hósdagur 8. oktober 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
32
KJAK
Helena Dam á Neystabø
forkvinna í Mentamálanevnd
Tórshavnar Býráðs
Um ein musikkskúli
skal
bygg jast
í
Havn í nærmastu
framtíð, so skal
hann byggjast har,
sum hann sambært
býráðssamtyktini er staðsettur og
fyrireikaður, og tað er við Landavegin.
Í summar steðgaði verkætlanin
upp eina løtu, vegna tess, at ynski varð
sett fram um at kanna møguleikan
at leggja musikkskúlan á Skálatrøð,
nú ið Tjóðpallurin varð endaliga
staðsettur at vera á Skálatrøð – og
at samstarvið millum Tjóðpall og
Musikkskúla kundi hugsast at fara
at virka væl.
Nú ber tó til at staðfesta, at tað er
ikki meiriluti í býráðssamgonguni
fyri at flyta musikkskúlan oman á
Skálatrøð, og tí skulu vit sjálvandi
halda fast við gjørdar býráðssamtykir,
og at fáa bjóðað verkætlanina
út sum skjótast. Sjálv havi eg
alla tíðina sagt, at staðsetingina í
skúlaumhvørvinum við Landavegin
er góð, fyri musikkskúlan og fyri
skúlaumhvørvið. At flyta verkætl
anina nú verður eisini munandi
dýrari.
Játtan er sett av til endamálið. Og
nú verður farið til verka at byggja
nýggjan musikkskúla við Landavegin
í Havn, soleiðis sum Býráðið hevur
samtykt.
Musikkskúlin
verður við
Landavegin
Skansin bjargaður
Ung í Føroyum 2015
– har alt kann henda!
Mikukvøldið tann 14. oktober kl. 18
verður forvitnislig og óvanlig sýning
í Norðurlandahúsinum.
Í skrivandi stund kunnu vit onki
siga um, hvat verður at síggja á
sýningini, tí ongin, hvørki luttakarar
ella fyrireikarar vita tað enn. Tað
kvøldið fara allir luttakararnir í ung
dómslistastevnuni Ung í Føroyum
2015 á pall við eini sýning, sum ongin
inntil morgunin fyri sýningina, veit
hvat fer at innihalda.
Alt kann henda
Felagssýningin á Ungum í Føroyum
er ein heilt serstøk sýning. Tá
stevnan byrjar mánamorgunin 12.
oktober er onki fyrireikað, skapt ella
bara umhugsa.
Tá listaverksmiðjurnar fara í
gongd, er tað heldur ikki beinleiðis
við tí fyri eyga, at alt sum verður
skapt har, skal vera ein heild, sum
kann fara á pallin. Í staðin fara tey
ungu og verksmiðjuleiðararnir at
arbeiða við tí, sum tey ungu hava
áhuga fyri, ið so síggja tey, hvat
hendir. Verksmiðjuleiðararnir eru
eins nógv vegleiðarar sum lærarar
og skulu beina skapanarevnini hjá
teimum ungu, so eitt úrslit kann
koma burturúr.
Sýningarframleiðarin Vígdis
Hentze fer at ganga millum verks
miðjurnar og seta fram ynski
um, hvat hon kundi hugsa sær at
havt við í sýningini, av tí tey ungu
skapa har. Tað er lagt upp til, at
verksmiðjurnar samstarva, so tað
er ikki til at siga, um tónleikurin
fer at spæla undir hjá sjónleikinum
ella um sjónleikurin skal ímynda
myndlistina ella um myndlistin skal
koreografera dansin ella dansurin
skal bera fram bókmentirnar. Alt
kann henda, tað er upp til tey umleið
sjeyti fólkini, sum fara at samstarva
hesar tríggjar dagarnar.
Listaverksmiðjur
Ung í Føroyum er bygt upp kring
listaverksmiðjur leiddar av yrkislista
fólkum. Hesaferð hevur dentur verið
lagdur á at finna listafólk sum eru
úr ymsum Norðurlondum eins og
bæði her búgvandi føroysk listafólk
og útisetar.
Mariann Hansen og Heiki Eero
Riipinen, ið er finni búsitandi í
Noregi, eru bæði nýútbúnir sjón
leikarar. Tey fara at samstarva í
Sjónleikaverksmiðjuni.
Tónleikarin Jens L. Thomsen,
sum vit kenna úr m.a. Orka, fer at
leiða Tónleikaverksmiðjuna.
Eiríkur Örn Norðdahl er viður
kendur skaldsøguhøvundur, ið
eisini arbeiðir við slóðbrótandi
ljóðyrking. Hann fer at leiða Skrivi
verksmiðjuna.
