Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Eyðfinn Reyðberg Siviløkonomur krónur, kostar ikki landskassanum nógv í rentuútreiðslum. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg til 2016 verður mett, at landskassin bert skal gjalda 82 milljónir krónur í rentu. Hetta svarar til eitt rentustig upp á stívliga 1 prosent av allari lands­kassa­skuldini. So leingi skuldin ikki verður goldin niður, og enntá hækkar hvørt ár, so liggur ein íbúgvandi váði í hesum, at tað bert er spurning­ur um tíð, nær rentan aftur hækkar. Taka vit støði í teirri meðal­rentu, landskassin hevur goldið seinastu 20 árini, so vildi lands­kassans útreiðslur til rentur hækkað til í minsta lagi 200-250 milljónir krónur um árið. Hetta er nærum eins nógv, sum samlaðu árligu íløgur landskassans. Landskassin sparir eisini nógvan pening upp á rentustuðul til før­ oysku sethúsaeigararnar, sum nú eis­ini hava fingið ágóðan av lága rentu­støðinum. Ein heil milljard frá forskatting Og um tað so ikki var nóg mikið, so hevur forskattingin av føroysku pensjónunum givið landskassanum eina milljard í kassan hesi sein­astu fýra árini. Tað vil siga, at undir­ skotið hevði verið eina milljard størri árini 2012 til 2015, var henda fram­flyting av inntøkum ikki gjørd. Slíkt kann sum kunnugt bert gerast einaferð. Í 2016 verða 295 milljónir krónur fluttar frá fram­ tíðar inntøkum til í dag. Tað er í sjálvum sær ikki ringt fyri lands­ kassan, tí landskassin hevur altíð havt fyrimun av at tikið skattin við kelduna. Tað, sum er heilt burturvið er, at pengarnir verða allir brúktir til rakstur og hall. Tað er og verður ongan­tíð í lagi. Stundin er komin Nú er stundin komin til at siga, at nú er nóg mikið. Hall má vendast til avlop longu í 2016, so vit ikki níggj­ unda árið á rað skulu liva við, at vit ikki megna. Hetta ímeðan undan­ vindur er á øllum økjum. Hetta krevur truplar avgerðir, inn­tøkugrundarlagið má betrast og út­reiðslurnar mugu niður. Ein altjóða kreppa nú hevði veru­liga sligið botnin undan tí før­oyska landskassanum, og hevði kravt munandi og ógvuslig inntriv. Og sum vit alt ov væl vita, so hava krepp­ur tað við at koma brádliga, og sjálvt um tær einki hava við okkum at gera, so verða vit minst líka nógv rakt av teimum, sum øll onnur. Sel almenn partabrøv Tá altjóða greinarar meta um før­ oyska kredittvirðið, verða almennar fyritøkur eisini taldar í skyldurnar. Soleiðis gav seinasta altjóða grein­ ingin av BankNordik, áðrenn bankin valdi ikki at gera slíkar met­ ingar longur, at um bankanum kom at tørva eginpening, so vær vænt­ andi, at landskassin, sum størsti eigari, kom við teimum. Nú eru tíbetur stig tikin til at tryggja bankan móti nýggju og herdu krøvunum til bankar við at selja burturav aktivum bankans. Tað er í dag eingin góð grund til at tvíhalda um eina 20 ára gamla kreppu­loysn, at landið framvegis skal eiga partabrøv í BankNordik. Restin av partabrøvunum átti at verið sett til sølu, so skjótt verandi strategi um sølu av aktivum og út­gjalding av eyka vinningsbýti er framd. Ein slík søla fer at geva lands­kassanum í minsta lagi hálva milljard. Øll onnur lond hava selt al­ mennu telefyritøkurnar. Ein søla av Føroya Tele átti tí at ligið ovar­laga á listanum hjá politiska vald­inum. Ein søla av Føroya Tele kundi vænt­ast at givið 1,5 milljard í lands­ kassan. Á tann hátt hevði verið gjør­ligt at fíggjað nýggju undirsjóvar­tunl­ ar­nar kontant, samstundis sum váði lands­kassans við at eiga hesar fyri­tøkur var burtur. 13,3 9,9 8,2 6,6 5,3 4,2 3,1 2,3 2,5 3,5 3,9 2,7 1,6 1,3 3,9 5,8 7,0 5,6 4,4 3,8 3,0 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Arbeiðsloysi í Føroyum seinastu 20 árini Føroyska arbeiðsloysið er í dag metlágt 3 prosent. Tá Føroyar áður hava havt metlágt arbeiðsloysi, vísir søgan okkum, at grundarlagið er lagt undir næstu kreppuna. 1.948 1.053 1.135 1.218 1.527 1.852 2.201 2.455 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 METT Tal av nýggjum akførum innflutt til Føroyar Vit kunnu vænta at tað verða seldir útvið 2.500 bilar í ár. Hetta vil so verða 25 prosent meira enn í 2008, tá bilasølan seinast var uppá tað hægsta. Hvørt tað einasta ár síðan 2008 hevur verið hall á lands­kassaroknskapinum og verður fíggjarlógin fyri 2016 sam­tykt sum hon liggur, er hall níggju ár á rað og skuldin er hækkað við 3,2 milljardir krónur. Hetta svarar til sølu­virði á øllum sethúsum í Norð­oyggjum tilsamans. HALL LANDSKASSANS 2008 -330 2009 -688 2010 -567 2011 -322 2012 -335 2013 -413 2014 -254 2015 -148 2016 -144 Íalt -3.201 Kelda FMR í mill.kr. Hvat gera vit nú? • Tað skulu fleiri pengar í lands­kassan og færri útreiðslur. • Bráneyðugt at fáa javnvág á lands­kassaroknskapin og síðan avlop. • Útseta stórar lán­krevj­ andi íløgur sum undir­ sjóvar­tunlarnar ella veita sjálvfígging. • Selja Bank Nordik parta­ brøv fyri í minsta lagi hálva milljard kr. • Selja Føroya Tele fyri 1,5 milljard krónur. Forskatting av pensjónum 2012 213 2013 247 2014 262 2015 280 2016 295 Íalt 1.297 Kelda FMR í mill.kr. Meir enn ein milljard krónur er komin í landskassan við framflyting av inntøkum hesi seinastu fýra árini.