Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 Feitasta motorsúkklan finnast Í vár hevði SMS eitt átak, har Føroya feitasti bilur skuldi finnast. Hetta átak hepnaðist framúr væl, og tí hevur SMS avgjørt at fara undir eitt líknandi tiltak, har man ístaðin fyri Føroya feitast bil, skal finna Føroya feitastu motorsúkklu Áhugin fyri motorsúkklum er stórur í Føroyum, og rættiliga nógvar bæði stórar og flottar motorsúkklur finn­ ast kring alt landið. Í SMS hava tey hoyrt nógv um ymsar motor­ súkklur í kjallarum, hjallum og bilhúsum kring landið, og hesar fáa nú møguleika at fáa tað upp­ merk­semi, ið tær hava uppiborið. Samstundis sum heystið ikki er háárstíð fyri motorsúkklur, sær út til, at globala upphitingin hevur flutt summar til heyst. Tí vænta tey í SMS ein streym av mc-fjepp­ ar­um við bensini í blóðinum, sum fara at vísa sínar súkklur fram – og sammeta tær við aðrar.   Fýra bólkar Kappingin verður bólkað í fýra: rasara­súkklur, gøtubardagakroppar (streetfighters), ellisakfør og heima­ smíðaðar motorsúkklur. Hvør einstakur bólkur fær ein dag á Torginum, so fólk kunnu sleppa at sleva eftir einum víðum úrvali av júst teirra yndisbólki. Hvønn dag velja dómararnir tær sermerktastu og flottastu burturúr, og seinasta dagin verða allar sýndar fram. Samstundis verða vinnararnir í ymsu flokkunum funnir. Dóm­arar verða eingir minni enn Jóhan Dahl, Halleluja-Sofus og Høgni Heinesen – við tí góða estetiska sansinum. sms-blaðið oktober 2015 lýsingablað Miðlahúsið Hóast dómararnir hava sína meining um súkklurnar, so verður eisini møguleiki hjá vitjandi í SMS at atkvøða um Fólksins Feitastu Súkklu