Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 24 POLITIKKUR Spara 5000 tons av olju um árið við sjóhitaskipanini í Klaksvík ÁRNI GREGERSEN Ein luttøka í sendingini Hvonn Live á Rás2 var upprunin til, at Klaksvík um stutta tíð fer at kunna taka eina stóra sjóhitaskipan í brúk. Eina skipan, sum fer at sleppa bý­num undan at keypa 5000 tons av olju, hvørt einasta ár. – Tað var stutt undan, at eg tók við sum borgarstjóri, at eg skuldi taka lut í einari Rás2 sending, at hetta byrj­aði, fortelur Jógvan Skorheim, borgar­ stjóri í Klaksvík. Hann sigur, at har møtti hann einum manni, sum arbeiddi fyri SMJ ráðgevignarfyritøkuna. Hann spurdi, hví Klaksvík ikki fór yvir til sjóhita. – Eg segði sum var, at tað visti eg ikki og at tað ikki var nakað, sum eg hevðui hugsað serliga nógv um, sigur Jógvan Skorheim. Men spurningiurin setti gongd á tankar og tá ið Jógvan Skorheim hevði sett seg í borgarstjórastólin vendi hann aftur til verkfrøðingin og spurdi um hann ikki undi kanna málið eitt sindur meira. – Tað var upprunin til, at vit nú heilt skjótt kunnu taka skipanina í brúk, sigur borgarstjórin. Bíligari grevstur Hugskotið hjá verkfrøðinginum kom, tí hann hevði sæð, at nýggjar kloakkir og annað júst tá vóru lagdar í vegirnar í Klaksvík. Tí mælti hann til, at kommunan gjørdi sær dælt av hesum grevstri og brúkti møguleikan at leggja rør til sjóhita niður samstundis. Hetta var ein sokallað win-win støða hjá kommuni, tí grevsturin var gjørdur kortini, so tað var bert at keypa rørini og leggja tey í jørðina saman við kloakrørum og øðrum. – Hetta spardi okkum sjálvandi fyri hóp av pengum, hugsa vit, at rørini skuldu leggjast seinni aftur, tí tað hevði kostað uppgraving einaferð afturat, sigur Jógvan Skorheim. Sjójiti verður tikin úr sjónum ella úr sandinum við sjóvarmálan. Teir fyrstu bygningarnir, sum verða knýttir í skipanina verður svimji­ høllin, ítróttarhøllin og skúlin. Orkan verður at veita tað sama, sum fæst burtur úr fimm milljónum litrum ella 5000 tonsum av olju. Tað vil siga, at einar 30 milljónir krónur verða spardar í olju. Grønari Klaksvík Fyrimunurin við sjóhita er, at hann alla tíðina liggur um fimm-sjey stig. Hetta verður við serligar vesku flutt gjøgnum rørini, sum liggja í jørðini, har hitin er á leið taða sama. Tað vil siga, at hitatapið er so at siga onki. Tá ið veskan so er førd fram til bygnignarnar, so skal elstreymur til at hita tað upp, men tá ið streymurin, sum kemur frá SEV, meira og meira verður framleiddur við vatni og vindi, so er veruliga talan um, at Klaksvík gerst grønari. – Skipanin kostar – alt eftir hvat vit telja við og hvussu langt fram vit hyggja – millum seks og nýggju milljónir krónur, men øll roknistykkir vísa, at hesin peningurin er spardur innaftur eftir minni enn sjey árum, sigur Jógvan Skorheim. Hann sigur, at í veurleikanum er orkan so stór, at hon hevði verið nóg mikið til at hita øll privathús í Klaksvík. Sjóhiti er brúkt ymsastaðni áður og tykist virka væl. Í Havn verður tað brúkt til at hita Boðanesheimið og í nýggja Betesda í Klaksvík verður eisini hitað upp við sjóhita. – Hetta er