Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 116 35 Handilshøli til leigu á Vaglinum Høli á Vaglinum verða við hesum lýst til leigu frá 1. november 2015. Hølini, ið talan er um, eru uml. 56 fermetrar til víddar. Talan er um tíðaravmarkað leigumál. Lýsing av virksemi Viðkomandi umsøkjarar verða bidnir um at gera nágreiniliga lýsing av virkseminum, sum ætlandi skal vera í hølunum. Kommunan ynskir, at talan er um útvent virksemi, og at fyritøkur, sum leiga høli í miðbýnum, skulu vera við til at menna og skapa trivna í miðbýnum. Kommunan ynskir, at hølini eru opin allar gerandisdagar, leygardagar og tá ið skipað verður fyri tiltøkum í miðbýnum. Meira fæst at vita við at venda sær til Bjart Mortensen á løgdeildini, telefon 302010. Umsókn Umsóknir við viðkomandi upplýsingum, skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 19. oktober 2015. Merkið umsóknina „Leigumál á Vaglinum“. www.torshavn.fo Eysturkommuna søkir eftir roknskaparfólki at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Sum roknskaparfólk kemur tú at hava ábyrgdina av dagliga bókhaldinum, roknskapinum og lønunum hjá kommununi. Harumframt kemur tú at hava ábyrgdina av innrapportering til Gjaldstovuna og Fíggjamálaráðið. Eisini kann roknast við, at tú kemur at gera aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur. Fyrimunur er at kenna til Búskaparskipan Landsins, herundir Leiðslukunningarskipanina og Fíggjarskipan Landsins. Vit vænta av tær, at tú : · hevur viðkomandi útbúgving og kunnleika innan almenna/ kommunala umsiting · hevur viðkomandi royndir innan bókhald, roknskap og at gera lønir · góðan telduførleika · tað er ein fyrimunur, at tú hevur kunnleika til Búskaparskipan Landsins, bókhaldsskipanina Navision og LøttLøn   Persónligir eginleikar Vit vænta av tær at tú hevur fylgjandi eginleikar: · hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt · er álítandi og gevur títt íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvi · er fyrikomandi bæði fyri borgarum, starvsfólkum og stovnum · er skipað/ur og hevur góðar umsitingarligar  førleikar · er opin, framsøkin og tolir broytingar · er tænastusinnað/ur og ágrýtin   Setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Erik Lervig, kommunustjóra tlf. 730011   Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til:  EySturkommunu Kulibakki 8 520 Leirvík ella teldupost: eystur@eystur.fo Viðmerkjast skal “umsókn roknskaparfólk”. Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 23. oktober 2015 kl. 12.00. roknskaparfólk til Eysturkommunu www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum