hósdagur 8. oktober 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
6
persónssøga
– Eg eri sannførd um, at hann bert hevur brúkt
meg fyri at fáa permanent uppihaldsloyvi í
Føroyum. Nú havi eg so funnið útav, at hann
hevur konu og tvey børn í Tunesia, og hann bara
hevur brúkt okkum, sigur 35 ára gamla Sharon
hann Brúkti
meg fyri at fáa
uppihaldsloyvi
í Føroyum
Sharon av Skipanesi
Barbara Holm
S
haron av Skipanesi er
komin til Havnar hendan
týsmorgun 29. september.
Hon hevur úr at gera, tí um
nakrar dagar fer hon av landinum við
yngstu dóttrini, sum er tvey ár. Eldra
dóttirin er átta ár og gongur í skúla,
og hon kemur við um eina viku. Tí
má hendan samrøðan ikki prentast
áðrenn. Sharon er bangin fyri, hvat
elsta dóttirin fer at halda um pápa sín.
Men nú hevur hon fingið nóg mikið
og vil hava, at Føroyar vita hvussu
hon er brúkt av einum tunesara fyri
at fáa permanent uppihaldsloyvi í
Føroyum.
Tað hevur verið ein drúgv og torfør
tilgongd hjá muslimska manninum
úr Tunesia, men nú eydnaðist.
Hann hevur fingið uppihaldsloyvi
í Føroyum. Vit kalla hann framyvir
fyri Allan.
Ferðin hjá Sharon og Allani byrjaði
í 2005. Tá hittust tey bæði í býnum í
Havn og fóru at fjasast. Tað var einki
alvorligt at byrja við, men tá Sharon
gjørdist við barn í 2006, fekk parlagið
eitt øðrvísi innihald. Allan var komin
til Føroya í arbeiðsørindum í 2001, og
bert eitt gott ár eftir, at elsta dóttir
teirra varð borin í heim, misti Allan
arbeiðsloyvi. Hann mátti fara av land
inum.
Hann fekk sum frá leið ein annan
arbeiðssáttmála í Føroyum, men
fíggjarkreppan viðførdi, at tað var
trupult at sleppa inn í landið. Í 2010
fekk hann tvær ferðir turistvisum,
og hann slapp á klettarnar at vitja
dóttir sína.
– Hann vísti henni so at siga ongan
áhuga fyrr enn hann flutti av land
inum. Eg búði í Danmark eitt tíðar
skeið og tá ringdi hann óført og vildi
hava samband við meg. Men hann
gjørdi so ongantíð nakað fyri at síggja
hana, fyrr enn eftir vit báðar vóru
fluttar heim aftur til Føroya, greiður
Sharon frá.
Í 2011 fekk hann aftur ein arbeiðs
sáttmála, og Sharon og Allan blivu
offisielt par tá. Í 2012 gavst hann á
Eg trúði veruliga
upp á tað, tá
ið hann kom
inn at búgva.
Og so fingu vit
yngstu dóttrina
í 2013, og eg varð
eydnurík«
»Eg billi mær inn, at hann ikki
sleppur av landinum við teimum,
um hann roynir. Hevði eg búð í
Danmark, so hevði eg ivaleyst
verið meira bangin«