helt vist eitt stórt fram­ stig fyri kommununa. Bert tað, at vit ikki longur skulu verða knýtt at oljuni, men heldur kunnu gera nyttu av tí tilfeingið, sum liggur uttanfyri hurðina, er fantastiskt, sigur Jógvan Skorheim. Longu í februar fáa teir fyrstu almennu bygningarnir í Klaksvík hita úr sjónum ÁRNI GREGERSEN K laksvíkar kommuna hevði einar 19 milljónir í avlopi í 2014, men ferð er kortini á út­bygg­ ingunum í kommununi. Í løtuni verður arbeitt við at byggja nýggjan skúla, eftir at skúl­arnir á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna eru lagdir saman. – Skúlasamanleggingin er framd, men vit eru enn ikki kom­ in á mál við at gera ein nýggjan skúla. Arbeiðið fyri einar 100 milljónir er í gongd, men tað gong­ur nakað av tíð áðrenn alt er lið­ugt, sigur Jógvan Skorheim, býráðsformaður í Klaksvík. Býráðsformaðurin vísir á, at tá ið skúlabyggingin er liðug, hevur Klaksvík í veruleikanum tveir heilt nýggjar skúlabygningar, sum eru fingnir til vega fyri 160 milljónir krónur. Skúlabyggingin er bert ein part­ ur av teimum stóru íløgunum, sum verða gjørdar í Klaksvík júst nú. Miðbýarætlanin, sum hevur verið ein partur av almenna kjakinum í mong ár, er sett í verk og har verður arbeitt við fullari ferð. Eitt annað, sum tekur rættuliga nógva orku er, at kommunan hevur yvirtikið eldraøkið frá landinum. – Vit hava valt at arbeiða eftir sama leisti, sum landið gjørdi, í ár, men vit arbeiða í nevndum við broyt­ingum, sum ætlanin er at gera kom­andi ár, sigur Jógvan Skor­heim. Hann heldur, at allir pengarnir, sum verða brúktir til eldrarøktina, eiga at brúkast uppaftur betur. – Talan er um einar 60 mill­ jónir krónur, so talan er um ómetaliga nógvar pengar. Okkara mál er at fáa meira burturúr hes­ um pengunum, sigur býráðs­for­ maðurin í Klaksvík. Hann sigur annars, at Klaks­ víkar kommunu fær minni pening til eldrarøktina enn avtalað var upp­runa­liga. Tríggjar milljónir minni verða útgoldnar. – Talan er um ein roknifeil frá fíggjarmálaráðnum. Í løtuni eru kommunurnar í samráðingum við fíggjarmálaráðið um, hvussu hesin trupulleikin skal loysast, sigur Jógvan Skorheim. Ferð á vinnulívinum Klaksvíkar kommuna er væl fyri fíggjarliga í løtuni og fær stórar skatta­inntøkur. Hetta hongur sjálvandi saman við, at ferð er á vinnulívinum í kommununi. Fleiri stórar fyritøkur ganga væl og hava nógv fólk í arbeiði. Ser­liga er tað innan fiskivinnuna, at ferð er á. JFK, Norðborg og línu­ flotin hava hópin av fólki í arbeiði umborð á skip­unum, men eisini skapa hesar vinnur arbeiði til heimafólkið. Nógv arbeiða á Kósini og í Norð­havnini er eisini ofta nógv at gera, serliga tá ið avskipingarnar eru. Men eisini aðrar lokalar fyri­ tøkur klára seg væl í løtuni. Eftir­ spurn­ingurin eftir arbeiðskraft í Norðoyggjum er so stór, at sam­ bært tølunum hjá ALS, so eru færri enn 50 arbeiðsleys í økinum. – Eg haldi vit kunnu siga, at tað gongur við fullari ferð í Klaksvík í løtuni, sigur Jógan Skorheim, borgar­stjóri. Klaksvíkar kommuna hevur gongd í stórum verkætlanum – og inntøkurnar vaksa í kommunukassanum STÓRAR VERKÆTLANIR HJÁ KLAKSVÍKAR KOMMUNU