hósdagur 8. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
14
Hetta vísir eisini nógvu streing
irnar, Jógvan á Høvdanum nýtir at
spæla upp á, og ymsu keldurnar,
hann nýtir.
– Hetta eru teldupostar, ið koma
frá keldum, ið hava verið inni í Sea
Shepherd. Hetta eru fólk, ið eru
vorðin troytt av lygnunum og duga
at síggja ígjøgnum lygnirnar. Tey
hava jú hoyrt upp í saman, at vit
(føroyingar) eru eitt barbariskt og
drápshugað fólkaslag. Og tá tey so
koma her, møta tey ongum øðrum
enn blíðskapi og fyrikomandi fólki.
Tað skal sjálvandi ein ávísur heili til
at gjøgnumskoða lygnirnar hjá Sea
Shepherd og Paul Watson, men tað
eru fólk, ið eru farin úr felagsskap
inum, tá tey hava sæð veruleikan,
sigur Jógvan á Høvdanum.
Sambært honum hevur tað eisini
stóran týdning fyri allar føroyingar,
at vit duga at nýta sarkasmu og
humor til at bróta lygnirnar hjá Sea
Shepherd niður.
– Tí taka vit hetta ov nær, so ganga
vit við kroniskari høvuðpínu hvønn
dag, vísir hann á.
Skulu ikki sleppa
at sverta okkum til
At taka stríðið upp móti einum
felagsskapi sum Sea Shepherd av
sínum eintingum og leggja hópin
av óløntum arbeiðstímum í, er eitt
stig, tey fæstu eru reiðar at taka.
Tað tekur nógva tíð og hevur eisini
havt aðra ávirkan á lívið hjá Jógvan
á Høvdanum. Eitt nú hevur hann
fingið einstakar hóttanir sendandi,
umframt at Sea Shepherd hava víst
seg sjónliga í Kunoy, har hann býr, til
tess at vísa, at tey vita hvar hann býr.
Hetta tekur hann tó róliga, og leggur
ikki meira enn neyðugt í tað. Men
hvat kann so fáa ein persón at taka
eitt stig sum hetta?
– Fyri meg merkir tað nógv at
síggja føroyska flaggið svertað út av
Sea Shepherd á eitt nú Youtube. Tað
setti veruliga pissið hjá mær í kók, og
eg hugsaði við mær sjálvum, at tey
skulu ikki sleppa so lættliga. Kær
leikin til føroyska mentan, eisini
grindadráp, býr í okkum øllum, og
ongum dámar at blíva svertað soleiðis
til, greiðir Jógvan á Høvdanum frá.
Jógvan á Høvdanum hevur eisini
í summum førum havt eydnuna
við sær, tá hann hevur koyrt á Paul
Watson og Sea Shepherd felagsskapin
við tekningum og speiskum við
merkingum. Mótstøðan móti Sea
Shepherd vant upp á seg við at deila
tekningar og greinar, og tað hevur
eisini eydnast at øsa Paul Watson
so nógv, at hann í sinnismuni hevur
svarað beinleiðis aftur. Og tá fangar
borðið, tá aftursvarið ikki er gjølla
umhugsað, áleypandi, ófaktuelt ella
beinleiðis lygn.
– Eg vil siga, at hetta hevur út
viklað seg til eina lítla revolutión
móti Sea Shepherd. Men sannleikin
er eisini, at vit kunnu ikki vinna á hes
ari herferðini, uttan at vit seta fótin
fast í jørðina og gera mótstøðu, sigur
Jógvan á Høvdanum.
Nyttar at tosa
við tey sjálvbodnu
Gjøgnum summarið hevur Jógvan
á Høvdanum eisini tosað við nakrar
av teimum sjálvbodnu limunum í Sea
Shepherd. Ella rættari sagt nakrar av
teimum fyrrverandi limunum í Sea
Shepherd. Á henda hátt hevur hann
eisini fingið betri vitan um, hvussu
felagsskapurin virkar innanífrá og
hvussu tey arbeiða.
