Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 20 Matgerð EITT HASSEL­ NØTU­- ÆVINTÝR Einaferð langt langt burturi í einum øðrum landi búði ein ung kvinna. Kvinnan var eydnusom tá ið hon slapp at arbeiða við mati, tí tað tað henni dámdi allarbest TJÓÐHILD PATURSSON T að fekk hana at smíla so nógv, at um hon slapp at standa uppi yvir grýt­ unum ein heilan dag, so byrjaðu smáar smílirukkur at vísa seg runt um eyguni – og tað er gott, tí rukkur fáa vit øll; og vakrast eru tær rukkurnar ið smíla. Ein av hesum døgunum, tá ið unga kvinnan stóð í køkinum og hugn­aði sær, rendi hon seg í ein trupulleika – hon átti onga mjólk og ongan róma at tynna eplasúpanina við. Tá var tað at hon fekk eitt av hasum hugskotunum sum fekk smíli­eygna­rukkurnar at strekkja seg heilt aftur ímóti oyrunum – hon átti hasselnøtumjólk í kuldaskápinum. Hasselnøtu-eplasúpan, sjálvsagt! Hasselnøtusúpan – hon kundi ikki vera hin fyrsta ið hevði hugs­að hetta. Hon leitaði í gomlu arkiv­ un­um, spurdi vinir og keningar og at enda leitaði hon eisini á google. Tað vísti eg at hasselnøtusúpan var yndisrætturin hjá Vársalat (før­ oyska umsetingin av navninum á prin­sessuni Rapunzel, hon við langa hárinum); unga kvinnan átti sjálv eina lítla gentu við longum ljósum hári – mundi henni ikki eisini fara at dáma hasselnøtusúpan? Soleiðis var byrjanin til hassilnøtuævintýrið hjá ungu kvinnuni og dóttur hennara, hendan vanliga týsdagin. Tað heldur fram soleiðis… Hasselnøtu-eplasúpan – til á leið 5 fólk (sum høvuðs­rætt) • 500 gr av eplum • 250 gr av blomkáli • 1 leyk (uml 100 gram) • 50 gr av hasselnøtum • 1 hvítleyksfet • salt Rista hasselnøtirnar í ovninum (uml 10 min á 200 hitastigum, men fylg við so at tær ikki brennast). Bakað síðani epli, blomkál og leyk í ovninum í á leið 30-45 min, ella til eplini eru heilt liðugt bakað. Rulla ristaðu hassel­ nøtirnar millum hendurnar fyri at fáa eittsindru av skalinum av. Blenda síðani hasselnøtirnar saman við 5 dl av vatni í einum sterkum blendara. Blenda leingi, heilt til eingir bitar av hasselnøtum eru eftir. Hevur tú ikki ein sterkan blendara, ella um tú brúkar stavmiksara, set so hassel­nøtirnar á blot í vatninum í eina løtu áðrenn tú blendar. Flys bakaðu eplini og leykin, og koyr tað í blendaran saman við blomkálinum og einum hvítleyksfeti. Blenda heilt mjúkt. Koyr meira vatn í, soleiðis at suppan gerst passaliga tunn (á leið 5 dl). Smakka til við salti. Fyri at gera hasselnøtu-ævintýrið fullkomið, et so suppuna við hassel­ nøtu-epladrýssi og breyði við smøri við hasselnøtum.