Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 22 ÁRNI GREGERSEN H elst vóru fleiri bilsin, tá ið boðað var frá í vár, at Sjálvstýrisflokkurin fekk nýggjan formann og at flokkurin skifti navn til Nýtt Sjálvstýri. Jógvan Skorheim tók formans­ sessin á seg, tá ið Kári P. Højgaard vildi sleppa úr sessinum, nú undan seinasta løgtignsvalinum, hann fór at stilla upp til. Frammanundan var Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík. Hann átók sær tó leiklutin sum for­ maður og fór beinanvegin undir at broyta samleikan hjá flokkinum og geva honum nýtt navn. Hetta fór alt fram undan fólka­ tings­valinum 18. juni og undan at kannignarleiðarin Hans Gammeltoft- Hansen kom við sínari niðurstøðu í sambandi við kanningarnar av hand­faringini av málinum um Skála­ fjarðartunnilin. Formaðurin í Sjálvstýris­flokk­ inum, Kári P. Højgaard, var annar av teimum, sum varð kannaður. Sæð við floksins brillum, so kundi tað kanska fáa óhepnar avleiðingar fyri flokkin, fór niðurstøðan hjá kann­ingarstjóranum at geva honum álvars­liga átalu. Broytingarnar í flokkinum gjørdu ikki, at hann fekk framgongd. Á fólka­tingsvalinum var afturgongd í at­kvøðunum og tað sama hendi 1. sep­tember, tá ið løgtingsvalið var. Har hendi kortini tað, at hóast lítla afturgongd í atkvøðutalinum, so fekk flokkurin tvey umboð á ting í mun til eina tinglimin, flokkurin hevði undan valinum. Kári P. Højgaard var afturvaldur á ting og hin tingmaðurin gjørdist nýggi formaðurin, Jógvan Skorheim. Mátti velja Jógvan Skorheim var fyrst valdur fyri flokkin við 389 atkvøðum, meðan tingmaður floksins, Kári P. Højgaard, fekk 352 atkvøður. – Vit gingu eitt sindur aftur í at­ kvøðum, men fingu kortini tveir mans. Hesaferð var hepnið við okkum, men vit hava fleiri ferðir fyrr verið útfyri, at okkum hevur tørvað nakrar fáar atkvøður fyri at fáa tveir mans á ting, sigur Jógvan Skorheim, formaður í flokkinum. Hann kom beinanvegin út fyri at skulu gera tvey val, sum kunnu fáa avgerandi ávirkan á framtíðina hjá flokkinumm, men eisini á hansara persónligu politisku yrkisleið. Nýtt Sjálvstýri var boðið við til sam­ráðingarnar um nýggja sam­ gongu og flokkurin luttók nakrar dag­ar í smráðingunum. Flokkurin kundi semjast við hinar flokkarnar um nógv av málunum, men tá ið tað kom til at broyta viður­ skiftini hjá fiskivinnuni, kundi Jógv­ an Skorheim ikki longur taka undir við smagongutankunum. – Har vóru fleiri ting, sum fóru at hava stóra ávirkan á fiskivinnuna, sum vit kenna hana í dag – og tað fór eisini at fáa stóra ávirkan á vinnulívið í Norðoyggjum. Fleiri ávirkanir, sum eg ikki kann liva við, tá ið eg var valdur á ting at umboða Klaksvík og Norðoyggjar, sigur hann. Jógvan Skorheim vísir á, at til­ feingis­gjaldið kostar Klaksvíkar komm­unu pengar. Hann sigur, at sam­gongan vil taka meira inn í til­ feingisgjaldið, fyri so at lata peng­ arnar útaftur til skattalætta. – Tað fer at kosta okkum pengar í kommununi, so í veruleikanum er talan um eina umvenda útjavning av skattinum, sigur hann. Hann og Nýtt Sjálvstýri valdu at taka seg úr samráðingunum. Spurn­ ingurin um broytingar í hjúna­bands­ lógini var eisini frammi sum ein orsøk, men í dag sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri: – Tí orðingini, sum í dag stendur í samgonguskjalinum, høvdu vit helst kunnað livað við, men við ætlaðu broytingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap, kundu vit ikki siga ja til, sigur hann. Men tað var ikki bert floksins vegna, at hann noyddist at velja í døg­unum í september. Hann var fyrst valdur á ting, men samstundis sat hann sum borgar­ stjóri í Klaksvík. Tí skuldi hann hava loyvi frá komm­ununi í Klaksvík um hann sam­s­tundis skuldi røkja starvið sum tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Hóast tað hevur verið vanligt, at borgarstjórar eisini sita á tingi, so vildi býráðið í Klaksvík ikki, at so skal vera. Tá ið málið var fyri á býráðsfundi, tóku bert tríggir býráðslimir undir við, at Jógvan Skorheim kundi røkja bæði álitisstørvini. – Býráðið setti meg í eina støðu, har eg noyddist at velja millum, um eg skal sita sum borgarstjóri í Klaksvík – ella um eg fór í Løgtingi. Eg valdi at verða sitandi sum býráðsformaður, sigur Jógvan Skorheim. Reglurnar ikki eins Meðan borgarstjórin í Klaksvík noyddist at velja um hann var sitandi sum borgarstjóri ella um hann tók sæti á tingi, so sluppu aðrir borgarstjórar, sum eisini vóru valdir í Løgtingi, undan at velja millum størvini. Teir sita í báðum størvunum. – Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt mál, sum eigur at geva okkum øllum sama møguleika. Tað kann ikki vera rætt demokratiskt, at eitt býráð skal avgera um borgarstjórar skulu kunna sita í báðum størvum. Tað eiga at vera eins reglur fyri øll, heldur Jógvan Skorheim. Hann heldur, at tað kann ikki vera lønin sum ger, at ein borgarstjóri ikki kann røkja tvey størv. – Er tað ein trupulleiki, so má tingið áseta, hvussu nógvar partar av tveimum lønum ein fólkavaldur hægst kann fáa. Eg dugi ikki at siga, hvat tað skal vera, men hetta eigur tingið at taka støðu til, heldur hann. Hann mælir til, at ein nevnd við fakfólki verður sett at gera tilmæli um, hvussu hetta skal skipast. Ein nevnd, sum líkist henni, sum gjørdi tilmæli til, hvat landsstýrisfólk skulu hava í løn. – Gjøgnumskygni og góðar grund­ gevingar er tað sum skal til. Ongin heldur væl, at tað er rætt at fáa fulla løn fyri størv, sum ikki eru full­tíðar­ størv, sigur Jógvan Skorheim. POLITIKKUR VIL JAVNSTILLA BORGARTJÓRAR Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri var valdur á ting, men valdi at sita sum borgarstjóri, tá ið hann noyddist at velja millum at vera tingmaður ella borgarstjóri