týsdagur 6. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Føroyar
fáa stig
í Ungarn
Fyri Andras Gango úr Ungarn, hevur landsdysturin hjá Føroyum hóskvøldið
heilt serligan týdning. Andras Gango er upprunaliga úr Ungarn, men hevur
seinastu tíggju árini búð í Føroyum, har hann í dag tosar føroyskt. Gango
ivast ikki í, at Føroyar fáa stig í landsdystinum móti Ungarn hóskvøldið
André Olsen
Í føroyska ferðalagnum sum
mánakvøldið er á veg til
Budapest í Ungarn, situr ein
ferðandi við heilt serligum
kenslum.
Meðan flogfarið ger seg
til reiðar at lenda á flog
vøllinum í Budapest, sigur
Andras Gango á sínum heilt
eyðkenda føroyska málið, at
hetta er nakað heilt serligt.
Tá hann fyri einum mánað
síðani var og hugdi eftir
føroyska landsliðnum spæla
í Finnlandi, var kenslan ikki
nakað serlig. Tað var sum
ein annar landsdystur fyri
Gango. Men nú tá føroyska
ferðalagið skal lenda í Buda
pest, er kenslan ein heilt
onnur. Andras Gango merkir
hvussu hjarta pumpar og
hetta vekjur nógvar kenslur.
Hann greiðir frá at kenslan
hjá honum er nógv størri
enn hjá øðrum áskoðarum í
ferðalagnum, tí nú skal før
oyska landsliðið fyri fyrstu
ferð spæla í sínum heim
landið.
Andras Gango er nevniliga
føddur og uppvaksin í Ung
arn. Hann kom til Føroy
ar at spæla fótbólt í 2006,
og hevur síðani av álvara
rótfest seg í føroyska sam
felagnum. Andras Gango
tosar føroyskt, og er í dag
ein kendur fótbóltsspælari
í Føroyum, sum samstundis
eisini hevur arbeitt nógv sum
handilsmaður í Eysturoynni.
Fótbólturin í Ungarn
í stórari framgongd
Hálvtóma flogfarið úr Føroy
um lendir síðani í øllum
góðum í Budapest, har vit so
seta Andrasi Gango stevnu.
Vit spyrja Andras Gango
fyrst, hvussu tað ber til at
eitt land sum Ungarn, sum
fyrr hevði so stóltar fótbólts
traditiónir, nú er blivin ein so
lítil fótbóltstjóð í Evropa.
Andras Gango svarar, at
seinastu ferð at Ungarn lut
tók í einum endaspælið var
til HM í 1986. Síðani hevur
tað bara gingið ein veg hjá
Ungarn, sum er beint niður.
Ávís viðurskiftir hava spælt
inn, at gongdin hevur verið
so keðilig. Hann sigur at tað
krevur eina longri forkláring,
sum hann og aðrir ungverjar
væl kunnu brúka ein heilan
dag til.
Hann vísir tó á, at fram
gongdin hesi seinastu árini
hevur verið stór í ungversk
um fótbólti. Landið er nú
á eggini til at spæla seg til
eitt endaspæl aftur, sum
er fyrsta ferðin síðani 1986.
Harumframt hevur eitt stórt
arbeiði verið gjørt í Ungarn
tey seinnu árini, fyri at fóta
fótbóltinum aftur. Millum
annað eru nógvir nýggir fót
bóltsskúlar settir á stovn,
umframt at nógvir nýggir
leikvøllir eru bygdir. Úrslitini
tala eisini fyri seg, og í løtuni
er Ungarn ein fótbóltstjóð,
sum er í stórari framgongd.
Ungarn hevur
framt venjaraskifti
Andras Gango leggur tó dent
á, at tað føroyska liðið hevur
góðar
møguleikar
móti
Ungarn hóskvøldið. Í mun til
dystin á Tórsvølli fyri einum
ári síðani, hevur Ungarn
framt eitt venjaraskifti. Tað
skifti kom ikki orsakað av
vánaligum úrslitum, men av
tí at fyrrverandi venjarin,
Pál Dárdai, eisini er venjari
hjá týska felagnum Hertha
Berlin. Hjá honum bar ikki
til at hava bæði størvini,
og tí noyddist Ungarn at
finna ein nýggjan landsliðs
venjara.
Nýggi
landsliðs
venjarin er týskari, og eitur
Bernd Storck. Hann hevur
áður starvast sum ungdóms
landsliðvenjari hjá Ungarn.
Gango sigur tó, at fótbólts
hugsjónin hjá báðum venj
arunum er lík, og at Ungarn
framvegis arbeiðir við tí
sama konseptinum og sama
stílinum at spæla fótbólt
uppá.
Trýr uppá stig
til Føroyar
Tá vit at enda spyrja Andras
Gango, hvat endaliga úrs
litið av dystinum millum
Føroyar og Ungarn fer at
vera hóskvøldið, er Andras
Gango ikki í iva. Dysturin
endar við 1-1 javnleiki, og so
leggur hann afturat, at øll
tey føroysku ferðandi mugu
minnast til at royna ung
verskt gullasch, sum er eitt
av kendastu brandunum hjá
Ungarn.
andre@sosialurin.fo
Andras Gango
landsliðið fótbóltur
VEIKLEIKAR HJÁ UNGARN
Ungverski, Andras Gango,
spælir til dagliga fyri NSÍ í
Føroyum, har hann er mál
verji. Andras Gango kom til
Føroyar í 2006, tá ÍF heintaði
ungverska málverjan. Hann
hevur síðani av álvara rót
fest seg í føroyska samfelag
num, har hann í dag tosar
føroyskt. Umframt ÍF og NSÍ,
hevur Andras Gango eisini
umboða feløgini KÍ, EB/
Streym og 07 Vestur. Andras
Gango var í 2010 valdur til
ársins málverja í føroyskum
fótbólti, tá hann spældi við
NSÍ.
Harumframt
hevur
Andras Gango eisini verið
málmansvenjari á føroyska
U-21 landsliðnum seinastu
nógvu árini.
Fyri Andras Gango hevur
landsdysturin ímóti Ungarn í
Budapest hóskvøldið tí heilt
serligan týdning.
andre@sosialurin.fo
András Gángó
(02-03-1984)
Ungarn er eitt lið sum
ofta knekkar, tá nógv
stendur á. Tað vísir seg
ofta, at tá dystirnir eru
tættir, so koppar tað
tann øvuta vegin fyri
Ungarn. Tí er umráðandi
at føroysku leikararnir
alla tíðina trúgva uppá
møguleikan, og spæla
fyri
honum.
Serliga
um dysturin framvegis
stendur á jøvnum mið
skeiðis í seinna hálvleiki.