enn fótbóltur Hóast Christian L. Holst ongan­tíð fjalir, at hann er glaður fyri tíðina á lands­ lið­num, so merkist eisini á honum, at fyri hugsunar­ sama miðvallaran er annað enn fótbóltur, sum er farið at fylla nógv í gerandisdegnum. Tað hevur altíð verið stuttligt at verið við lands­ liðnum, men seianstu tíðina havi eg merkt, at hugurin og gleðin ikki er tann saman. Fótbólturin fyllur minni og minni í mínum lívið. Eg livi eisini eitt lív uttanfyri fótbóltin við familju, greiðir Christian L. Holst frá. Spurdur um tað er ald­ urin, kroppurin ella høvdið, sum sigur stopp, svarar Christian at tað er ein bland­ ur av øllum. – Eg merkti væl í Finn­ landi, at eg var ikki har, sum eg skuldi vera, fyri at spæla á føroyska landsliðnum. So aldurin og kroppurin spælir eisini inn. Tað er ein blandin av fleiri tingum, sigur Christian L. Holst og leggur afturat; – Eg nærkist endaðum á míni yrkisleið. Hetta hevur verið ein frálík undankapping, tí kennist tað gott at steðga nú, sigur landsliðsmiðvallarin. Nógvar kenslur Hóast hann ikki hevur sín upp­vøkstur í Føroyum, so hevur Christian L. Hoslt nógvar kenslur fyri Føroy­ um. – Eg elski at vera í Føroy­ um. Eg elski natúruna og fólki. Vónandi komi eg í fram­tíðin eisini at brúka tíð í Før­oy­um, sigur Christian L. Holst, sum skilir tað tað mesta av føroyskum, men ann­ars tosar danskt. Onkuntíð hevur hann verið settur í samband við føroysk feløg, men sann­ leikin er, at tað hevur ongan­ tíð verið heilt nær við. Tað hevur onkuntíð verið ein takni og okkurt prát um tað, men síðani eg fekk familju, so hevur tað torført at fáa tað at hanga saman, sigur Christian L. Holst, sum verður 34 á jólum. Til seinasta heimadyst móti Norðurírlandi gjørdu kenslurnar eisini um seg í kroppinum á Holstinum. – Eg sat við eini kenslu av sorgblídni, eftir heimadystin móti Norðurírlandi. Eg haldi tað er deiligt at kunna gevast við eini slíkari kenslu, heldur enn at onkur sigur stopp fyri teg, sigur Christian L. Holst, og leggur afturat: – Eg tími ikki at spæla eitt korter her, og eitt korter har. So vil eg heldur steðga her. Tað er eisini ein eginleiki, at duga at siga stopp sjálvur, sigur miðvallarin og leggur enda­liga afturat; – Eg eri ikki í iva um, at avgerðin er røtt, sigur 33 ára gamli Christian L. Holst at enda. trondur@sosialurin.fo Takk fyri meg Christian Lamhauge Holst gevst á landsliðnum, eftir hesa undankappingina. Framrættaði miðvallarin heldur, at tíðin er komin til at takka fyri seg á landsliðnum. – Hugurin og gleðin at spæla á landsliðnum er ikki tann sama longur, sigur 33 ára gamli Christian L. Holst Christian Lamhauge Holst landsliðið fótbóltur Fakta Christian Lamhauge Holst Føddur: 25. desember 1981 Feløg: Thurø, Svendborg FB, Lyngby Bk, Silkeborg IF og Fremad Amager Landsdystir: 49 Mál: 4 – Eg elski at vera í Føroyum. Eg elski natúruna og fólki. Vónandi komi eg í framtíðin eisini at brúka tíð í Føroyum, sigur Christian L. Holst Mynd: Polfoto