Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 30 Óli hjá Meinhard á Gulldrangi hevur sløkt seinasta ballið Andlátini í útvarpinum fara vanliga framvið, um eg ikki kenni, ella um aldurin er í lagi. Og við hvørt hvøkki eg við. Tað er tá ið ung fólk fara ella tá ið mínir vinir og kenningar fara stóru ferðina út, har vit ikki vita, har vit vóna og har ongin er vendur aftur, fyri at siga frá. Og hjartað hvepti seg, tá ið eg hoyrdi Óla Ansvein Jacobsen nevndan í andlátunum í vikuni. Navn­ ið Ansvein lá goymt onkunstaðni í minninum og tá íð eg hoyrdi navnið, visti eg beinanvegin, at nú var Óli hjá Meinhard á Gulldrangi farin. Soleiðis var hann nevndur millum okkum, tá ið hann búði í Fuglafirði og soleiðis hugsaði eg hann, tá íð vit gjørdust grannar fyri 15 árum síðani í Ovarugøtu í býlinginum Inni á Gøtu í Hoyvík, har tað frægasta fólkið í høvuðsstaðnum býr. Tað er stutt siðan eg snakkaði við hann. Tað er stutt síðan eg sá hendan klænvaksna mannin í svørtu ulpununi koma gangandi gjøgnum Ovarug­øtu við sigarett í klovanum og væl bjálvaður, tí onki hold var eftir at hita hann longur. Óli hoyrdi heima í Ovarugøtu og hann snakkaði við øll. Honum dámdi at práta og hann fylgdi væl við hvat gekk fyri seg í samfelagnum. Og skemti­ligur var hann eisini og vit báðir høvdu eina rúgvu av fólki, ser­ liga í Eysturoynni, sum vit kendu í felagi. Ovaragøta og allur býlingurin var vorðið eitt friðskjól fyri Óla, tí hann hevur verið illa happaður í Fuglafirði og tað prátaði hann ofta um. Før­oy­ ar eru eitt happarasamfelag, Fugla­ fjørður er ikki nakað serdømi og tað er skrivað doktararitgerð um evnið haldi eg, ella er hon ávegis. Tað er í hvussu er granskað í evninum. Eg hoyri sjálvur vónandi til tað seinasta happaraættarliðið, vit argaðu fólk, sum vóru eitt sindur annarleiðis, nú roðar fyri framman og skúlarnir gera eitt megnar arbeiði at fáa potað inn í børn, hvussu skaðilig happing er. Ein nýggj tilvitska sprettir fram millum fólk, og happarar fáa tað ikki lætt í framtíðini. Tað syrgja okkara eftirkomarar fyri. Óli var fyri stuttum í Fuglafirði, ikki bara ein svipp, men eitt heilt viku­skifti og kom ikki heim aftur fyrr enn mánadag. Hann kom glaður og fortaldi mær hetta. Hann hevði hitt eina rúgvu av fólki og snakkað við øll. Hann var upplívgaður. Í bak­ speglinum var hann í Fuglafirði og segði farvæl kanska uttan at vita tað. Tann, sum vit sum ungir kendu sum Bernhard Gøtuskeggi, hevur tað við at skifta navn. Tað heldur hann vera stuttligt ella meiningsfult. Herfyri hevði hann tikið sær sær millum navnið sum navn og kallaðist nú Niclas Tausen. Eg møti Óla og spyrji hann: »Óli, kennir tú nakran í Fugla­firði, sum eitur Niclas Tausen?« Long tøgn. Eg síggi hvussu hann spekulerar. Húðin, sum er yvirtrekt pannuna rukkast og spennist og tað er eins og man sær, hvussu verður leitað í skuffunum innan fyri. »Nahai, tað er ongin í Fuglafirði, sum eitur Niclas Tausen,« kemur tað stutt frá honum. Eg forklári honum samanhangin, at tað er Bernhard, sum hevur skifti navn. Og aftur ein drúgv tøgn, og so sigur hann: »Hann má vera pillbýttur!« Hví, spyrji eg? »Soleiðis at skifta navn. Um eg knappliga fór at kallað meg Ansvein, hevði ongin kent meg.«, sigur Óli. Óli var eitt klassadømi um hvussu bundin tú kann gerast av nikotini og vana. Hóast lunguni nú til seinast einans vóru ein hvørvisjón av hvat tey upprunaliga vóru og hann var í støguðum ilt troti, so orkaði hann ikki at standa móti , líka mikið hvussu systurdótturin stríddist at fáa hann at leggja av. Kom hann yvir móti okkum, stóð guvan úr honum og eg haldi, at hann nú til seinast hevði uppgivið heilt at leggja av. Hann hevði roynt, tað hann var mentur og tað var ikki eydnast. Eg ætli mær at fara at fylgja í morgin og eg fari at sakna Óla. Eg fari at sakna hansara fryntliga andlit og hvussu hann dugdi at knýta vinarløg. Plagdi mangan at eygleiða hann í SMS, har hann prátaði við vinir. Hann var ikki einsamallur. Og tað verður ikki bara eg sum sakni Óla. Har vera mong og ikki minst heima hjá systurdóttrini og Agnar. Har verður tomligt nú. Og eg havi havt samkenslu við Óla, nú Max legði labbarnar saman. Hesin øgiligi. einoygdi hundurin, sum stavaði heilt aftur frá kinverska keisarahovinum og sum Óli trúliga fylgdi, frá tí hann var hvølpur og heilt fram til at hann nú sløknaði, útslitin. Tað er sorg at missa hund, okkara Siv og Max vóru næstan javngomul og fóru næstan um somu tíð. Óli er farin, og ikki heilt. Vit minn­ ast hann og smílið kemur fram, nú beint áðrenn punktummið verður sett. Jústinus Leivsson Eidesgaard NØVN 15. sept fingu Joana og Hanus Jóanesarson eina dóttur. Hon vigaði 3800 g og var 51 cm long. Tey búgva í Brasil. Tann 26. september bleiv eg stolt stórasystur at hesi fittu pinkulítlu diddu. Hon vigaði bert 2195 gr og var 46 cm long. Mamma og babba, Eyð-Britt Tjaldrastein & Sigmund Johanneson, siga, at tær bestu gávurnar koma í lítlum pakkum. Eg var ein akkurát líka lítil pakki, tá eg kom í verðina. 4. september fingu Katrin Petersen og Jóhan Magnus Johannessen, Oyrarbakki, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði og 3990 gr. 2. oktober fingu Monika Karstinsdóttir, Kvívík, og Torstein P. Bratta­ berg, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3380 gr. 05. oktober fingu Tummas og Annika Sólsker Olsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3330 gr. Føðingar Tøkk Øllum, sum á ymsan hátt, heilsaðu mær á 90 ára degnum, takki eg hjartaliga. Blíðar heilsanir Poul Danielsen Gullbrúdleyp Fríggjadagin 9. oktober hava Mortan og Aleth Blaasvær verið gift í 50 ár. Brúdleyp Leygardagin 10. oktober giftast Sunnrid Eyðunsdóttir og Halldórur Joensen, Norðskála. Vígslan verð­ur í Hvalvíkar kirkju kl.15.00. Veitsl­an verður fyri innbodnum á Gjáar­ garði og dagin eftir fer brúðarparið víðari við Atlantic.