hósdagur 8. oktober 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
23
Hevur ikki tikið støðu
til politisku framtíðina
ÁRNI GREGERSEN
Býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan
Skorheim, mátti eftir løgtignsvalið
velja um hann varð sitandi sum
brýraáðsformaður – ella hann fór í
Løgtingi.
Hansara val var at verða sitandi
sum býráðsformaður, so varamaður
hansara, Bárður kass Nielsen í
staðin fyri umboðar Nýtt Sjálvstýri
í Løgtinginum saman við Kára P.
Højgaard.
Hendan støðan kann sjálvandi
broytast eftir kommunuvalið, sum
verður í november komandi ár.
– Ja, tað kann hon. Politiskt kann
støðan broytast í býráðnum, men
hon kann eisini broytast í tinginum,
sigur Jógvan Skorheim.
Hann sigur, at hann ikki hevur
tikið støðu til, hvat hann fer at gera,
táið kommunuval hevur verið.
Sjálvandi fer støða hansara at
verða tengd at, hvussu úrslitið av
valinum verður og hvørjir sam
gongumøguleikar verða í býráðnum,
Hann er valdur tingmaður og
kann sjálvandi velja at taka sæti í
tinginum, men helst dregur tað minst
líka nógv um hann fær møguleika at
halda fram sum borgarstjóri.
– Ja, tað eru fleiri møguleikar, men
eg má siga sum er, at eg ikki havi tikið
støðu til framtíðina enn, sigur Jógvan
Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og
formaður í Nýtt Sjálvstýri.
Um eitt gott ár verður aftur til kommunval, men býráðsformaðurin í
Klaksvík hevur ikki tikið støðu til, hvat hann fer at gera
R
Jógvan Skorheim hevur ikki tikið støðu til hvat hannf er at gera, tá ið
kommunuval hevur verið um eitt ár