Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingablað frá miðlahúsinum oktober 2015 2 Sms - Miðlahúsið Tekstur: terji Nielsen Myndir: SMS, Álvur Haraldsen o.o. Snið og uppseting: Pætur Eyðunsson Jensen / Sosialurin www.sms.fo Sportigan hevur alskyns útgerð til hondbóltin, so sum bóltar, klæðir, skógvar og mangt annað. Rúni Mohr er handilsleiðari í Sportigan, og hann sigur, at í løtuni selja tey rættiliga nógvar skógvar, og at tað serliga eru skógvar av merkinum Asics, sum eru vælumtóktir millum hondbóltsspælarar í løtuni. Vaksandi áhugi fyri Asics Vit hava merkt ein vaksandi áhuga fyri hondbóltsskóm av merkinum Asics. Tað eru fleiri og fleiri hondbóltsspælarar, sum fara yvir til Asics, og tað er eisini nakað, sum man sær uttanlands, sigur Rúni Mohr. Hann greiðir frá, at serliga er tað innan kvinnuhondbóltin, at Asics-skógvarnir eru vælumtóktir. Eg vildi mett, at um tú kannaði eftir, hvussu nógvir spælarar í til dømis fremstu kvinnukappingini í Danmark spæla í Asics, so fer tað at liggja um eini 80 prosent, sigur hann. Rúni Mohr sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at Asics skógvarnir eru so vælumtóktir, og ein av høvuðsorsøkunum er, at teir hava gel í sær, so teir kennast næstan sum renniskógvar sambært honum. Stuðulsermar Ein onnur vøra, ið veruliga tykist vinna seg fram millum føroyskar hondbóltsspælarar í løtuni eru tær sonevndu Compression Sleeves hjá Select. Her er talan um nakrar ermar, sum virka sum eitt slag av vøddastuðuli til armarnar. Tað ger, at tú verður ikki líka skjótt móður í arm­inum, og so eru tað eisini nógvir leikarar, sum dáma væl at spæla við ermum, so at sveittin ikki rennur niður á hendurnar. Júst hesar stuðuls­ ermarnar eru mentar av Select í samstarvi við navn­frama norska hondbóltsspælaran Håvard Tvedten, sum ivaleyst nógvir føroyingar kenna, sigur Rúni Mohr. Sportigan hevur nógvar slíkar stuðulsermar á goymslu, og tær fáast í bæði reyðum, hvítum, bláum og í svørtum. Harumframt selir Sportigan eisini rættiliga nógvar hondbóltar. Í nógvum feløgum kring landið er tað soleiðis, at yngru leikararnir sjálvir hava bólt við til venjing. Og hondbóltar fáast í nógvum ymiskum støddum. Hjá Sportigan hava tey ikki færri enn seks ymiskar bóltastøddir á goymslu. Selja nógv til hondbóltin Hjá Sportigan í SMS snýr ein stórur partur av søluni í løtuni seg um ymsa útgerð og klæði til hondbóltin, sum júst er farin í gongd aftur av álvara Hondbóltsskógvar av merkinum Asics gjørdist alsamt betri umtóktir millum hondbóltsspælarar bæði her heima og uttanlands Tær sonevndu Compression Sleeves hjá Select eru mentar í samstarvi við navnframa norska hondbóltsspælaran Håvard Tvedten