týsdagur 6. oktober 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
ítróttur
Tróndur Arge – Budapest
Føroyska landsliðið er komið
leiðina fram til ungarska
høvðusstaðin. Í ferðalagnum
restaðu Brandur H. Olsen,
Hallur Hansson og Fróði
Benjaminsen í. Teir hava allir
leikbann til hendan dystin,
men verða tøkir til dystin
móti Rumenia sunnukvøldið
á Tórsvølli.
Í gjár var venjing á søgu
liga Ferenc Puskás leikvøll
inum í Budapest. Hetta var
fyrsta venjingin hjá A-lands
liðnum til hendan dystin.
Stórur spenningur er um,
hvussu Lars Olsen blandar
kortini hesa ferð, tá tríggir
so týðandi spælarar ikki eru
tøkir.
Fyrsta
venjingin
gav
ábendingar um, at helst
verða fleiri broytingar enn
tær tríggjar, sum Lars Olsen
er tvingaður at gera.
Lars vil lítið siga
Hóast venjingin gav nógvar
ábendingar um hvat Lars
Olsen hugsar til dystin móti
Ungarn, so vildi hann ikki
siga tað stóra.
Hann avdúkaði, at hann
hevði tikið avgerð um sjey
ella átta pláss á vøllinum,
men at hann hevði nógv at
hugsa um til hendan dystin.
– Hetta er ein av teimum
dystunum, har eg havi havt
mest at hugsa um. Vit hava
fleiri pláss, har nýggir spæl
arar skulu inn. Eg havi nokk
tikið avgerð um sjey ella
átta pláss á vøllinum. So nú
má eg líka hugsa um undan
venjingini í morgin, sigur
Lars Olsen.
Gunnar við ísposa
Gunnar Nielsen var eftir
kappingarenda
í
Íslandi
kosin til ársins spælara av
bæði áskoðarunum og spæl
arunum. Tí er lítið at ivast í,
at Gunnar Nielsen stendur
í mál. Tó verður hildið eyga
við málverjanum, sum mátti
gevast til venjing í gjár.
Hann strekti seg nakað
langt í bóltspæli og fekk ilt í
lærið. Gunnar gavst at venja
og fekk ísposa á. Fyribils
bendir einki á, at Gunnar er
ivasamur til dystin.
Viljormur í verjuna
Alt bendir á, at spælarin
uttan felag síðani summar,
Sonni
Ragnar
Nattestad,
byrjar inni. Meiri ivasamt er,
um Viljormur Davidsen byrj
ar inni á vinstra bakki. Hann
hevur verið skaddur í longri
tíð.
– Eg ivist ikki so nógv í
Sonna Ragnar. Hann tók av
møguleikanum seinast, men
støðan hjá honum er ikki
haldbar, greiðir Lars Olsen
frá, og sigur víðari.
Viljormur Davidsen hev
ur hesa ferð fingið sama
møguleika, sum vit góvu
Sonna
Ragnar
seinast.
Merkja vit, at alt ikki er sum
tað skal, so spælir hann ikki,
sigur landsliðsvenjarin.
Lars Olsen viðgongur eis
ini, at hann leggur nógv fyri
at fáa Viljorm Davidsen við,
tí hann hevur ongan annan
upplagan vinstra bakk.
Atli Gregersen og Jónas
Tór Næs eru sjálvskrivaðir
í verjuketuni til hesar kom
andi dystirnir. Atli Gregersen
bleiv útskiftur í hálvleikinum
í seinasta umfarinum í Effo-
deildini við knæskaða. Tað
er tó ikki ein trupulleiki, og
hann vandi alla venjingina í
gjár.
Nýggjur miðvøllur
Størsti spenningurin er um
miðvøllin. Brandur, Hallur og
Fróði eru allir úti. Venjingin
gav ábendingar um, at tað
verða Rógvi Baldvinsson,
Sølvi Vatnhamar og Róaldur
Jakobsen, sum koma at
manna miðvøllin. Tað merk
ir, at Sølvi Vatnhamar verð
ur fluttur av høgra vongi
inn mitt á miðjuna, meðan
Róaldur Jakobsen helst verð
ur tann fremsti av teimum
trimum.
