hósdagur 8. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
9. oktober 2015
Tað halda teir í øllum førum sjálvir
Aktuella málið um tunnil norð um Fjall er gott
dømi um tað.
Landsverk gjørdi fyri nøkrum árum síðani
eina langtíðar íløguætlan, sum Kári P. Højgaard
sum landsstýrismaður í innlendismálum setti
sítt navn undir.
Í hesi íløguætlan eru nógvar raðfestingar
gjørdar um, hvussu framtíðar útbyggingin av
samferðslukervinum skulu gerast.
Øll skilja sera væl ynskið hjá íbúgvum í
Árnafirði, norðuri í Sundum og á Viðareiði um
eina betri og tryggari farleið. Ikki minst fólk á
meginlandinum, sum eru forkelað við sera góð
um vega- og tunnilssambandi. Somuleiðis er
við farleiðini hjá sandvíkingum og hvalbingum.
Men høvdu politikarar lurtað eftir serkunn
leikanum, so var trupulleikin ikki so stórur í
dag, sum hann er. Tí sambært raðfestingunum
hjá Landsverki, so var Viðareiðistunnilin tann
síðsti í røðini av hesum trimum tunlum.
Sambært ætlanini skuldi tunnil norð um
Fjall gerast frá 2013-17. Síðani skuldi Hvalbiar
tunnilin gerast frá 2017-20 og Viðareiðistunnilin
gerast frá 2020-23.
Men sterkar politiskar kreftir í Norðoyggj
um – okkum nýtist ikki at nevna tingfólkini og
fyrrverandi løgmannin – vildu tað øðrvísi.
Tunnilin til Viðareiðis skuldi gerast fyrst.
Og tí kemur nátúrliga fólkslia trýstið í
økinum nú um, at hinir báðir tunlarnir mugu
eisini gerast.
Men verður tað gjørt, so svíkja politikar
arnir fólkið í Hvalba og í Sandvík – so tað ber
ikki til at broyta raðfestingina nú. Tað sigur
seg sjálvt.
Hinvegin kunnu vit bara staðfesta, at tað
eru politikarar í Norðoyggjum, sum hava klutr
að samferðsluviðurskfitini í Norðoyggjum við
at halda seg vita best.
Annað er so tað, at Landsverk mælti til ikki
at gera tunnil til Viðareiðis, men at umvæla
og tryggja vegin móti omanlopi. Tað hevði
sambært metingunum verið einar 60 milliónir
bíligari. Men tað vildu politikararnir als ikki
hoyra talan um – tí teir vistu sum vera man
best.
Høvdu teir heldur havt lurtað, so hevði
trupulleikin verið loystur fyri eini 500 fólk og
vinnulív norðuri í Sundi.
Nú er ikki annað at gera, enn at halda seg
til ætlina, sum sigur fyrst Hvalbiartunnilin, síð
ani tunlarnir norður um Fjall.
Og so kunnu vit so passandi
eisini staðfesta, at politikarar
vita ikki altíð best.
Fráflytingin úr Føroyum er minkað
niður í eina helvt
– Nettofráflytingin í august 2014 og 2015 er
helvtin av talinum fimm tey undanfarnu
árini.
Tað skrivar Hagstovan, sum upplýsir,
at tann 1. september var fólkatalið 48.979.
Annars var fólkatalið tann 1. august komið
upp um 49-túsund, til 49.181. Nú tað eisini er
gjørt upp fyri tann stóra fráflytimánaðin
august, minkaði fólkatalið nakað aftur, beint
niður um tey
49-túsund.
Minkingin
í august í ár
er tó
eins og í fjør nógv minni enn vanligt er fyri
hendan mánaðin, tá eitt stórt tal av ungdómi
fer av landinum í útbúgvingarørindum. Árini
2009 til 2013 var nettofráfráflytingin í august
oman fyri 400, meðan hon var um 200 í aug
ust 2014 og 2015.
Sostatt heldur ta rákið fram, sum vit hava
sæð síðstu tvey árini, við eini minkandi frá
flyting. Tað gjørdi, at gongdin í fólkatalinum
vendi til ein lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117
fólkum og ein munandi fólkavøkstur í 2014
við 525 fólkum. Hendan gongdin er á leið
tann sama nú í 2015. Í 12-mánaðarskeiðinum
frá 1. sept. 2014 til 1. sept. 2015 hevur verið ein
vøkstur í fólkatalinum á 510. Tað kemur av
einum burðaravlopið á 231
og eini nettotilflyting á
279 í sama
tíðarskeiði.
Túratalið hjá »Smyrli« og
»Teistanum« hækkar.
Soljóðandi boð komu
frá landsstýrismann
inum:
Eftir at Strandfaraskip Landsins (SSL) hava
havt kunningarfundir við borgarar í Suður
oynni og Sandoynni og annars hava viðgjørt
fyrispurningar og áheitanir, samansjóðar
SSL nú í samráði við landsstýrismannin í
samferðslumálum, Henrik Old, hesi mongu
ynski og sjónarmið við at:
– Seta tveir túrar aftrat inn á Suðuroyarleið
ini, so túratalið frá 1. november verður 34 í mun
til áður 32
– Seta tveir túrar aftrat inn á Sandoyarleið
ini, so túratalið frá 1. november verður 124 í mun
til áður 122
– Útseta byggingina av nýggjari ferju til
Nólsoyarleiðina og í staðin at dagföra og betra
»Ternuna«, ið røkir
Nólsoyarleiðina
– Broyta nakrar
fráferðartíðir í ferða
ætlanunum á bæði
Suðuroyarleiðini og á
Sandoyarleiðini.
Politikarar eru serkunnleiki
Fleiri túrar frá
Hendriki Old
Suðuroy og sandoy
Fekk skrekk politikki
Les eisini blaðið
á telefonini
Steðgið Eysturoy
artunlinum og fáið
avlop á fíggjarlóg
Eyðfinn Reyðberg
Tíðargrein síða 28-29
Amariel 70 ár: Tað
hvíta loypir á meg
Samrøða síða 16-17
Visti tú?
At fólkatalið í
Føroyum nú er fallið
niður á 48.979
Jóna Mortensen, fyrrverandi løgtingskvinna, um sína tíð sum
parlamentariskt grundarlag undir borgarligu samgonguni
»Eg misti pippið tá flatskatturin varð
samtyktur og fekk ongantíð hugin aftur.«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Framgongd
Nú flyta færri av landinum