Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 28 Óli Jacobsen MARIA HANSEN: BRETSKIR HERMENN Í GRANNALAGNUM Tað vóru nógvir bretskir hermenn á Nesi og Toftum undir krígnum. Hetta komu tey hjá Petur Hans eisini at merkja til 5. partur T á ið Bretland hersetti Føroyar í apríl 1940 ráddi um at fáa ræðið á góðum havnum. Skálafjørður varð roknaður fyri at vera besta havnin í Føroyum. Tí ráddi um at fáa ræðið á fjørð­ inum við at hava herstøðir báðu megin fjarðar- munnan, á Strondum øðrumegin og Toftir/ Nes hinumegin. Hermennnir skuldu hava hús á staðnum at búgva í. Teir vildu eisini hava okkara hús, men vit vóru so mong fólk í húsi, at tað bar ikki til. Hermenninir blivu so væl við beiggjarnar hjá mær. Serliga ein av teimum ungu, hann var bara 19 ár, plagdi at koma inn til okkara. Hann var úr Aberdeen. Eina ferð pápi fór til Aberdeen hevði hesin hermaðurn givið pápa addressuna hjá mammu síni. Pápi hevði eisini vitjað hana, hon var sjálvandi fegin um at frætta frá soninum. Bygging av barakkum Teir fóru so at byggja barakkir, menn koma ymsastaðni frá til hetta arbeiðið. Ofta komu teir tá inn til okkum at eta matpakkan. Onkun­ tíð kundu teir eisini leggja seg á gólvið at fáa ein blund. Eg minnist serliga ein bil at hava verið við í hesum arbeiði, tað var Eivind Hansen úr Gøtu, sum hevði ein lítlan lastbil. Eivind var sonur tann kenda yrkjaran Jákup Hansen, kallaður Havna Jákup. Eivind varð giftur við Tóru hjá Magdalenu og Tummas Jakku á Geilabø. Tey bæði høvdu seinni hand­ ilin hjá Tummas Jakku. Út meðan skotið varð Á Nesi varð sett upp ein stór kanón. Eivind hál­aði allar pípurnar til hana uppá pláss. Tær komu upp á land á Toftum, og so skuldu tær hálast út á Nes. Bjálkar vóru lagdir á vegin, teir vóru fluttir so hvørt, sum komið varð framá.  Kanónin varð sett upp nær við húsini hjá okkum.Tá ið hon so skuldi royndarskjótast, vórðu vit biðin um at fara úr húsinum. Tað bar sjálvsagt ikki til at vita, hvat ið kundi henda. Vit fóru út, tað var gott veður. Eg minnist eisini hvar eg stóð. Tá ið teir skutu, brotnaðu sjey rútar í húsinum hjá okkum, so stórt var trýstið. Kjartan beiggi mín var blivin deyvur tá. Hann var púra forskrektur. Hann visti sjálvtsagt ikki, hvat ið gekk fyri seg. Men so bleiv bygt rundan um kanónina, og bøtti hetta um henda vansan. Tað vóru givin boð til øll skip, sum komu inn á Skálafjørðin, at tey skuldu siga frá, áðrenn tey komu inn.  Søgdu tey kortini ikki frá, so var skotið ávarðingarskot. Hetta hendi ofta, serliga hjá føroyskum skipum, sum ikki tóku slík boð so tungt. Tað komu  annars eisini nógv bretsk herskip inn á Skálafjørðin. Hetta hoyrdist eisini væl. Hvørja ferð tað hendi um náttina, tá vaknaðu vit. Tað var sera óhugnaligt. Bretar høvdu teirra egna elverk, sum var neyðugt millum annað til teirra ljóskastarar, sum kravdust, um tað skuldi síggjast yvir um fjørðin í myrkri. Maskinbyrsur stóðu alla staðni kring húsini hjá okkum. Tað var loftávarðing hvørja ferð týsk flogfor vóru í nánd. Telegrafurin, sum tað kallaðist, var eisini nærindis húsini hjá okkum. Her komu øll slík boð, sum at týskarar vóru á veg. Tað varð so rópt í hátalarunum oman til hermenninar um at vera klárir við maskinbyrsum. Tá gav mamma gav okkum boð um at fara oman í kjallaran. Tískil vistu vit av hesum, áðrenn onnur á Nesi  vistu tað. Tað bleiv ikki bumbað í sjálvari bygdini, men vit sóðu bumbur blíva blakaðar yviri ímóti Kaldbak. Flogfarið endaði á Gøtuvík Eina ferð eg var á Toftum og var á veg út á Nes. Eg hevði verið inni hjá D.P Højgaard og keypt fyri mammu. Tá eg var millum bygdirnar, eitt sindur innanfyri vitan, nú kemur ein týskur flúgvari, hann fer inn eftir Skálafjørðinum. Beint tá vóru tvey destroyaraskip, soleiðis kallaðu vit tey, farin inn eftir Skálafjørðinum. Teir skutu eftir hesum flogførunum. Tað var skotið av Nesi og av Strondum og úr Havn, og flúgvarin varð raktur. Tá hann kom flúgvandi út eftir, sá eg eldin í honum. Hans Jacob Højgaard, lærarin, hevði annars sagt, at vit skuldu leggja okkum fløt niður, um eitt flogfar kom. Men eg fór so víðari út á Nes, og tá eg kom út hagar stóð eina pápabeiggi mín har. Hann helt, at flogfarið fór at detta niður á Toftavatn, so hann fór beint yvir hagar. Men flogfarið lorraði til Gøtu og setti seg innast á Gøtuvík. Siðsøga Bretsk kanón á Toftakei. Skipið er Silva, eitt av skipunum, sum rýmdi undan týskarum í Noregi Dagmar og Petur Hans við børnunum. Aftara rað v.f. Manuel, Herdis, Johannes, Maria, Petur, Hildibjørg, Debes, Símun. Fremra rað: Piddi, foreldrini Dagmar og Petur Hans, Kjartan