hósdagur 8. oktober 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
25
»Ravmagn« nevnist nýggja útgávan hjá Norðuratlantshavsblús-brøðrunum, Jógvan
og Terja, ið glógvar í støðum, men ongantíð gerst nakar harður ravmagnsstoytur
SIGURJÓN EINARSON
T
að er ikki Chicago blues,
Texas blues, Piedmont
blues ella country blues
– tað er Norðuratlants-
havsblús! Nakað soleiðis lýsa Jógvan
Funding Madsen og Terji Krossteig
Messel – Jógvan og Terji – teirra
blústónleik. Talan er um einfaldan
blústónleik, ið teir báðir spæla, har
tann klassiski gittarin er í tøttum
samanspæli við el-gittaran. Seinasta
útspælið frá teimum báðum eitur
»Ravmagn«, og er ein útgáva við 10
løgum, ið Tutl hevur givið út.
Um tað yvirhøvur ber til at tosa
um ein Norðuratlantshavs-blús
mann, so má Terji Messel nokk vera
nakað av tí tættasta ein kann koma,
tá vit nerta við hetta hugtakið. Í
syðsta partinum av USA er ein blús
maður ein tónleikari, ið livir sín
tónleik fult út. Tað er ein, ið kann
hugtaka og hugnema sínar áhoyrarar
nær og hvar tað skal verða; um tað
er í vertskapi ella í álvara. Hesin er
eisini blivin uppaldur av einum eldri
blúsmanni, ið kennir allar loynidóm
arnar og siðirnar, sum kann førast
heilt aftur til afrikansku trælirnar.
Fyri at tað skal vera ektað, eigur
ein at vera føddur og uppvaksin
í suðurstatunum í USA, men tað
kann ein so ikki siga um Terja Messel.
Hann hevur røtur í tí føroyska – í
Norðuratlantshavsblúsinum!
Hvat er Norður
atlantshavsblús?
Spurningurin er so, hvussu Norð
uratlantshavsblús í veruleikanum
ljóðar. Sambært Jógvani og Terja,
so ljóðar tað sera sermerkt – kanska
í so sermerkt til tíðir, um tú spyrt
meg. Norðuratlantshavsblús ljóðar
ofta sum vanligur blústónleikur
ljóðar. Vit hoyra longu í fyrsta
sanginum, at »Blús« verður spælt
allastaðni – í Amerika og í Føroyum,
ja, heilt frá Føroyum til Íslands, har
sangurin skiftir yvir til íslendskan
tekst. Vit hoyra eisini tær somu
hugmyndirnar, at tað er so synd í mær
»Stakkaladýrið« og t.d. í sanginum
»Bládýpinum«, so er tað eingin, ið
elskar okkara høvuðspersón, bara
mamman. Og so er tað eisini ein vika
síðani, at viðkomandi hevur verið í
bað. Ja, sjálvt í Føroyum koma hasi
fyribrygdini eisini fyri. »Magga« er
ein, ið hevur stolið hjartað hjá okkara
høvuðspersóni, og í »Heim« hoyra vit
um longsul, har viðkomandi grætur
tann eina morgunin (møguliga eftir
unnustuni), og seinast viðkomandi
hevur grátið so nógv var, tá ið kett
an varð yvirkoyrd og doyði. »Vin
mannablús«, »Babyblús« og »Blús
í F« eru uppbygdir eftir klassiska
frymlinum, har gott samanspæl er
millum elgittar og klassiska gittaran,
ið gongur aftur á allari útgávuni.
Men har er eisini gott skemt á
útgávuni, ið serliga kemur til sjóndar
í tveimum sangum: »Hómóð«, har tað
gongst so illa hjá høvuðspersóninum í
sanginum við konufólkinum, at hann
umhugsar at blíva homoseksuellur,
har »Nólsoyggin liggur trúgv og føst á
sama stað, dag um dag, men konufólk!
Hu! Mann burdi verið homoseksuel«.
Ljóðar heldur fjákut, men ein kann
ikki heilt lata vera við at trekkja eitt
sindur uppá smílibondini. Goymda
perlan á útgávuni er sangurin »Teit
blús/Leita«, har lagið er eitt bein
leiðis aftursvar til sangin hjá Teituri
Lassen »Ongar pengar«, ið eg ikki
minnist er komið fyri í føroyska tón
leikaheiminum áður. Um hetta er tað
veruliga Norðuratlantshavsblús, so
vil eg hava meira av tí sama! Teksturin
til sangin er ikki so langur, so her fáa
tit goymda skattin á útgávuni, sum eg
lati standa fyri seg sjálvan, so ein og
hvør kann gera sær sínar egnu tankar
og fáa skemtiligu hugmyndina við á
vegnum:
Teit blús/Leita
Tað er so synd í Teiti
hann eigur ongar pengar
Hann gongur runt og murrar eitt
neiligt lag
Tað er so synd í Teiti
øll halda hann er ríkur
men góði fitti Teitur
tak tað róligt
ikki gráta
tú kann lána frá mær
Tað er so sum so við sangunum
á útgávuni. Ljóðførini eru á góðari
leið, har elgittarspælið til tíðir ljóðar
heilt gott. Eisini er gott samanspæl
millum elgittar og vanliga gittaran, og
tað hoyrist á útgávuni, at Jógvan &
Terji eru væl samanspældir. Tó haldi
eg ikki, at mátin sungið verður uppá,
riggar heilt so væl til tíðir. Viðhvørt er
tað ótýðiligt, og eisini er tað eins og
at hoyra Pee Wee Herman viðhvørt,
tá sangarin syngur við mjórødd. Um
Norðuratlantshavsblús skal ljóða
soleiðis, so friður verið við tí.
Hetta er tónleikur, ið hóskar seg
væl umborð á Norrønu, meðan ein
slappar av við einari romm & kola og
bíðar eftir einum Creedence-sangi.
»Ravmagnið« í útgávuni skapar
ikki nóg nógva nýtiliga orku, men har
eru nakrir fáir glógvar inn ímillum, tí
fær útgávan einans tvær stjørnur út
av fimm, men eg takki fyri »Teit blús«.
Tað bjargaði mínum degi!
TÓNLEIKUR
VEIKT RAVMAGN FRÁ
JÓGVANI OG TERJA
★★★★★
Ummæli