hósdagur 8. oktober 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
21
Hasselnøtu-epla drýss
Mær dámar væl suppu, men eg haldi
ofta at tað skjótt kann gerast keði
ligt at eta, ti at tað alt kenst so eins
í munninum. Tí dámar mær væl at
»drýssa« okkurt knasut útyvir mína
suppu. Og hví ikki drýssa tína hassel
nøtusúpan við enn meira hassel
nøtum?
•
500 gr av eplum
•
50 gr av hasselnøtum (td tær frá
hasselnøtusmørinum)
•
50 gr av graskarkjarnum
•
Olivenolju (uml 3 spsk)
•
Salt
Sker eplini í smáar terningar. Hakka
hasselnøtir. Blanda epli, hasselnøtir,
graskarskjarnur, olivenolju og salt
saman á eini bakiplátu við baki
pappíri á. Bakað í ovninum í á leið 15
min við 200 hitastigum. Ella til eplini
eru moyr.
Drýssa útyvir suppuna.
Smør við hasselnøtum
Smør við hasselnøtum og hassel
nøtusmør er ikki tað sama. Absolutt
ikki. Hasselnøtusmør er eitt av mín
um yndistingum í hesi verðini. Ja,
hasselnøtusmør kann heilt víst gera
ein heilt vanligan týsdag til nakað
heilt serligt - men tað vendi eg aftur
til eina aðruferð. Hesuferð verður tað
smør við hasselnøtum. Tað er smør
sum er smakka til við hasselnøtum.
Vanligt smør, við lukti og smakki av
hasselnøtum.
•
50 gr av hasselnøtum
•
100 gr av smøri
Hakka hasselnøtirnar grovt. Rista
tær í eini lítlari grýtu, til tær hava
fingið eitt sindur av litið og tú ordiliga
luktar hasselnøtirnar. Koyr síðani
smørið í. Lat tað koma uppá kók.
Tá ið tað er komi uppá kók koyrir
tú hitan niður og letur tað standa
og smástuttla í á leið 20 min. Síðani
sílar tú hasselnøtirnar frá smørinum.
Lat smørið kólna í kuldaskápinum. Et
uppá breyð afturvið suppuni.
Hasselnøtirnar kunnu brúkast
í hasselnøtu-epladrýssinum til
suppuna.