hósdagur 8. oktober 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
31
Karlamagnus látin
Nú deyðsboðini um Kalla komu um
máltráðin, frá formanninum í Víkingi,
rann alt fyri eitt fram fyri meg
fotomyndin av teimum báðum Kalla
og Hallgrími - tikin í Bygdarhúsinum
í Leirvík hin 27. februar 2008. Tá
búmerkið varð avdúkað. Har
akslaðu teir síni skinn, tveir eldri
royndir harrar, útgjørdir við óvanliga
mergjaðum pondus, báðir tveir, og
sum høvdu hvør sína ítróttarligu slóð
aftan fyri seg, nú tveir heilt avgerandi
nestorar í ávikavíst LÍF og GÍ. Teir
blásiglaðu á pallinum hesa løtuna, at
hesi bæði grannafeløgini, sum høvdu
ligið í kapping í áratíggju, frameftir
skuldu stríðast saman á vølli í einum
og sama felag – Víkingi. Í einum av
sangum felagsins kom ørindið um
hesa løtuna eisini at ljóða soleiðis:
Bræðing kom á pannu, lógvar
saman taka tveir,
á evsta sáttarfundi kempur hamin
tveita fleir.
Hallgrímur og Kalli á parnassos
skekla fast,
tað djarva felagsstev, sum nú úr
øllum heimi sæst.
Tað er ikki hvørsmansføri, at fáa
tað væl í lag, at leggja tveir kappingar
kulturar saman í eina eind. Samleikin
var so ymiskur báðumegin fjallið.
Kortini vistu fyriskipararnir, at evsti
knasturin, sum mátti loysast, skuldi
nýggja felagnum verða lív lagað,
var at teir báðir Kalli og Hallgrímur,
báðir fyrrverandi formenn og nú
núverandi entusiastar um ein háls, í
hvør sínum felagsskapi, onkursvegna
í felag, sameindir, í almenna rúmin
um, góvu sína tilsøgn og sítt bláa
stempul til nýggju samtøkuna. Sam
bært fotomyndini eydnaðist hetta til
fulnar.
Ivaleyst hava teir verið ivasamir
báðir tveir, men Jógvan Júst sigur,
at pápin, hóast ivasemi, ongantíð
mótmælti av álvara. Kanska sá hann
fyri sær, at skuldi økið framhaldandi
liggja í broddi fylkingar á ítróttarliga
bógnum, í øllum landinum, so máttu
ræsurnar rúmkast, og tað kann
hava vigað rætta vegin, at hann
genetiskt hevði annað beinið gøtu
megin fjallið. Karlamagnus var
hálvur syðrugøtumaður. Omma
mín Suffía Gregersen og hann vóru
trímenningar. Tað ber við sær, at
vit báðir Kalli eru slektaðir úr Úti
Guttastovu, brøðurnir Ólavur í Úti
Guttastovu og Petur Jacob í Úti
Guttastovu vóru ávikavíst oldurabbi
mín og abbi Karlamagnus. Eitt sindur
tíðarforskotið eru mamma og børnini
hjá Kalla harvið fermenningar.
Kalli var nógv í Gøtu sum barn
og tannáringur, m.a. átti hann eina
systur gifta á Niðri, tí er hann í hug
anum ikki farin so langt um mark,
sum fleiri aðrir hildu seg fara, tá
feløgini vóru løgd saman. Samleika
skiftið gjørdist ikki so ørandi fyri
hann, hóast hann var leirvíkingur
um ein háls.
Nú er æviskeiðið runnið hjá
Kalla, og sum tað stendur skrivað
í Sálmunum: »Sjúti ár er æviskeið
várt, og um mikil er megin áttati ár,
og teirra dýrd er bert sút og møði, tí
tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.«
Ein kempa rakk aldrinum hjá eini
kempu. Lítið er fráliðið síðani kona
hansara Elkin varð borin út úr
Leirvíkar kirkju, og tann dagin tóktist
hin gamla kempan Kalli veingja
skotin, tað sást og kendist, at hann
var meiddur í sálini av hesum, hann
hevði mist tað dýrabarasta hann
átti. At boðini kortini komu so skjótt
eftir honum, høvdu vit kanska ikki
væntað.
Kalli var ein teirra sum vildi vera
í fremstu røð, áhaldandi, og hann
gjørdi stóran mun í samfelagnum.
Tað var ikki eginvinningur sum dreiv
hann, felagsgagnið var høvuðsmálið.
Kenni hetta aftur frá skyldkonu
hansara ommu míni, tað ráddi um
at fáa lokalsamfelagið at fungera.
At vera uppi í øllum at kalla. At
brúka evnini Skaparin hevði lagt í
hvønn einstakan til at lynna undir
áhaldandi menning fyri verandi og
komandi ættarlið. Soleiðis gjørdist
Karlamagnus ein virðismettur
generalur í lokalsamfelagnum og í
øðrum høpum.
Tíðliga fór hann at rógva út og
var til skips eisini. Seinri arbeiddi
hann í rúma tíð í Føroyingahavnini,
táið virksemi á Nordafar var uppá
tað mesta. Tá vesturheimurin fór
at reiðrast á Streymoyarfjøllum, á
Sornfelli, og gigantisku kuplarnir
vóru settir upp, sum skuldu halda
skil á ferðsluni undir kalda krígnum,
var Kalli saman við mongum øðrum
føroyingum við í leikinum. Tíðin á
Skála Skipasmiðju er helst tað tíðar
málið á yrkisleiðini, sum kemur okk
um til hugs, tá vit minnast Kalla.
