hósdagur 8. oktober 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
17
– Tá eg síggi, at umhvørvið, har eg vaks upp, er burtur, og tað
fer burtur av systkinaflokkinum, kann eg staðfesta, at tað
er hent nakað, og at tíðin gongur, sigur Amariel Norðoy
koma, dagligt strev og tankar um
eksistens – eru grundarlagið undir
listini hjá Amariel, sum hevur
ferðast víðast og upplivað nógv,
men altíð endar aftur í grundar
lagnum undir lívinum og listini.
Teamið »Útróðrarbørn – sálmar
lívsins« hevur gjøgnum nógv ár
bjóðað málningar, har deksbáturin
Norðan er í miðdeplinum, har fólk
daga framúr teimum døkku ella
litføgru málningunum, og har
tankar um lívið síggjast aftur í
skiftandi ljós- og litspæli við fugl
um, náttúru og sjógvi.
Hvítt er ræðandi
Amariel hevur verið sera virkin
sum listamaður, og hann sprutt
ar framvegis við kreativiteti og
arbeiðsorku. Atelierið í Lamba
gerði í Havn er ein miðdepil fyri
listarliga arbeiðið, men Amariel
hevur eisini atelier í Keypmanna
havn og hevur ferðast nógv
gjøgnum árini.
– Eg má upp og í gongd hvønn
dag. Ofta byrji eg dagin við at gera
okkurt í atelierinum, lesi okkurt,
ruddi eitt sindur, lurti eftir tónleiki
ella annað, men eg endi altíð við
málningarnar. Eg skal í grundini í
gongd og gera okkurt fyri at koma
í gongd, sigur Amariel.
– Tað ringasta, eg kann uppliva,
er eitt hvítt lørift. Tað er ræðuligt
og loypur á meg. Onkuntíð virkar
tað næstan, sum tað skríggjar eftir
mær fyri at gera okkurt.
– Eg havi vanliga fleiri máln
ingar í gongd í senn, og kann
skifta ímillum teir. Við hvørt skulu
málningarnir hava eitt sindur frið,
so eg kann venda aftur til teir og
arbeiða víðari við teimum.
Gerandisdagurin er á ymiskan
hátt merktur av listarligu hug
skotunum og tankunum, har
litirnir spæla ein týðandi leiklut.
– Eg livi í eini litverð. Mær
dámar væl at síggja blómur, og
nakað av tí besta er at ganga í
einum fruktmarknaði og síggja
allar litirnar. »Skuldi Amariel ikki
til handils? Nei, hann starir eftir
einari piparfrukt í SMS«, sigur
Amariel skemtandi.
Siglandi skip
Amariel er ikki eitt av teimum
listafólkunum, sum krógvar seg
fyri fólki, blívur burtur í sínari
egnu verð og er trupul at koma
í samband við. Amariel er ein
fyrikomandi og prátingarsamur
maður. Soleiðis hevur hann altíð
verið, og soleiðis er hann fram
vegis. Hann er blíður – eyguni
smílast støðugt – og hann hevur
altíð okkurt at tosa um ella at vísa.
Tað kann vera ein mynd av einari
gamlari franskari standmynd, ein
fjøðurbóltur, hann hevur keypt í
Kina, ella ein málningur, hann er
í gongd við.
– Eg hugsi ikki so nógv um
aldur. Eg kenni meg framvegis
lættan í sinni og fúsan, men eg
merki onkrar minni kropsligar
skavankir, sum eiga at verða har,
sigur Amariel.
Hann venur ein tíma um dagin
fyri at halda kroppin í gongd og
styrkja hann og heldur, at gjørdi
hann ikki tað, hevði hann ikki
kunnað málað, sum hann ger.
– Tá eg síggi, at umhvørvið,
har eg vaks upp, er burtur, og tað
fer burtur av systkinaflokkinum,
kann eg staðfesta, at tað er hent
nakað, og at tíðin gongur.
– Eg havi í lívinum støðugt
flutt meg. Eg havi verið á einum
siglandi skipi, og tú mást sigla,
um horisonturin skal broytast. Eg
havi eisini siglt framvið skipum,
sum hava lagt stilt, men skalt tú
uppliva nýggj ting og broyta teg,
mást tú sigla.
Amariel Norðoy heldur
70 ára dagin við framsýning
í Galerie Focus í Lambagerði
At heimurin er samangrógvin
er ein kjarni í málningunum hjá
Amariel Norðoy frá ungum árum.
Tað, at vaksa upp í Klaksvík, mill
um bátar, skip og trolarar, fólk í
øllum aldursbólkum, har fiski
vinnan var grundarlagið, og man
sum barn upplivdi, at tað var lívs
grundarlagið, bæði útróðurin og
langfarafiskarí.
Amariel sigur, at tá ið hann
vaks upp, snúði stórur partur av
tilveruni seg heima hjá teimum
um deksbátin, »Norðan«, og at
báturin gjørdist tekin um saman
hald. At tú so at siga gróði saman
við bátin. Hetta roynir Amariel
at lýsa í sínum málningum á ein
dramatiskan og lýriskan hátt.
Á tann hátt eru evnini ikki
nýggj, men líkasum ein rithøv
undur í stóran mun skrivar somu
bók umaftur og umaftur, so málar
listamálarin í høvuðsheitum tann
sama málningin. Roynir at arbeiða
seg longri og longri inn í myndina,
roynir at lokka nýggj brigdi fram.
At heimurin er samangrógvin
er ein kjarni í málningunum hjá
Amariel Norðoy frá ungum árum.
Tað er eyðsýnt, at tað mynd
listaliga avrikið hjá Amariel
Norðoy staðsetur hann, sum ein
av teimum mest viðkomandi
í føroyskari nútíðarmyndlist,
ektaður - eldhugaður og kærleikin
til ta føroysku náttúruna tryggj
ar útstrálingsmegina í hansara
myndum. Evnini til endurnýggjan
sæst týðuliga á hesari framsýn
ingini.
Fernisering verður
í Galerie Focus fríggjadagin
frá kl. 16.00 til 18.00
Fríggjadagin letur ein serlig føðingardags framsýning
hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Havn. Heitið
á framsýningini er: »Útróðrarbørn, sálmar lívsins«
70 ára framsýning
Myndir: Álvur Haraldsen
Fakta
Navn: Amariel Norðoy
Aldur: 70 ár
Føðistaður: Klaksvík
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Skipasmiðjur og listamálari
Yrki: Listamaður