Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. oktober 2015 sosialurin 116 7 arbeiðsplássinum men fekk so­kall­ aðu »familjusamanføring« so at siga samstundis. Nú kundi hann fáa sær tað starv hann vildi, tí Sharon skrivaði undir uppá, at hann var hennara maki, og at tey áttu barn saman. Hann valdi sær eitt nýtt starv, sum honum dámdi betri, og lívið var gott. Í juli í 2015 fekk hann fast uppi­ haldsloyvi í Føroyum, og hann lat sína egnu fyritøku upp. Eina fyritøku, sum Sharon hevur rindað nógv av. Tað var heldur ikki óvanligt. At Sharon rindaði fyri føstu útreiðslur­ nar og hjálpti honum fíggjarliga. – Eg trúði veruliga upp á tað, tá ið hann kom inn at búgva. Og so fingu vit yngstu dóttrina í 2013, og eg varð eydnurík, greiðir Sharon frá. Ferðast í so ofta til heimlandið Síðani 2012 hevur Allan arbeitt í tíðar­ skeiðum og ferðast restina av tíðini. Ferðin hevur hvørja ferð gingið til heimlandið Tunesia. Har átti hann ein son, sum Sharon visti av. Mangan vildi hann hava døturnar við til Tunesia at vitja familjuna, men tað vildi Sharon ikki. Tær kendust ikki við familju sína har, og hon óttast fyri, at teimum fór at leingjast. Men hóast Allan arbeiddi og ferð­aðist nógv til heimlandið, so tjenti hann so mikið, at tað átti at borið til at rindað okkurt heima við hús. Tað helt Sharon fyri. Men peningur var ongantíð á konto. Teir vórðu fluttir til eina konto í Tunesia. – Tað var til fam­iljuna, segði hann. Og hon so trúði. Fekk mistanka Tíðin gekk, og Sharon gjørdist alsamt meira mistonkilig. Hvussu ber tað til, at ein kona úr Tunesia ringir og skrivar so ofta? Hví ferðast hann so nógv til heimlandið? Og hví mugu tey hava so nógvar pengar frá honum? Sharon visti, at Allan átti ein son í Tunesia, men hon kendist ikki við mammu hansara. Ein dagin addar ein kvinna úr Tunesia Sharon á Facebook. Á síðu hennara sær Sharon myndir av Allan, kvinnuni og einum dreingi. Hon spurdi, um tað var hon, sum var mamma at son­inum. – Eg spurdi hana, men hon vildi ikki svara mær. Tá eg so skuldi vísa honum hesa kvinnu, sum hevði skrivað til mín, tá hevði hon blokerað meg á Face­book. Tað helt eg var løgið, sigur Sharon. Sharon spurdi eisini Allan, hvør hendan kvinnan var, og hví Allan var á mynd við henni á Facebook. – Hann segði, at tað var systkina­ barn hansara, sigur Sharon. Sum tíðin leið, gjørdist Sharon vinir við fleiri av familju og vinum hans­ara úr Tunesia, sum framvegis búðu har. Hon spurdi seg fyri hjá fólki, sum kendu hann í Føroyum og í Tunesia, men eingin vildi siga henni, hvat gekk fyri seg. Hon visti, at okkurt var ikki sum tað skuldi. Við tógvið stríð við at umseta við­merkingar á Facebook frá tunes­ iskum og at tosa við konu vinmann hansara í Tunesia fann Sharon útav, at hann í veruleikanum er pápi at dreing­inum, sum Sharon sá á síðuni hjá tunesisku kvinnuni, sum hevði addað hana. Tey bæði høvdu eisini fingið eitt barn aftrat, sum er nærum sama aldur sum yngsta dóttirin hjá Sharon og Allan. Og Allan hevði verið giftur við tunesisku kvinnuni síðani 2008. Fjalt passini hjá børnunum Brádliga gav alt meira meining fyri Sharon. Hon skilti nú, hví ein tunesisk kvinna ringdi í tíð og ótíð, hví allir pengarnir fóru av landinum, og hví Allan ferðast so nógv til heimlandið. Hann hevði konu og børn har eisini. Framhald á næstu síðu »Hann er ikki serstakliga trúgvandi, ella tað haldi eg ikki. Men hann hevur ein øðrvísi mentalitet enn eg, tá ið umræður at uppala børn« – Hann hevur sagt, at hann fer at taka døtur okkara til muslimsku familju sína í Tunesia, men eg havi fjalt passini hjá báðum døtrunum, sigur Sharon Mynd: Kasper L. Roed