Dansiverksmiðjuna leiðir norski
dansarin Signhild Meen Wærsted.
Afturat at vera dansari, er hon eisini
koreografur og framleiðir fram
førslur, ið spenna frá barnasjónleiki
og samtíðardansi til live-art og
instalatiónir.
Sámal Blak, sum nú ger pallir
til stórar operur kring heimin, var
í sínari tíð sjálvur luttakari á Ung
í Føroyum. Í ár fer hann at leiða
Myndlistaverksmiðjuna.
Sniðgevaverksmiðjan við undir
heitinum Búnar, fer Anna Kristin
Bæk at taka sær av. Vit hava m.a.
sæð hennara spennandi búnar
í leikinum Harlekin og í vælum
tóktu sangleikunum hjá Student
askúlanum.
Stuðlar
Tað er Norðurlandahúsið, sum skipar
fyri ungdómslistastevnuni, men í ár
hava tey fingið góðan stuðul kring
alt landið. Vinnan hevur stuðlað
væl, fimm vinnustuðlar eru, harav
Hiddenfjord hevur teknað seg sum
Gullstuðul. Sjey av kommununum
hava eisini játtað at stuðla sínum
ungu at fara á stevnuna.
Stuðulin kemur væl við, tí tað
er kostnaðarmikið at geva teimum
ungu bestu umstøðurnar í land
inum at skapa í í tríggjar heilar dag
ar. Stevnan er skipað sum lega, so
hvør vakandi tími fer til skapandi
virksemi.
Longu nú ber til at ogna sær
atgongumerki til sermerktu sýn
ingina mikukvøldið 14. oktober. Har
verður bert tann eina sýningin! Fá
meira at vita á www.ung.i.foroyum.
org og keyp atgongumerki á www.
nlh.foqwww
Jógvan Arge
varaborgarstjóri í Havn
Hatta mátti koma.
Býráðssamgongan
í Havn hevur tikið
í egnan barm og
sleppur nú sínum
ætlanum at byggja
nýtt havnarlag upp
fyri fornminnið Skansan.
Hetta eru fagnaðartíðindi fyri
øll tey mongu, sum áhaldandi hava
víst meirilutanum á, at hetta bar
ikki til. Hetta var at gera seg inn á
týðandi umhvørvi og eyðkenni fyri
Tórshavnar bý.
Her var eisini ætlanin at taka
so stórum til fíggjarliga, at tað er
ein spurningur, um Tórshavnar
kommuna hevði komið burtur úr tí
við skinninum á nøsini.
Fráboðanin frá býráðsmeiri
lutanum kann eisini lesast sum,
at hann ásannar at hava spent
íløgubogan so høgt, at fleiri aðrar
neyðugar íløgur í kommununi vóru
komnar í vanda.
Tjóðveldi í minniluta hevur víst
á hetta, síðani bygguskráin fyri
havnarútbyggingina kom und
an kavi. Vit hava eisini víst á, at
alternativir møguleikar fyri góðs
havn aðrastaðni í kommununi áttu
at verið kannaðir samstundis, sum
ein skynsom útbygging varð framd
av Skansabryggjuni, ið ongantíð
varð gjørd liðug.
Nú vita vit ikki akkurát, hvat býr
í nýggju ætlanunum hjá býráðs
meirilutanum, men vit eru til reiðar
at luttaka í viðgerðini av hesum
máli til frama fyri eitt úrslit, sum
tænir bæði umhvørvi, borgarum og
vinnulívi.
Tvingsilssøla
yvir fesTibræv
Mikudagin tann 4.
november 2015, kl.
13:45 verður á Dómara
skrivstovuni, rættarsali
VI, C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn hildin
tvingsilssøla yvir
festibræv til matr. nr.
50a, Øravík.
Festi er innangarðs
matr. nr. 50a, Øravík
sambært tingbókini
ikki víddarroknað
umframt uttangarðs 3
merkur í “Uppi í Haga”
matr. nr. 96, Øravík
sambært tingbókini
víddarroknað til
2864371 m2.
Tvingsilssølan er
umbiðin av Inga
Højgaard, adv., Yviri
við Strond 4, 100
Tórshavn, tlf. 203040,
www.lawfirm.fo (sak
nr. 5850902), sum kann
geva nærri upplýsingar
um festibrævið.
Áhugað kunnu eisini
síggja søluuppstilling
og onnur skjøl
í sambandi við
tvingsilssøluna við
at venda sær til
Dómaraskrivstovuna
tlf. 311003 (sak nr. AS
211/2015).
FØroYA FúTAræTTUr,
TAnn 6. okTober 2015
eblaðið
sos.fo