Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. oktober 2015 sosialurin 116 8 Og Sharon gjørdist enn meira forvitin. Hon konfronteraði Allan, men hann vildi ikki seta orð á støð­ una. Tað einasta hann segði var. – Nú veitst tú av tí. Sharon spurdi seg fyri hjá familju, vinum og kenningum hjá Allani, og hon greiddi frá, at nú visti hon sann­ leikan. Og tá komu allar søgur­nar fram í ljósi. – Hann hevur sagt við síni vinfólk, at hann vil taka døtur okkara við til Tunesia og hava tær har, greiður Sharon frá. Hon hevur tikið passini hjá báðum gentunum og fjalt tey og uggar seg við, at í Føroyum er ikki landfast til annað land. – Eg billi mær inn, at hann ikki sleppur av landinum við teimum, um hann roynir. Hevði eg búð í Dan­ mark, so hevði eg ivaleyst verið meira bangin, sigur Sharon. Men kortini kennir hon seg noydda at fjala passini. Tí ilt er at siga hvar lygnin byrjar og hvar hon endar. Falskaði seg fram til uppihaldsloyvi Tá Allan skuldi hava familju­saman­ føring við Sharon og elstu dóttrina varð kravt av myndugleikunum, at tey bæði skrivaðu undir uppá, at tey vóru í parlagi. Hetta tí, at tað er tor­før­ ari hjá pápum, at fáa familju­saman­ føring við børn, um so er, at páparnir ikki hava havt stórvegis samband við barnið. Men við mammu og dóttur er støðan ein onnur. – Vit skrivaðu undir, og hann vísti mær eitt dokument við civilstatus úr Tunesia, sum vísti, at hann ikki var giftur, sigur Sharon. Hon hevur víst dokumentið fyri serkønum, og tað vísir seg, at tað er falsað. Ella pappírið sjálvt er ektað, men eingin myndugleiki hevur skriv­ að undir og váttað upplýsingar­nar. – Eg veit ikki, hvussu hann hev­ur fingið fatur á tí, men ivaleyst hev­ur hann keypt sær eitt líknandi doku­ ment, so eg skuldi halda alt var, sum tað skuldi, heldur Sharon. Nú hevur hann fast uppihald í Føroyum, og tað merkir, at hann ikki longur hevur tørv á loyvi frá Sharon ella øðrum fyri at vera verandi. Hvat hendir nú? Sharon og døtur hennara eru nú farnar av landinum í heystfrítíð. Allan hevur verið í Tunesia og vitjað og er júst afturkomin til Føroya. Sharon vildi ikki vera her, tá ið hann kom aftur. – Eg veit ikki, hvussu komandi tíðin fer at síggja út. Kanska hann rýmir av landinum aftur og heldur seg burtur, men tað ivist eg í, greiður Sharon frá. Hon óttast fyri, at hann fer at fáa familju sína úr Tunesia heim til Føroya og síðani fáa samverurætt við døturnar. Orsøkin til, at Sharon óttast er, at elsta gentan ikki hevur eitt gott forhold við pápa sín. – Hann hevur bara onkuntíð ans­að eftir henni uttan at eg eri til staðar. Og einaferð kom eg heim og varn­aðist, at gentan var kølblá um rump­una, tí hann hevði flongt hana. Eg tordi ikki senda hana í barnagarð næstu dagarnar, greiður Sharon frá. Hon vísur á, at yngsta dóttirin og Allan hava eitt tætt tilknýti, og hóast hendingina við bláu rumpuni, er hann ikki harðligur móti teimum. Men hvussu fer lívið at verða, um døtur­nar skulu heim til hansara og tunes­isku familjuna, sum eru mus­ limar? – Hann er ikki serstakliga trúgv­ andi, ella tað haldi eg ikki. Men hann hevur ein øðrvísi mentalitet enn eg, tá ið umræður at uppala børn, greiður Sharon frá. Tað besta, sum nú kann henda er, at Allan verður vístur av landinum. Sharon afturvísir, at tað býr øvund­ sjúka handan tað útsøgnina. – Eg eri langt síðani givin at føla nakað fyri honum. Hevði hann verið ein góður pápi, so hevði eg viljað havt hann í nánd av døtrunum. Men eg má siga sum er, at eg ræðist, at hann skal fáa samverurætt við tær, sigur Sharon. Hon kennir seg brúkta. Ella rætt­ ari sagt misbrúkta. Hon ivast ikki í, at seinastu árini av hennara lívi hava verið ein sjónleikur fyri at fáa fast uppi­haldsloyvi í Føroyum. Hvussu lagnan hjá lítlu familjuni á Skipanesi fer at verða, veit Sharon ikki. Hon er tó vónrík, tí myndug­ leik­arnir eru komnir upp í leikin, og iva­leyst fer okkurt rættarligt eftir­spælfer at standast av, at Allan skriv­aði undir skjøl í Føroyum, sum vátt­aðu hansara parlag við Sharon, sam­stundis sum hann var giftur og átti børn í Tunesia. Sosialurin hevur verið í samband við mannin, sum í greinini verður rópt­ur fyri Allan. Hann vil ikki gera viðmerkingar til málið. barbara@sosialurin.fo »Eg búði í Danmark eitt tíðarskeið og tá ringdi hann óført og vildi hava samband við meg. Men hann gjørdi so ongantíð nakað fyri at síggja hana, fyrr enn eftir vit báðar vóru fluttar heim aftur til Føroya« persónssøga Modellmynd Stutt um arbeiðs og uppihaldsloyvi • Arbeiðsloyvi fáa fólk, sum millum annað hava ein arbeiðssáttamála at vísa á frá føroyskum arbeiðsgevara. • Familjusamanføring fáa fólk, sum kunnu vísa á, at familjulimir teirra eru føroyingar, sum hava havt fast uppihaldsloyvi í Føroyum í minst trý ár. • Eftir at tú hevur verið í Føroyum í trý ár við familjusamanføring ella uppihaldsloyvi kanst tú søkja um fast uppihaldsloyvi, har tú ikki ert noyddur at søkja hvørt ár. • Ríkisborgaraskap kanst tú søkja um eftir minimum sjey ár í Føroyum eftir nakrar loknar royndir, sum skulu gjøgnumførast áðrenn. Mynd: privat