Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Steðgið undir­sjóvar­ tunlunum og fá avlop á fíggjar­lógina! E itt samt løgting hevur sam­ tykt at gera íløgur í tveir undirsjóvartunlar fyri í minsta lagi tvær milljardir krónur. Hóast partafelag er stovnað til endamálið, so er talan um al­ menna skuld, ið landskassin varðar av, og sum telur við í landsins skuld, sum longu áðrenn lánið til tunlar­ nar er methøg. Tað er tí óðamannaverk at taka slíkar stórar almennar íløgur júst nú, og eigur tunnilsverkætlanin tí at verið útskotin í minsta lagi tvey ár – fyri fyrst. Eisini átti landskassin, heldur enn at fíggja tunlarnar við enn fleiri lánum, at selt burturav mongu almennu vinnurekandi fyri­tøk­ unum, og síðan brúkt peningin til at gjalda ovurstóru íløgurnar kontant. Á toppinum, klára okkum ikki Vit standa í dag á einum búskapar- og marknaðarligum fjallatindi. Hóast hetta eru Føroyar sum land langt frá fíggjarligum sjálvbjargni, og níggjunda ár á rað mugu vit læna okkum til okkara egnu væl­ ferð, so land okkara kann rekast, og vit kunnu gjalda fyri vanligan rakstur av Føroyum. Sum talvan yvir úrslitið hjá lands­kassanum greidliga vísir, so hava vit tey seinastu átta árini brúkt 3.057.000.000,00 krónur meir enn inn­tøkan hevur verið. Hendan ovur­honds stóra upphæddin, meir enn 3 milljardir krónur, er brúkt at fíggja undirskot. Hetta svarar til, at Føroyar, bert frá 2008 til í ár, hava brúkt tað sum svarar til søluvirðið av øllum set­ hús­unum í Norðoyggjum, bert til at fíggja at vit ikki klára okkum. Tað sær kanska ikki so galið út, at uppskotið til fíggjarlóg fyri kom­andi ár vísir enn eitt hall upp á 144 milljónir krónur, men tað hetta verður lagt oman á átta ára longu røðina av undirskotum, og vøksturin í skuldini harvið er 3,2 milljard­ir krónur síðan 2007, so er stundin komin til at siga »nú er nóg mikið«. Tá alt spælir við og undanvindur er Ikki tí, hesi seinastu árini hevur alt spælt við rætta vegin, og vit hava veruliga havt undanvind í fleiri ár. Sølan av bilum og øðrum akfør­ um fall niður í ein helming eftir ein­um ári frá 2008 til 2009, men síðan er gingið støðugt framá aftur, og bila­sølan kann væntast at seta met í ár, verður støðið tikið í søluni fyrstu níggju mánaðirnar av 2015. Hetta kastar av sær til lands­ kassan í skrásetingargjøldum og mvg. At bilasølurnar eisini høvdu stórt avlop í 2014 sæst á roknskap­ unum, har samlaða avlopið áðrenn skatt var 23 milljónir krónur til­ samans. Arbeiðsloysið er eisini komið niður á eitt støði, har flestu arbeiðs­ gevarar hava trupult við at fáa fólk, er tørvur á tí. Arbeiðsloysi er í dag bert 3 prosent, og hava vit, hesi sein­astu 20 árini, bert tríggjar ferðir havt so lágt arbeiðsloysi. Søgan vísir okkum, at tá arbeiðs­ loysið seinastu tvær ferðirnar hevur verið á so lágum støði, tá er grund­ ar­lagið lagt undir næstu føroysku kreppuna. Bakkafrost betalir hálvan blokk Føroya so nógv størsta fyritøka, Bakka­frost, hevur eisini givið væl í lands­kassan. Bert í 2014 betalti Bakkafrost 340 milljónir krónur í partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti. Inntøkan frá danska blokkinum er sett til at verða 642 milljónir krónur í 2016. Tað vil siga, at Bakkafrost hevur latið meir enn helmingin av blokkinum í skatt­um til almenna kassan í 2014. Ikki nóg mikið við tí. Um vit hyggja eftir føroysku alivinnuni, so betalti alivinnan 340 milljónir krónur í partafelagsskatti í 2014. Hyggja vit eftir 2012, so kann stað­ festast at partafelagsskatturin frá alivinnuni var 10 milljónir krónur. Føroyska alivinnan hevur sostatt goldið 330 milljónir krónur meira í parta­felags­skatti í 2014 enn í 2012. Metlág renta Rentustøðið er í dag metlágt. Ongan­tíð áður í nýggjari søgu, hevur rentan ligið á einum so lágum støði sum júst nú. Landskassin sparir á tveimum økjum. Stóra landskassaskuldin, sum nú liggur um góðar 6 milljardir Tíðargrein Tað setur Føroya land í stóran vanda at gera undir­sjóvar­ tunlarnar júst nú. Neyðugt er at steðga á, fyrst fáa avlop á landsins fíggjarlóg, og síðan megna at fíggja hesar tunlar uttan lántøku, tí landskassin skyldar longu nú nóg mikið! »Vit standa í dag á einum búskapar- og marknaðarligum fjallatindi« Tá alt spælir við: • Arbeiðsloysið er metlágt. • Lønarinntøkurnar á toppinum. • Forskatting av pensjónum givið 1 mia. eyka í fýra ár. • Alivinnan hevur goldið 0,5 milljard meira í skatti eftir tveimum árum. • Føroysk partafeløg hava metavlop í 2014 og hava goldið metskatt. • Bilasølan setir met. • Útflutningurin setur met. • Rentan er metlág. Avbjóðingar hjá Føroyum: • 2016: Hall nýggjunda árið á rað. • Hall 2016 141 milljónir og ikki avlop. • Bruttoskuld landskassans hækkað við meir enn trimum mia. síðan 2007. • Ætla at gera tveir tunlar fyri 2 milljardir. • Personligu pensjóns­upp­ spar­ingar­nar eru á lágstøði í mun til grannalond. • Eingin klár visjón um hvat vit vilja, hvar vit eru á veg og hví!