Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. oktober 2015 sosialurin 116 19 Danski pianisturin Jesper René framførir verk eftir Carl Nielsen Verk eftir Carl Nielsen í Norðurlandahúsinum leygardagin 10. oktober kl. 16.00 í Klingruni. Danski pianisturin Jesper René framførir verk eftir Carl Nielsen. Í ár eru 150 ár, síðan Carl Nielsen varð føddur. Verkini, sum verða framførd í Klingruni til hesa konsertini eru tó ikki meir enn 100 ár, av tí at tey hoyra til síðsti verkini, sum Nielsen skrivaði og hoyra tískil eisini til ta meira eksperimeterandi og leitandi perioduna í tónlistarliga lívi hansara. »Hitt George Clooney kaffi'ið« klumman Barbara Holm Føroyar eru kul »Eftirhondini er tað einki at heinta í Danmark, sum man ikki fær í Føroyum«, segði ein vin­kona mín herfyri, tá ið hon spurdi obliga­ toriska spurningin áðrenn svipptúrin til Keyp­manna­havnar: »Skal eg keypa okkurt fyri teg?« Hon steðgaði sær sjálvari í leitanini eftir svar­inum, tí hvat skuldi tað verið? Fyrr var tað so (ja, fyrr, nær er tað akkurát tað var?), at tað var alt møguligt ein kundi keypa við heim til síni kæru, tá túrurin gekk til Danmarkar. Smyrsl, luksusvørur av ymsum slag, bílig klæði í H&M, ja, alt møguligt. Er tað soleiðis í dag? Og nær broyttist tað akkurát? Ja, um eg hugsi meg ordiliga væl um, so eru vørur í Danmark, sum eg ikki fái í Føroyum. Til dømis vørur frá Mac, burgarar frá McDonalds, hitt George Clooney kaffi'ið, sigarir (løgið tað ikki finst í Føroyum), H&M klæði og kanska okkurt aftrat, sum eg ikki sakni nóg nógv til at minnast. Men tíbetur er støðan tann, at føroyski handils­marknaðurin er broyttir nakað síðani eg flutti til Danmarkar fyri skjótt fimm árum síðani. Nú eru ymiskir niche handlar kring landið, klædnahandlarnir eru meira fjølbroyttir og er tað okkurt tú ikki fært, so kanst tú bara keypa tað á netinum og fáa tað sent heim á klettarnar. Tær nýtist ikki í sama mun at krevja tænastur frá tínum kæru, sum ferðast hendan ella handan vegin. Mín størsta fragd í at flyta heim aftur til móðurlandið er at varnast tað menning, sum samfelagið hevur verið ígjøgnum seinastu árini. Altso tað er deiligt at varnast framstig innan ymisk øki. Vónandi verður handilslívið enn ríkari og vónandi verður tað lættari (LES: bíligari), at keypa vørur á netinum. Veit summi halda, at tað ikki ber til at fáa bæði. Men kanska onkur snild millumloysn kann finnast, sum gevur nútímans føroyska borgaranum betri møguleika at útforska nichevørur av ymsum slag. Kanska onkur gløggur vinnulívspersónur fer at keypa sigarir, George Clooney kaffi og H&M heim til Føroya. Um ikki, so kunnu vit bara framhaldandi bíleggja tað av netinum. McDonalds verður tó ringt at frakta heim umvegis Posta. Og um eg skuldi valt eitt ting, sum eg sakni mest nú handilslívið í Keypmannahavn ikki longur er við mínar føtur, so er tað altso ein cheeseburgara menu frá McD (Hinthint SMS). Barnadansur Barnadansur í Norður­landa­ húsinum fríggjadagin kl. 20.00. Havnar Dansifelag og Norðurlandahúsið skipa fyri barnadansi, ið er eitt aftur­ vendandi tiltak, har børn saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans. Hiphop dansur Hiphop-dansur í Yndi Fitness leygardagin frá 14.00 - 15.00 fyri allar aldursbólkar og roynd sum óroynd. Tað er dans­arin Diana Hansen, sum skipar fyri. Diana er útbúgvin hiphop-dansari frá Flowdance Flow Dance- Academy og Hotstepper Dance Education – báðum teimum før­andi dansi­skúl­ unum inn­an hiphop/street- dans í Danmark. Tann føroyski Bob Dylan Ein av okkara allarbestu sangskrivarum Martin Joensen fer hóskvøldið í Reinsaríið, brynjaður við gittara, síni stóru lagaskjáttu og frásagnum. Onkur hevur rópt hann tann føroyska Bob Dylan, og tað er kanska ikki heilt burturvið, Martin Joensen eigur nøkur av bestu føroysku løgunum og hevur skrivað sín stóra part av Grønu Sangbók. Martin Joensen hevur tak á ungum sum gomlum og er altíð ein stór tónleikauppliving. Løgini Morgun og Ró, eru so yndislig, sum til ber, meðan løg sum Pengar, Svarti Ravnur, Tað kundi verið so gott og Í tínum eygum somuleiðis eru fantastisk, vit kundu nevnt so nógv løg, tí sangskatturin er bæði stórur og góður. Hóskvøldið klokkan 22.00.