Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 34 Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Ognir til sølu Ognin: Rókavegur 15, 656 Saltnes – Døgnstovnurin ,,Reiðrið” – matr. nr. 122, Toftir. Vídd á grundøki: umleið 850 m². Hæddir: Tvær. Gólvvídd: 258m² Byggiár: 1984. Innrætting: Ovara hædd: Inngongd við rúmligari gongd, køkur, spísistova, stova, kamar og baðiverilsi við baðikari. Kjallari: Fýrrúm, vaski- /reiðskapsrúm, skrivstova, baðiverilsi, 3 kømur og gongd. Frá gongdini í kjallaranum er ein lyfta uppá til ovaru hæddina. Ognin er innrættað við atliti til fólk við serligum tørvi. Millum annað er ein lyfta millum báðar hæddirnar, sum tó er í ólagi. Søluprísur í minsta lagi kr.: 900.000,00. Ognin liggur væl fyri við frálíkum útsýni inn eftir Skálafjørðinum og inn á havnarøki í Runavík. Komandi tunnilin til Eysturoynna kemur upp beint niðanfyri ognina. Ognin: Undir Fobbakletti 14, 360 Sandavágur – Døgnstovnurin ,, Fobbaklettur” – matr. nr. 225e, Sandavágur. Vídd á grundøki: 695 m². Gólvvídd: Umleið 320 m². Hæddir: Tríggjar. Byggiár: 1978. Innrætting: Miðhædd: Inngongd, køkur, stova, útgongd frá stovuni suðureftir. Frá gongini er eitt rúm og víðari haðani til spísikamar/hjall. Frá gongini er aftur ein eind fyri seg við gongd, wc, rúm við egnari inngongd, fýrrúm- / vaskirúm og eitt annað rúm. Frá fýrrúminum/vaskirúminum er egin inngongd sunnanífrá. Kjallari: Trappa niður frá miðhæddini, gongd, trý kømur umframt eitt lítið rúm/klædnarúm, reiðskapsrúm og baðiverilsi við brúsu. Loft: Trappa uppá frá miðhæddini. Gongd, tvey kømur, stórt baðiverilsi við brúsu. Garaga, sum er sera vát. Søluprísur í minsta lagi kr.: 1.000.000,00 Ognirnar treingja til ábøtur. Støðufrágreiðing/húsaskoðanir eru gjørdar av báðum ognunum, sum kunnu síggjast á heimasíðunum www.jura.fo og www.ogn.fo. Keypari av ognunum fær tilboð um at tekna eina ognarskiftistrygging. Viðvíkjandi tryggingartreytunum verður víst til tey føroysku tryggingarfeløgini. Bjóðandi kunnu rokna við, at ognirnar verða standandi á sølulista í umleið 3 mánaðir áðrenn selt verður, hóast bjóðað verður samsvarandi ella hægri enn prísuppskotið, áðrenn 3 mánaðar freistin er farin. Um nærri upplýsingar ynskjast, verður annars víst til áðurnevndu heimasíður ella við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, adv. tlf. 35 33 35 ella 21 18 17 ojk@jura.fo ella skrivaran Lydiu Thomsen, lt@jura.fo. AdvOkATskrivsTOvAn Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita S. Samuelsen, adv. Almannaverkið søkir málsviðgera til Útgjaldsdeildina Á Almannaverkinum eru 2 størv, sum málsviðgeri á Útgjaldsdeildini, leys at søkja. Talan er um eitt starv ¾ tíð og eitt farloyvisstarv í 1 ár fulla tíð. Bæði størvini eru til at seta skjótast gjørligt. Á Útgjaldsdeildini verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 15.000 veitingar uppá tilsamans 89-90 mió. Veitingarnar eru pensjónir, forsorg, dagpeningur, barnagjald o.a. Á deildini starvast 15 starvsfólk. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar á Útgjaldsdeildini eru: Málsviðgerð av: • sjúkradagpeningi • pensjónsveitingum • stuðul til uppihaldshjálp • barnagjaldi Aðrar uppgávur eru: • journal • telefonmóttøka • ymiskar uppgávur á deildini Førleikar Vit hugsa okkum, at rætti persónurin hevur: • viðkomandi útbúgving • viðkomandi royndir • góðan telduførleika • evni at læra nýtt • evni at arbeiða sjálvstøðugt, vísir nærlagni og ábyrgd • evni at samstarva og samskifta við onnur og er fleksibul Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan almenna fyrisiting. Vit kunnu bjóða Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Útgjaldsdeildini á Smyrilsvegi 20, Tórshavn. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Bæði størvini eru flokkaði í 3 lønarflokki í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn málsviðgeri ¾ tíð, Útgjald” ella “Umsókn málsviðgeri farloyvisstarv fulla tíð, Útgjald”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. oktober 2015 kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Palla Mortensen, deildarleiðara á tlf. 347095. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: TVINGSILSSØLA Mikudagin tann 4. novembur 2015, kl. 13:30 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 152f, Vágur, Geilin 27, 900 Vágur (AS nr. 2-16/2015). Talan er um sethús. Sambært tryggingarskjalinum eru búvíddin 97 m2. Umframt hetta er partur av kjallaranum innrættaður, og eru hesi rúmini á leið 25 m2 tilsamans. Sambært tingbókarváttanini er grundøkið 665m2. Húsið er í tveimum hæddum og innrættað soleiðis: Ovara hædd: Gongd, trappuniðurgongd til kjallaran, tvey kømur, hjúnakamar, baðiverilsi, stova og køkur. Kjallari: Gongd og eitt kamar, umframt trý kjallararúm og durur, sum tó ikki er innrættaður. Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5662801), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. FørOYA FúTAræTTUr, TAnn 6. OKTOber 2015