hósdagur 8. oktober 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
16
Eyðun Klakstein
Í
dag verður Amariel Norðoy
sjeyti ár. Blíðsníðaði klaks
víkingurin í Havn hevur í
hálva øld verið virkin sum
listamálari, og serliga eftir at hann
sum 29 ára gamal tók stigið og
søkti á Kunstakademiið í Keyp
mannahavn, gjørdist lívið fyrst
og fremst eitt lív við litum og list.
Frammanundan hevði Amariel
verið til skips, tikið útbúgving sum
skipasmiðjur og putlast við list í
frítíðini frá arbeiðnum.
– Tað vóru serliga Ingálvur
av Reyni og Janus Kamban, sum
koyrdu undir meg, so at eg søkti
inn á Kunstakademiið. Eg ivaðist
stórliga í at søkja, tí kanska vildi
eg ikki verða vigaður, men Janus
segði bara við meg, at antin fært tú
eitt »ja« ella fært tú eitt »nei« – og
tað gjørdist eitt ja, greiðir Amariel
frá.
Við avgerðini um at fara á lista
skúla beint fyri 30 ára føðingar
dagin, tók lívið hjá Amariel eina
nýggja leið. Nú var tað ikki list í
ledigum løtum, nú var tað listin
fram um arbeiðið. List sum lív og
arbeiði – ein samangrógvin partur.
– Tá eg hugsi aftur, so dugi eg
ikki at ímynda mær, at lívið hjá
mær endaði aðrastaðni enn í list
ini. Tað mátti verða so, og eg kundi
ikki ímyndað mær at brúkt lívið til
annað, sigur Amariel.
– Eg skal viðganga, at tað eisini
hevur verið tungt til tíðir, og eg
havi onkuntíð spurt meg, hví eg
havi funnið upp á hetta. Men tá ið
alt kemur til alt, so var tað hetta eg
vildi, og eg havi eisini kempað meg
ígjøgnum tær strævnu tíðirnar.
Grundarlagið
Amariel var føddur beint eftir
seinna veraldarbardaga, og upp
vøksturin var í avbjóðandi eftir
krígstíðini, tá ið korini vóru
trong hjá mongum í Føroyum.
Fólk trúðu tó upp á eina framtíð
við friði og framburði, og í fimti
árunum stríddust fólk sítt dagliga
stríð – eisini á Stongunum í Klaks
vík, har uppvøksturin hjá Amariel
var.
Amariel var nummar fimm
av tíggju systkjum, og tilveran
ferðaðist rundan um útróðrar
bátin Norðan og lívið á Stong
unum. Sum hjá nógvum øðrum
klaksvíkingum gjørdist brøðra
samkoman eisini partur av upp
vøkstrinum hjá Amariel.
Lívið í Klaksvík í fimti- og
sekstiárunum – útróður, sam
Tá eg hugsi
aftur, so dugi eg
ikki at ímynda
mær, at lívið
hjá mær endaði
aðrastaðni enn
í listini«
Tað hvíta
loypur
á meg
– Tað ringasta, eg kann uppliva, er eitt hvítt
lørift. Tað er ræðuligt og loypur á meg. Onkun
tíð virkar tað næstan, sum tað skríggjar eftir
mær fyri at gera okkurt, sigur listamaðurin
Amariel Norðoy, sum í dag verður sjeyti ár.
Hann er framvegis sera virkin sum listamaður
og spruttar við kreativiteti og arbeiðsorku
Amariel Norðoy
Myndir: Álvur Haraldsen
list