hósdagur 8. oktober 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
15
Strategiin hevur eydnast
– Hóast endaliga eftirmetingin ikki hevur verið, so kunnu vit staðfesta, at strategiin
í 2015 hevur riggað munandi betri enn tann í 2014, í mun til málini vit settu okkum.
Tað sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevi í Uttanríkis og vinnumálaráðnum
Barbara Holm
S
ea Shepherd hava takkað fyri
seg fyri 2015, og í næstum
stendur ein eftirmetingar
fundur í landsstýrinum á
skránni. Men longu nú vil Páll Nolsøe,
kunningarráðgevi vera við, at tað
hevur eydnast væl.
Strategiin hjá landsstýrinum hev
ur hesaferð verið, at hava góða og
skjóta kunning umvegis whaling.fo
og sosialu miðlunum, og samstundis
royna at sleppa framat í útlendskum
miðlum, og soleiðis fáa fakta og okk
ara sjónarmið fram í kjakinum. Og
hesi viðurskifti hava eydnast í mun
til tað mál, sum landsstýrið setti sær
fyri.
– Vit valdu at tilrættisleggja eina
heimasíðu whaling.fo, sum hevur
lætt skiljandi upplýsingar. Bæði til
útlendskar miðlar og til føroyingar,
sum hava tørv á kunning, sigur Páll
Nolsøe.
Hann vísur á, at whaling.fo eisini
hevur lagt seg eftir at hava skjót
tíðindi og líknandi, sum fólk síðani
eggjast til at deila og upplýsa um
umvegis sosialu miðlarnar. Umframt
hetta hevur landsstýrið fingið sær
eina Twitter síðu við navninum
govtfaroeislands, sum eisini hevur
roynt at fingið upplýsingar um
grindadráp í umfar.
– Tað hevur eydnast. Vit hava sæð,
at tíðindi frá whaling.fo og Twitter
síðuni hava verið nógv í umfar á
sosialu miðlunum, sigur Páll Nolsøe.
Hann vísur á, at tá heimasíðan
varð kunngjørd í vár, vóru tað áleið
800 vitjandi um mánaðin. Men í juni
mánaði vóru heili 25.000 fólk inni á
síðuni.
– Sostatt hevur síðan verið nýtt í
ymiskum samanhangum, sigur Páll
Nolsøe.
Hann vísur á, at landsstýrið hevur
sett leitiskipanir og líknandi at skanna
sosialarmiðlar og tíðindamiðlar, og
hvønn dag hevur ein frágreiðing um
umrøðu av Føroyum verið at sæð
í Tinganesi. Og við hesum hevur
Uttanríkis og vinnumálaráðið – ella
løgmansskrivstovan, sum umsat økið
áðrenn – valt nær svarast skal aftur,
hvussu søgurnar skulu sigast og so
framvegis.
– Tað hevur víst seg at verið effek
tivt fyri okkara strategi, tí við hesum
síggja vit hvørja umrøðu Føroyar fáa.
Og so vita vit hvussu og nær vit skulu
svara aftur, sigur Páll Nolsøe.
Hetta er ein avgerandi munur í
mun til undanfarin ár, tí nú koma
Føroyar fram við viðmerking í mong
um greinum, sum verða skrivaðar.
Lagt seg eftir
útlendskum miðlum
Í summum av stóru miðlunum í
londunum kring okkum, eru javnan
fleiri milliónir lesarar, og sostatt er
útbreiðslan hendan vegin ógvuliga
effektiv. Og júst teir miðlarnar hevur
landið lagt seg eftir at røkka.
– Vit hava útvalt nakrar týðandi
miðlar, og roynt at greitt frá okkara
hugsanum tann vegin, sigur Páll
Nolsøe.
Áður hevur kritikkurin av land
inum verið, at strategiin tykist vera
at tiga mótstøðuna í hel. Men sjáldan
stendist nakað munagott úrslit av
slíkari strategi.
– Vit hava útbygt okkara strategi
frá 2014. Munurin er tann, at vit hesa
ferð hava verið meira proaktiv, og
roynt at fingið okkara søgu út javnt
og samt, sigur Páll Nolsøe.
Ikki undirmeta mótstøðuna
Aðrastaðni í temasíðunum ber til at
lesa, at eitt nú Sissal Kristiansen, eig
ari av Shisa Brand, heldur, at landið
átti at gjørt meira fyri at vart okkara
sjónarmið. Páll Nolsøe vísur á, at
tað í næstum liggur ein eftirmeting
á skránni í Tinganesi, og tá verður
mett hvussu strategiin kann gerast
enn betur til komandi ár – um Sea
Shepherd væl at merkja koma aftur
hendan vegin.
Men tað er eingin loyna, at mót
støðufólk okkara hava eina stóra
miðlarúmd, sum Føroyar ikki hava.
– Paul Watson hevur 600.000
fylgjarar á Facebook, og vit skulu
ikki gloyma, at hvalurin hevur eina
serstøðu, tá umræður djórarverndar
mál. Tí er hetta ein trupul støða, óan
sæð strategi, sigur Páll Nolsøe.
Hann vísur á, at whaling.fo inni
heldur allar upplýsingar, sum vinnu
lívsfólk í útheiminum kunnu hava
tørv á. Og møta vinnulívsfólk mót
støðu á vegnum, so ber til at heita
á fólk um at lesa whaling.fo, sum
er á enskum, sponskum, týskum og
fronskum.
barbara@sosialurin.fo
– Vit valdu at tilrættisleggja eina heimasíðu whaling.fo, sum hevur lætt skiljandi upplýsingar.
Bæði til útlendskar miðlar og til føroyingar, sum hava tørv á kunning, sigur Páll Nolsøe
Skermmynd: www.whaling.fo
mynd: Álvur Haraldsen