– Eg kann ikki avdúka
júst hvat eg hugsi, men Sølvi
Vatnhamar spælir vanligt
á miðvøllinum hjá Víkingi,
so tað er natúrligt at hyggja
uppá tann møguleikan, sigur
Lars Olsen.
Hetta gevur ein øðrvísi
samanseting á miðvøllin,
sum nokk eisini sæst aftur á
nýggju vengurunum – meiri
um tað seinni.
Hinir møguleikarnir eru
Odmar Færø á verjukenda
miðvøllin, Christian L. Holst
á
framrættaða
miðvøllin
og at Klæmint A. Olsen fær
møguleikan í álopinum, með
an Jóan Símun Edmundsson
verður fluttur aftur á fram
rættaða miðvøllin. Ein leik
lutur hann røkir í Vejle.
Kaj og René
á vengrunum
Av tí at Sølvi helst endar á
miðvøllinum, so skal nýggjur
maður á høgra vong. Nógv
bendir á, at tað verður René
S. Joensen. Hann er í holt
við at fáa sítt gjøgnumbrot í
Vendsyssel, har hann spælir
á júst høgra vongi. Lars Olsen
hevur fyrr víst spælarum,
sum spæla uttanlands stórt
álit.
Á vinstra vongi tykist
altsamt meiri sannlíkt, at
Christian L. Holst ikki verð
ur við frá byrjan. Lars Olsen
segði til úttøkuna, at Holst
tóktist troyttur í landsdyst
inum móti Finnlandi, sum
var bara tríggar dagar eftir
dystin móti Norðurírlandi.
Har tóktist Kaj Leo í
Bartalsstovu
hava
størst
fokus hjá landsliðsvenjara
num til venjingina. Hann
hevur fingið fitt av spælitíð í
Levanger í næst bestu deild
ini í Norra.
Um so verður, so er talan
um tveir nýggjar mans frá
byrjan í landsliðshøpi í eini
undankapping. Hetta kann
eisini hanga saman við, at
Lars Olsen vil hava ein meiri
verjukenda og tættan mið
vøll, meðan orkuríku vengir
nir skulu stuðla Jóan Símuni
Edmundsson
meirii,
nú
hvørki Hallur ella Brandur
eru við.
trondur@sosialurin.fo
Rógvi Baldvinsson, René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen og Viljormur
Davidsen eru møguliga allir nýggir í uppstillingini móti Ungarn hóskvøldið
Sosialurin metir ( 4-2-3-1 )
Gunnar Nielsen
Atli Gregersen Sonni Ragnar Nattestad
Jónas Tór Næs Viljormur Davidsen
Rógvi Baldvinsson Sølvi Vatnhamar
Róaldur Jakobsen
René S. Joensen Kaj Leo í Bartalsstovu
Jóan Símun Edmundsson
Nógvar broytingar í Budapest
fótbóltur landsliðið
UEFA boðaði í gjár Fótbólts
sambandinum frá, at Ungarn
hóast alt sleppur at hava
áskoðarar til dystin í Buda
pest
hóskvøldið.
Ungarn
kærdi avgerðina um áskoð
arabannið, og málið er fyri
bils útsett, soleiðis at áskoð
arar vera til dystin millum
Ungarn og Føroyar hós
kvøldið.
– Vit fingu eini boð í flog
farinum á veg til Budapest,
at meðan kæran hjá Ungarn
verður
viðgjørd,
stendur
bannið ikki við, sigur Kristin
Dam Ziska, varaaðalskrivari
í Fótbóltssambandinum við
in.fo.
Fyri Fótbóltssambandið
kemur tað ógvuliga illa við,
at boðini komu so seint.
Fótbóltssambandið
hevði
annars ætla at selt fleiri
pláss í leiguflogfarinum til
Budapest. Men av tí at eingir
áskoðarar sluppu á leik
vøllin, var áhugin í Føroyum
lítil.
Arbeitt verður nú við at
fáa endurgjald fyri mistar
inntøkur.
trondur@sosialurin.fo
Kúvending í Ungarn
Róaldur Jacobsen verður helst á nýggju føroysku miðjuni
Mynd: FSF