mánadagur 12. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MISSUR
Áki Berthildsen
– Illgrunin um, at okkurt var
galið, kom so spakiliga.
Soleiðis minnist Sølva
Patursson í Kirkjubø tað,
tá ið maður hennara, Páll
Patursson, bóndi í Kirkjubø,
fekk sníkjandi, men ólekj
andi sjúku.
Á Eldradegnum herfyri
greiddi
hon
frá,
hvussu
tað var at missa. Men hon
greiddi eisini frá, hvussu hon
fótaði sær aftur.
– Tað var í 1999 at Páll
sjálvur fór at tosa um at
okkurt var galið í høvdinum,
sigur Sølvá Patursson.
Hann lat festi frá sær til
elsta sonin, Jóannes, men
tey skuldu framvegis búgva
á garðinum og hjálpa til við
ymsum fyrifallandi.
– Vit fóru so til lækna
í 2000, har Páll gekk til
ymiskar
kanningar
hjá
kommunulækna, psykiatara
og psykologi. Hann fór at
ganga til Zoneterapi, og tað
gjørdi hann líka til hann
doyði, sigur Sølvá.
– Sjálv hevði er eisini
leingi haft varhugan av, at
okkurt var heilt galið, og
eg minnist, at eg segði við
synirnar, at ætlaðu teir sær
at giftast, og hava pápan
við, skuldu teir gera skjótt
av. Tveir teir elstu giftist so
í 2001.
Í januar í 2001 varð Páll
sendur niður á Ríkissjúkra
húsið til kanningar. Aftaná
fingu tey at vita, at alt var í
lagi, men at hann hevði ein
lítlan minnissvík, sum kundi
blíva betri, ella verri, men at
hann skuldi koma aftur til
kanningar um eitt ár.
– Hettar árið gekk, men
tað var ræðuligt. Vit høvdu
øgiliga nógv at gera, nógvar
døgurðagestir, rundvísingar,
o.s.fr. Hjá Pálli versnaði
støðan og nú hevði hann
trupult við at kenna fólk
og ting. Hann broyttist,
prátaði minni og minni, og
svav meira, hann var øgiliga
troyttur, men arbeiddi fram
vegis nógv, sum hann altíð
hevði gjørt.
Sum tíðin fráleið, klagaði
hann um, at hann var blivin
so klossutur, hann datt við
hvørt, millum annað tá hann
var og skeyt harur.
Fyrst í januar í 2002 vóru
vit til jarðaferð úr Havnar
kirkju, og gingu út í Kirkju
garðin. Vit fylgdust og tá
leggi eg merki til at hann
dregur so á høgra beini og tá
var eg bangin fyri, at hann
hevði fingið ein blóðtøpp.
Stutt og greitt
Fyrst í februar fóru vit aftur
til Danmarkar til fleiri kann
ingar.
– Tá fortaldi eg lækn
unum, at hann var farin at
draga uppá høgra bein, og
datt viðhvørt, sigur Sølvá.
Hon sá væl at læknin
bleiv so løgin í andlitinum
og aftaná fleiri kanningarnar
fáa tey at vita, stutt og greitt:
Du har to alvorlige, fremad
skridende sygdomme, og der
er ingen form for behandling,
og du må ikke køre bil.
Sølvá sigur, at hetta bleiv
Páll øgiliga keddur um.
Tað er
neyðugt
at syrgja
og gráta
Tá ið tú missur, skalt tú eisini syrgja, gráta og minnast –
tosa um tað góða lívið, tú hevur havt, sigur Sølvá Patursson
í Kirkjubø, sum misti mannin í góðum árum, eftir herviliga
sjúkralegu, har tey alla tíðina vistu, hvønn veg tað bar
Tey fyrireikaðu meg
uppá, at tað fór at verða
ein ógvuliga ring tíð
Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, sáli
– Tað ber ikki til at fella í fátt. Onkrar løtur eru tungar,
men ein má taka seg saman, og ikki blíva ein plága fyri
síni nærmastu, sigur Sølvá Patursson í Kirkjubø um
tíðina, tá ið maður hennara fekk ólekiliga sjúku, og doyði
Mynd: Álvur Haraldsen
Savnsmynd