Skála var tá fremsta ídnaðarbygd í
landinum, ein bráðpanna hjá ung
um monnum, sum ætlaðu at gerast
handverkarar av ymsum slagi og
seinri maskinmeistarar o.a. Kalli
byrjaði sum arbeiðsmaður á Skála,
men rættiliga tilkomin tók hann ta
skilagóðu avgerð, at fara í læru sum
skipsbyggjari. Hetta var tíðin, tá ein
nýbygningur fyri og annar eftir fór
úr barkastokki í Byggihøllini, og hann
gjørdist formaður. Minnist serliga
væl røðurnar í 70-ára føðingardegi
hansara, hjá fleiri teirra, sum vóru
lærlingar á Skála um hesa tíðina,
teir vóru sera takksamir fyri
leiklutin Kalli hevði havt í teirra
lívi. Hann var tað eldri, at hann
onkursvegna kendist sum ein pápi
teirra á hesum mótinum, og helst
hevur hann lynt undir í fleiri førum
soleiðis, at teir fingu lærupláss á
skipasmiðjuni. Nógvir av hesum
ungu monnunum gjørdust seinri
bulurin í heimliga flotanum og í
vinnu á heimshøvunum.
Seinri fór hann í lag við Finn í
Puntabyrgi at smíða hús og bygn
ingar, men eitt strik um seksti ára
aldur avmarkaði hann somikið, at
hann setti ferðina nakað niður, og fór
í vinnu hjá sær sjálvum og synunum
í heimbygdini.
Tað var ikki nógmikið fyri hin
virkishugaða Kalla at fara til og
frá arbeiði hvønn dag. Hann var
eisini drúgvur felagsmaður. Limur
í ymiskum ráðum, og hann fekk
stóran leiklut í ítróttarfelagnum
LÍF. Hann stríddist nógv fyri at fáa
fótbóltsvøllin til høldar í Leirvík.
Tað rann væl saman ímillum teir
báðar LÍF-formannin Karlamagnus
og Brynjolv Jacobsen, sum tá var
bygdaráðsformaður, hetta var um
tað mundið, táið leirvíkingar fingu
ta góðu havnina, og átakið við vøll
inum legði lunnar undir eina øgiliga
menning hjá ungdómunum, sum
sæst aftur í sameinda felagnum
Víkingi ídag.
Karlamagnus var tjóðskapar
maður um ein háls. Hann var ein av
hesum gomlu súlunum, sum ong
antíð ivaðist, tíansheldur snávaði, í
sínum politiska samleika. Hann var
limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag
frá byrjan, onkuntíð nevndarlimur,
og tað er ongin loyna, at hann og ein
onnur kempa og idealistur av rang,
Petur Reinert, funnu væl saman í
hugsan. Tað sást aftur í atkvøðu
tølunum hjá Peturi í Leirvík. Veit frá
Eiðislæknanum og politikaranum,
sála, at hann tíðum ringdi Kalla upp
fyri at fáa góð ráð frá honum, táið
politiskar avgerðir skuldu takast, og
hann segði einaferð við meg, at tá eg
hevði arvað politisku stafettina frá
honum, at tað fór at roynast mær
væl, helt eg Kalla nær undir liðini.
Tey ráðini lat eg ikki fara framvið,
og hetta munaði mangan væl. Karla
magnus var ein stásmaður, sum vildi,
at føroyingar tóku ræði á sær sjálvum
í øllum lutum.
Nú er hann farin í annað ljós. Fyri
eftirkomararnar og okkum øll eigur
hann hann nú at vera vitin, sum ber
boðini um, at felagsstarv og átøk til
menningar er øllum til frama. Tíbetur
sá hann fruktirnar av, at teir báðir
Hallgrím í skilvísi boygdu seg rætta
vegin, og tóku í hondina á hvørjum
øðrum í 2008. Væl hevur hann sett
við eisini, nú slektin niður ígjøgnum
ættarliðini dugnar felagsskapinum so
væl í organisatión og á vølli.
Mátti Hann ið øllum valdar tikið
sær væl av heiðurs- og framburðs
manninum Karlamagnusi Olsen.
tórbjørn jacobsen
30 ára føðingardagur
Sunnudagin 4. oktobur fylti Magn
us Vatnhamar Olsen 30 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 10. oktob
er kl. 19.00 í bovlinghøllini í Leirvík.
Øll er hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin 23. oktober verður
Josvein Hovgaard í Porkeri 75 ár.
Dagurin verður hildin í Húsinum
við Á frá kl. 16. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 12 okt fyllur Petrina
Hansen 90 ár. Dagurin verður
hildin í Skálanum mánadagin 12 okt
90 ára føðingardagur
Mánadagin 12. okt fyllir Petrina
Hansen 90 ár. Dagurðin verður
hildin í Skálanum mánadagin 12
okt frá kl: 18.00 Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ára føðingardagur
Hósdagin
8.
oktober
fyllir
Anna Jakobsen, Klaksvík 70 ár.
Dagurin verður hildin á Solo de
Gloria, leygardagin 10 oktober
frá klokkan 18. Øll eru væl
komin.
80 ára føðingardagur
13. oktober verður Jonna Johansen
Vestmanna 80 ár. Dagurin verður
hildin á Hornavegi 11 uppi í Miðals
brekku í Vestmanna. Opið hús verð
ur frá kl. 18.00 har øll eru hjartaliga
vælkomin til náttura.