– Tað er yvirhøvur rættiliga ringt
at fáa nakað at vita um felagsskapin,
tí hann er strangliga stýrdur av odda
fólkunum, sum eru Paul Watson og
Rosie Kunneke, ið var átaksleiðari hjá
felagsskapinum í Føroyum. Tey hava
fingið strong boð, ikki at tosa við fólk,
miðlar ella myndugleikar, og bara vísa
til ovastu leiðsluna. Men frá onkrum
av fyrrverandi limunum, sum hava
gjøgnumskoðað lygnirnar og eru
farin úr, havi eg fingið upplýsingar
um, hvussu felagsskapurin arbeiðir
og óofficiellar upplýsingar, sum tú
ikki fær við at vitja heimasíðuna ella
facebook-síðuna hjá teimum, greiðir
hann frá.
Sambært Jógvan á Høvdanum
ger tað mun, at royna at tosa við tey
sjálvbodnu og greiða teimum sakliga
frá okkara sjónarmiðum og hvussu
grindadráp veruliga fer fram. Tey
flestu hava ongantíð verið í Føroy
um áður, og kenna tí bara Føroyar so
leiðis sum Sea Shepherd lýsir okkum.
Tí gerast tey eisini bilsin, tá tey bara
verða møtt av blíðskapi og sakligheit.
– Men summi av teimum eru eisini
totalt hjernadeyð, og har nyttar so
einki at tosa við tey, sigur Jógvan á
Høvdanum.
Tekningar vakt ans í Japan
Herferðin móti Sea Shepherd við
tekningum hevur ikki bert vakt
áhuga her í Føroyum. Tekningarnar
eru deildar túsundtals ferðir, bæði
av viðhaldsfólki og mótstøðufólki
hjá Sea Shepherd. Eisini hinumegin
Jørðina hava tekningarnar vakt
ans, nevniliga millum japanar, ið
sjálvir kenna alt til felagsskapin Sea
Shepherd.
– Tekningarnar hava eisini vakt
ans í Japan, og eg havi fingið áheitanir
um møguligt samstarv úr Japan
eisini, har tey hava víst áhuga fyri
tekningunum móti Sea Shepherd.
Tað virkar enn nokk so óveruligt
fyri mær, og enn er ov tíðliga at siga,
hvat ítøkiliga kann koma burturúr tí.
Men tað er ikki óhugsandi, at okkurt
kann spyrjast burturúr, antin tað er
at fáa umsett tekningar til japanskt
ella okkurt líknandi, greiðir Jógvan á
Høvdanum frá.
Mugu taka hetta
í størri álvara
Eitt er, at Jógvan á Høvdanum hevur
tikið stríðið upp móti Sea Shepherd í
Føroyum við tekningunum og greina
skrivingini. Men samstundis er tað
eisini ein uppsangur til føroyingar
og politisku skipanina í Føroyum.
– Tað er eisini neyðugt, at vit í Før
oyum taka Sea Shepherd og teirra
herferðir í størri álvara. Í nøkrum
av teimum teldupostunum, eg havi
fingið fatur á og almannakunngjørt,
siga tey beinleiðis, at tey vilja bróta
landsins lógir. Taka vit hetta ikki
meira alvorligt, kann tað enda við
at ganga galið. Tað er neyðugt at vit
byrja at hugsa um trygdina, bæði hjá
føroyingum og hjá teimum sjálv
bodnu í Sea Shepherd, tí tað skal so
lítið til, at okkurt kann ganga heilt
galið. Serliga, um tað er mitt í ein
um grindadrápi. Tað skal jú bara
ein ørvitisknokkur til. Eg haldi at
tað er upp á tíðina at vit siga, at nú
tíma vit ikki Sea Shepherd meira, og
at vit finna útav at forða teimum
yvirhøvur at koma inn í landið ella
føroyskt sjóøki, staðfestir Jógvan á
Høvdanum.
rogvi@sosialurin.fo
»Men summi av teimum eru eisini totalt hjernadeyð,
og har nyttar so einki at tosa við tey«
Jógvan á Høvdanum, yngri
Tekning: Jógvan á Høvdanum, yngri
– Tekningarnar hava eisini vakt ans í Japan, og eg havi fingið áheitanir um møguligt samstarv,
har tey hava víst áhuga fyri tekningunum móti Sea Shepherd, sigur Jógvan á Høvdanum, yngri.
tema »Sleppið Grindini«